fríggjadagur 20. januar 2006síða 3
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 15 - 20. januar
3
Fríggjamorgunin
var
stýrisfundurin í SEV tikin
upp aftur eftir, at hann varð
niðurlagdur farna fríggja
dag.
Teir sjey stýrislimirnir
fóru á fundin á Hotel Hafnia
klokkan hálvgum tíggju
fríggjamorgunin saman
við Hans Tausen Olsen,
formanni í umboðsnevndini
og tveimum løgfrøðingum.
Um tólvtíðina komu
fundarluttakararnir út aftur
av fundinum, men ikki bar
til at fáa nakrar viðmerking
ar, um hvat var farið fram og
viðgjørt á fundinum.
– Fundurin er bara
niðurlagdur til klokkan
eitt í dag, og tí hava vit
onga viðmerking í løtuni,
segði
Leivur
Hansen,
stýrisformaður.
tn
Á fundi í byggi-
og býarskipanar
nevndini hjá
Tórshavnar Býráð
mánakvøldið
var ein umsókn
um eitt øki til
hundafelagið
viðgjørd. Nevndin
hevur víst
felagnum á eitt øki
í Villingardali
Hundafelag
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Hundafelagið
søkti
herfyri býráðið um
eitt innhegnað vallað
lendi upp á umleið
10.000 fermetrar, sum
felagið kann nýta til
kappingar og aðra
íðkan. Umsitingin hjá
Tórshavnar Kommunu
hevur síðani viðgjørt
umsóknina og kannað
eftir, hvørjir møguleikar
eru, og lendisdeildin hjá
kommununi hevur síðani
latið nøkur uppskot til
staðseting av øki.
Lendisdeildin hjá
kommununi vísti á
átta ymisk pláss í
kommununi, og tá ið
nevndin hevði hugt at
uppskotunum, gjørdi
hon av at vísa hunda
felagum á eitt øki við
frákoyringina til Mold-
og Tyrvingarplássið í
Villingardali.
So nú hava hunda
eigarar fingið eitt øki,
har teir kunnu fara og
stuttleika sær saman við
hundinum hjá sær.
tíðindaskriv
Føroyskir skótar fáa nú
høvi at luttaka í størstu
skótaleguni nakrantíð, sum
verður í Onglandi á sumri
í 2007.
Talan er um 21. heims
jamboree’ina, sum verður
skipað fyri at hátíðarhalda,
at skótarørslan fyllir 100
ár. Tað var tann 1. august
í 1907, at onglendingurin
Baden-Powell skipaði fyri
fyrstu leguni fyri dreingj
um á Brownsea Island,
teirri fyrstu skótaleguni
nakrantíð.
Frá 27. juli til 8. august
næsta ár fara 40.000 skótar
úr øllum heiminum at minn
ast hesa hending á eini
stórfingnari legu í Hyland
Park, eitt sindur norðan fyri
London.
Føroysku skótafylking
arnar eru bodnar at luttaka
saman við donskum og
grønlendskum
skótum.
Allir skótar, sum eru fyltir
14 ár, men ikki eru fyltir 18
ár, kunnu luttaka. Skótar
eldri enn 18 ár kunnu søkja
um at luttaka sum leiðarar.
Tilmeldingarfreistin er 1.
mars.
Fyri teir skótarnar, ið fara
at luttaka, verður talan um
spennandi fyrireikingar á
heysti 2006 og á vári 2007.
Meira fæst at vita við
at leita inn á heimasíðuna
hjá Føroya Skótasambandi
www.scout.fo ella við at
venda sær til Høgna Jensen,
samskipara, telefon 211030
ella teldupost
vitamargarin@kallnet.fo.
Einki nýtt frá SEV
Hundafelagið fær egið øki
Føroyskir skótar á heimsins størstu legu
Stýrisfundurin í SEV var tikin upp aftur á Hotel Hafnia fríggjamorgunin, men tá ið blaðið fór til
prentingar, var einki nýtt at frætta frá fundinum