fríggjadagur 20. januar 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 15 –20. januar
Føroya
Skúlabókagrunnur
hevur júst givið út
nýtt tekstasavn til
framhaldsdeildina.
Umframt at geva
gott yvirlit yvir tey
ymsu tekstasløgini,
leggur bókin upp til
tekstagreining, har øll
kunnu verða við frá
byrjan
Nýggj skúlabók
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Les 1 er heitið á fyrstu bók
í nýggjari røð í trimum pørt
um til framhaldsdeildina í
føroyskum. Bókin er teksta
savn, sum er skipað í sjey
partar, hvør við sínum
heiti. Tekstirnir verða
bundnir saman við einum
høvuðsevni. Ymsu heitini
á pørtunum geva lesaranum
innlit í, hvussu bókin er
sett saman, og hvat lesarin
kann vænta sær í hesum
nýskapandi og rúgvusmikla
savni, sum er myndprýtt við
føroyskum listaverkum og
fotomyndum.
Sjey partar
Fyrsti partur í bókini
nevnist Meðan áin rann
og er um barnaár og upp
vøkstur. Heitið er tikið úr
samnevndari yrking hjá Róa
Paturssyni, og hetta er fyrsti
tekstur í savninum. Annar
partur rópast Smáfuglur í
eldgomlum trøum, sum er
um viðurskiftini millum
børn og foreldur, har heitið
er tikið úr yrkingini hjá
Jóanesi Nielsen ”Vakrari enn
Havnarvág er orðið pápi”.
Millum fýra veggir nevnist
triði partur, sum er um
skúlalívið. Heitið er tikið úr
yrking hjá Martini Næs, sum
hann rópar ”Bláur himmal”.
Fjórði parturin Hon stóð á
bakka er um happing og
tað at vera øðrvísi og tekur
heiti úr yrkingini ”Móðir”
hjá Christiani Matras.
Fimti partur, sum er um
sambandið ímillum systkin,
finnur heitið í ”Hørpu rímu”
og ljóðar Gjarna gevi eg alt,
eg á. Í næstseinasta parti
verður kærleikin lýstur undir
heitinum Í tínum eygum,
sum eru fyrstu orðini í
yrking Gunnar Hoydals
”Far ikki”, meðan sjeyndi
og seinasti parturin í bókini
víðkar um kærleikshugtakið
til eisini at fevna um døkku
og tølandi megina, sum fær
heitið Gátuføra dýpið, tikið
úr yrkingini ”Smádreingir
og hugflog” hjá Arnbirni
Danielsen.
Greiningartræ
Hóast heitini á teim sjey
pørtunum eru funnin í
yrkingum og einum kvæði,
fevnir savnið harafturat um
tekstir, sum er stuttsøgur, leik
ritaskaldskapur, yrkistekstir,
myndir, skaldskapur av
mannamunni, sálmar og
bíbliutekstur.
Umframt at geva næm
ingunum eitt breitt yvirlit
yvir tey ymsu tekstasløgini,
leggur bókin dent á at geva
innlit í greining av teimum
einstøku tekstunum. Til
hetta er tekning av einum
træi, sum skal ímynda fagur
bókmentanarliga tekstin,
og hvussu hann er settur
saman. Við trænum sum
dømi kunnu næmingarnir
seta nøvn á krúnu, greinar,
bul og rót, so teir fáa greiðu
á, hvussu einstøku part
arnir í bókmentanarligu
greiningini hanga saman
og kunnu hugsast at skapa
eina heild, ið gevur meining
í flokkinum og hjá hvørjum
einstøkum lesara.
Teldutøk lærarabók
Sum nakað nýtt er gjørd
teldutøk Lærarabók til Les 1.
Lærarabókin veitir íblástur
og hugskot, hvussu arbeiðast
kann við tekstasavninum
og lýsir nærri tey evni,
rithøvundar og listafólk, sum
verða nevnd. Í Lærarabókini
eru eisini uppskot um aðrar
tekstir og tilfar, ið lýsir somu
evni at nýta í undirvísingini.
Lærarabókin er tøk á
heimasíðuni hjá Føroya
Skúlabókagrunni www.fsg.
fo
”Les 1 - tekstasavn til
framhaldsdeild” er rit
stjórnað av Lydiu Didriksen,
við Heðini M. Klein, Rúna
Bjarkhamar og Paulivari
Andreassen sum fakligum
stuðulsbólki. Myndaúrvalið í
bókini hava Gyðja Hjalmars
dóttir Didriksen og Gunnar
Hoydal lagt til rættis.
Bókin telur 330 síður.
Føroya Skúlabókagrunnur
gevur út.
Nú eru glottar at
hóma í drúgva
orðaskiftinum
um framtíðina hjá
Klaksvíkar Skúla.
Mikudagin var
kallað inn til fund,
har kunnað varð
um útbyggingina
av Skúlanum við
Ósánna, sum byrjar
komandi summar
Skúlabygging
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Seiansta árið hevur drúgt
orðaskifti verið um skúlan í
Klaksvík í síni heild. Hvussu
skal skúlin síggja út? Ber
til at skipa skúlan øðrvísi?
Ber til at leggja saman
ella arbeiða meira saman?
Skal leggjast upp til størri
samstarv skúlarnar ímillum
- eisini yvir um fjørðin eftir
Norðoyatunnilin? Hesar
og fleiri aðrar spurningar
hevur verið kjakast um í
fleiri og ymiskum høpi.
Stóran part av tíðini hevur
orðaskifti tó verið merkt av
einum ørkymlandi hølistørvi
á bæði vanligum undir
vísingarhølum, serstovum
og felagshølum á verandi
skúlum í býnum.
Skjøtil setast á
Nú sær tað so umsíðir út til
at drúgva orðaskiftið hevur
givið úrslit. Beint undan
jólum samtykti Klaksvíkar
býráð nevniliga eina nýggja
tíðarætlan fyri útbyggjing av
skúlaverkinum í Klaksvík.
Mikudagin varð so kallað
inn til eina felags kunning
fyri báðar skúlanar um
byggiætlanina. Kunningin
var í Skúlanum við Ósánna,
har Mentanardeildin hjá
Klaksvíkar býráð handaði
skúlastýrunum álitið um
útbyggingina.
Samtykt er at byrja eina
útbygging av Skúlanum
við Ósánna, og at henda fer
av bakkastokki komandi
summar. Útbyggingin veitir
fleiri skúlastovur, serstovur,
umframt skúlakøk og eina
størri uppihaldsstovu. Eisini
verður læraraumhvørvið
umskipað og aðrar ábøtur
gjørdar.
Eisini er samtykt, at Skúlin
á Ziskatrøð skal útbyggjast.
Henda útbygging er rættiliga
umfatandi við serstovum
og vanligum skúlastovum.
Men ikki minst einari
stórari felagshøll, ið eisini
skal kunna nýtast til nógv
ymisk endamál í skúlahøpi.
Høllin skal eisini kunna hýsa
tiltøkum, konsertum, fram
sýningum og annars smærri
samkomum eftir skúlatíð.
Tíðar- og
fíggjarkarmur
Afturatbyggingin
av
Skúlanum við Ósánna
verður norður úr verandi
skúla og kemur at taka eini
trý ár. Samstundis verður
Skúlin á Ziskatrøð liðugt
projektaraður til útbjóðingar
um eini tvey ár. Byggitíðin
4- 5 ár.
Ein nýggj umvælingarætlan
verður gjørd fyri Skúlan á
Ziskatrøð, sum tekur fyrilit
fyri tí útbygging, sum er
ætlað. Í ár verða nýttar 2
mill kr. til umvæling og
projektering av Skúlanum á
Ziskatrøð.
Metti kostnaðurin fyri
byggingina av Skúlanum
við Ósánna er 34 mill kr. Til
útbyggingina av Skúlanum á
Ziskatrøð liggur kostnaðurin
um kr. 40 – 50 mill.
Hetta merkir, at um 10
mill kr. verða nýttar til
skúlabygging pr. ár, so sum
langtíðarætlanin leggur
upp til, so tekur samlaða
byggitíðin
fyri
báðar
skúlarnar 8 ár.
Byggibólkur
Byggiætlanirnar skulu nú
viðgerast av skúlastýrunum.
Stýrini skulu ummæla bygg
ingina, og verða møguligar
viðmerkingar ella broyting
aruppskot saman við býráðs
ins viðtøkum sendar lands
stýrismanninum í menta
málum til góðkenningar.
Sambært
skúlalógini
verður í teimum kommun
um, ið hava tvey ella fleiri
skúlastýri, valdur ein arbeiðs
bólkur at viðgera uppskot um
skúlabygging/umbygging.
Býráðið hevur valt tríggjar
limir, og skulu skúlastýrini
nú velja hvør sín lim eisini.
Byggibólkurin skal síðani
hava umsorgan fyri, at
bygt verður sambært góð
kendum projektum, at tíðar
ætlanin verður hildin, og at
fíggjarkarmarnir halda.
Tað er umráðandi fyri
býráðið, at skúlarnir sum
minst verða eitt byggipláss,
og at byggitíðin verður so
stutt sum gjørligt. Tó er
ásetti fíggjarkarmurin á
10 mill kr. pr. ár avgerandi
fyri at náa málinum um
at dagføra skúlaverkið í
Klaksvík, verður sagt á
Mentanardeildini hjá Klaks
víkar býráð.
Ósáskúlin verður nú útbygdur
Mikudagin skrivaðu hesar tríggjar dámurnar skúlasøgu, tá umboðini fyri skúlastýrini, Ella
Heinesen og Óluva Klettskarð fingu handað álitið um útbýgging av Klaksvíkar Skúla frá Gunvá
við Keldu, formanni Mentanarnevnd Klaksvíkar býráðs
Mynd: Dávur Wither
Við greiningartrænum í Les 1 sum dømi, kunnu næmingarnir
fáa greiðu á, hvussu einstakir tekstir fagurfrøðiliga eru skipaðir
innanhýsis, og hvussu teir møguliga eru ávirkaðir av uttanhýsis
viðurskiftum
Nýskapandi savn til framhaldsdeildina
Lydia Didriksin hevur
ritstjórnað nýggja
tekstasavnið Les 1 til
framhaldsdeildina
Mynd: Finnur Justinussen)