Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-20, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. januar 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 15 - 20. januar 7 Besti toskaprísurin liggur í løtuni uppi á umleið 25 krónum fyri kilo – og toskurin av Føroyabanka hevur enntá uppaftur betri prís Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Høgni Hansen, sum starvast á Fiskamarknaði Føroya, sigur, at prísirnir á hýsu í løtuni liggja úr góðum 10 krónum og upp í einar 17 krónur fyri kilo – alt eftir støddini. Hann sigur, at nøgdirnar av hýsu 1 á marknaðinum eru smáar, men hesin fiskurin liggur millum 14-17 krónur fyri kilo. – Hýsa 2 liggur millum 12 og 13 krónur fyri kilo, og hýsa 3 liggur um góðar 10 krónur fyri kilo, sigur Høgni. Lítil toskur – Tað er ógvuliga lítið av toski á marknaðinum, men tann toskur, sum er, hevur havt góðan prís. Høgni Hansen sigur, at toskur 1 og 2 hevur ligið millum 23 og 24 krónur og heilt upp í 25 krónur fyri kilo, meðan toskur 3 og 4 hevur ligið upp í 21 krónur fyri kilo. – Toskurin av Føroyabanka hevur ligið uppaftur hægri í prísi, leggur hann aftrat. Tríggir línubátar landaðu á Toftum fyrrapartin í dag. Veiðan lá úr 20.000 pundum upp í 30.000 pund Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Sosialurin var fram við á Fiskamarknaði Føroya í morgun, har tríggir línubátar landa í dag. Veðrið hevur verið heldur vánaligt og óstøðugt seinastu dagarnar, og fiskiskapurin hjá línubátunum hevur heldur ikki vignast nakað serligt. Smáar nøgdir Thomas Nygaard, sum hendan túrin hevur verið á Føroyabanka, hevði eini 20.000 pund, harav umleið 11.000 pund var hýsa og stívliga 6.000 pund toskur. Sum skilst, hevur Thomas Nygaard gjørt ein stuttan túr, men fiskiskapurin hevur heldur ikki verið nakað serligur. Línubáturin, Gullberg, sum er fyrrverandi Sæborg, hevði 30.000 pund. Teir hava roynt eystanfyri, og meginparturin av veiðini er hýsa. Jógvan Norði er eisini komin aftur av túri. Teir hava eini 28.000 pund inni, harav 22.000 pund er hýsa. Høgni Hansen á Fiskamarknaði Føroya sigur, at fiskurin hjá línubátunum skuldi seljast um telefonina fyrrapartin í dag. 9 útróðrarbátar Aftrat Thomasi Nygaard, Gullbergi og Jógvani Norði, eru einir níggju útróðrarbátar eisini á marknaðinum í dag. – Meginparturin av fiskinum verður seldur um telefonina, og eitt sløð verður eisini selt á gólvinum, sigur Høgni Hansen Er útboðið lítið, er prísurin høgur – og øvut. Soleiðis er toskaprísurin góður í løtuni, nú so lítil toskur er á marknaðinum Mynd: Vilmund Jacobsen Í morgun lá línuskipið Thomas Nygaard og landaði á Fiskamarknaði Føroya. Línuskipini, Gullberg og Jógvan Norði, landa eisini á Toftum í dag Mynd: Vilmund Jacobsen – Eingin endalig avgerð er tikin um sølu, sigur Hans Petur Ellingsgaard, handilsmaður í Saltangará Handilslív Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Stórar broytingar fara fram í handilsvinnuni í Føroyum í løtuni. Nógv verður selt, og nógv verður keypt. Fyritøkur skifta eigarar sum ongantíð áður. Tað hevur ljóðað, at Hans Petur Ellingsgaard, sum eigur nýggjan og stóran bygning í Saltangará, har eitt nú Kiosk Vár húsast, skal hava selt sítt virksemi. Men hetta avsannar Hans Petur og sigur, at einki er selt, og eingin endalig avgerð er tikin um sølu. Tað skilst tó á handils- manninum, at okkurt er í umbúna, sum hann tó ikki vil siga nakað um í løtuni. Rembingarnar í handils- vinnuni eru stórar í løtuni, og tá ið slíkar søgur ganga um eigaraskifti í fyritøkum, hevur seinasta tíðin mangan víst, at sjáldan er roykur av ongum brandi. Lítil toskur, men góður prísur Línuskipini hava smáligan fiskiskap Hans Petur hevur ikki selt