Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-20, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. januar 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 15 - 20. januar 2006 5 Her eru greinarnar um at Eivør er í uppskoti til 6 hei›urslønir í DMA-Folk Nógv skal til, á›renn hetta ikki er høvu›ssøgan. Eg havi bi›i› Álv ordna› mynd EivørDMA teksturin er innlei›ingur, fortelur um hvat er hent, práti› vi› Eivør er reaktiónin, og Eivør í uppskoti er faktaboks um nomineringarnar Niels Uni Dam, cand. comm nielsuni@sosialurin.fo Nordlandsgade 8, 3. t.v. 2300 København S tlf. +4527477132 Eivør Pálsdóttir gjørdist í gjárkvøldið eitt stórt navn í donskum fólkatón- leiki, tá hon varð skotin upp til helvt- ina av heiðurslønu- num til Danish Music Awards Folk VIRÐISLØN Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Tá nøvnini á teimum, ið eru í uppskotið til donsku fólk- atónleikaheiðurslønirnar á Danish Music Awards Folk, vórðu almanankunngjørd, var navnið hjá Eivør Páls- dóttir nevnt sum uppskot til seks av teimum tólv heið- urslønunum. Hon er í upp- skoti fyri m. a. bestu fløgu, sum besti sangskrivari, besti komponistur og besta sangrødd. Til fimm av heiðurslønu- num er Eivør í uppskoti saman við trimum øðrum, meðan í uppskotinum um bestu fløgu kappast seks fløgur. Tað var herfyri greitt, at Eivør var eitt av nøvnunum, ið skuldi spæla á Danish Music Awards Folk. Men nú er møguleiki fyri, at hon kann gerast tann heilt stóra stjørnan hetta kvøldið. Í øllum før- um er hon tann, ið er í upp- skoti til flestar heiðurslønir hetta kvødlið. Eivør er júst flutt til Dan- markar og fer í næstum at royna seg á danska markn- aðinum. Hetta byrjar við eini konsertferð í februar og mars. Eingin ivi er um, at tað, at Eivør er í uppskoti til seks heiðurslønir, er sera gott fyri áhugan í hennara konsertum. Hon er yvir eina nátt vorðin eitt væleta- blerað navn í donskum fólkatónleiki. Danish Music Awards Folk verða hildnir 11. mars í Tønderhal 1 í Tønder. Umframt Eivør er almanna- kunngjørt, at Lars Lilholt og Haugaard & Højrup Bigband spæla. Men onnur nøvn vera eisini á plakatini. Skipað hevur verið fyri DMA - Folk síðan 2001, og tiltakið plagar altíð at vera væl vitja. Til ber at keypa atgongumerkið í forsølu frá 6. februar, á telefon +4574724610. Sosialurin hevði trup- ult við at sannføra Ei- vør um, at hon veru- liga var í uppskoti til seks heiðurslønir í Danish Music Awards Folk VIRÐISLØN Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Tað var ein skelkað Eivør Pálsdóttir, ið vit fingu í hornið, tá vit ringdu til hana í Wien í gjárkvøldið og søgdu henni, at hon var í uppskoti til seks virðislønir á Danish Music Awards Folk. Fyrstu fimm orðini vóru HA? Síðan spurdi hon, um vit argaðu hana, ella um hetta vóru loynimyndir. Men vit fingu hana at skilja, at hetta var ramasta álvara. Hon var alment vorðin eitt stórt navn í donskum fólkatónleiki og var í upp- skoti til helvtina av øllum heiðurslønunum á almenna kvøldinum hjá donskum fólkatónleiki. Ja, at hon faktisk var í uppskoti til all- ar tær heiðurslønirnar, ið hon kundi vera í uppskoti til. Varð hon veruliga skelk- að. – Hvussu kenna tey meg? Hví eri eg í uppskoti? Eg eri akkurát flutt til Dan- markar. – Eg havi spælt so lítið har. Hetta er syrutt! Hetta er ræðuliga syrutt! Eg skilti slettis ikki, hví tú skrivaði tillukku í sms boðnum til mín. Eg fari slettis ikki at sovna í nátt! Hetta er ræðu- liga abstrakt. Eg fái slettis ikki komið við nakrari skil- agóðari viðmerking enn. Tá vit søgdu henni, at tað var fløgan »Eivør«, ið var í uppskoti til virðislønirnar, gjørdist hon enn meira ov- farin. Tí hon helt, at talan hevði verið um fløguna hjá Danmarks Radio Big Band og ikki um hennar egnu fløgu. Hon var í frammanundan í góðum lag. Tí stutt áðrenn vit ringdu, høvdu hon og Bill Bourne spælt fyri ein- um útseldum Mozart sali í Wien. Konsertin hevði gingið sera væl, og gott lív var á fólki. Hetta er aðru ferð, at Ei- vør vitjar í Wien, fyrstu ferð var við Yggdrasil fyri nøkrum árum síðan. Men sjálv veit hon ikki, hvussu tað ber til, at hon megnar at fylla eina stóra konserthøll við áskoðarum í Wien. Hon heldur, at kanska er talan um forvitni. Tí hon ivast í, at tey kenna hana har. Hvussu er og ikki, so spælir hon aftur í kvøld í Wien _ hesaferð í einum jass- klubba, og øll 300 atgongu- merkini eru seld í forsølu. Eivør er í uppskotið til seks danskar heiðurslønir Eivør í uppskoti Eivør Pállsdóttir og fløgan Eivør,ið 12 Tónar og Danacord hava givið út í Danmark,eru í uppskoti til hesar seks heið- urslønir: Ársins danska útgáva Eivør Pálsdóttir - Eivør (12 Tónar/Danacord) Haugaard & Høirup - Gæstebud/Feast (Go’Danish Folk Music) Kristian Bugge - Kristian Bugge (DR) Trio Mio - Pigeon Folk Pieces (Go’Danish Folk Music) Vildnis - København by Night (Art People) Ársins danska songrødd Eivør Pálsdóttir - Eivør (12 Tónar/Danacord) Peter Belli - Sange fra Blomstersengen (Bonnier Music/Transistor) Sussie Nielsen - Day Is Dawning (Go’Danish Folk Music) Ársins danski artistur (nútímans) Eivør Pálsdóttir - Eivør (12 Tónar/Danacord) Trio Mio - Pigeon Folk Pieces (Go’ Danish Folk Music) Vildnis - Køb- enhavn by Night (Art People) Ársins danska vísufløga Eivør Pálsdóttir - Eivør (12 Tónar/Danacord) Erik Grip - Af et ærligt hjerte (Gyps Fulvus) Fin Alfred Larsen - Matros- ens Glade Liv (Musisk decenter) Ársins danski sangskrivari Eivør Pálsdóttir - Eivør (12 Tónar/Danacord) Lars Lilholt - De Lyse Nætters Orkester (RecArt Music) Morten Nørby - København by Night (Art People) Ársins danski fólkatónasmiður Eivør Pálsdóttir - Eivør(12 Tónar/Danacord) Harald Hau- gaard - Gæstebud/Feast (Go’ Danish Folk Music) Kristine Heebøll - Pigeon Folk Pieces (Go’Danish Folk Music) Umframt heiðurslønirnar, har Eivør er í uppskoti, verða hesar virðislønir handaðar á Danish Music Awards Folk: Ársins danski artistur (siðbundin), Ársins danska debut, Ársins danska kontri útgáva, ársins besti instrumentalist- ur, Ársins danska blues útgáva, árins útlendska útgáva FAKTA – Eg skilji als ikki, hví tú skrivaði »tillukku« í sms’in til mín, segði Eivør Pálsdóttir ovfarin, tá Sosialurin ringdi til hana eftir konsertina í Wien í gjárkvøldið Eivør trúði tí ikki