fríggjadagur 20. januar 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 15 - 20. januar
– Fólk eiga at spyrja
seg sjálvi um tað er
rætt at seta seg í so
stóra skuld fyri at
byggja hús, at tey onki
rásarrúm hava, sigur
Magni Laksafoss,
búskaparfrøðingur.
Serliga heldur hann,
at rentuhækkingar
kunnu verða ein
hóttan ímóti teimum
nýggju húsaeigarunum
Húsafígging
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Tað sær út til, at støðan
hjá føroyskum húsarhaldum
meiri og meiri fer at líkjast
støðuni hjá donskum húsar
haldum.
Tí heldur Magni Laksafoss,
búskaparfrøðingur, at tað er
øll orsøk til at vit eru sera
ansin, tá ið vit taka lán til
sethús.
Ì Danmark ávara búskapar
frøðingar um, at húseigarar
sita á eini tikkandi bumbu,
tí teir uppskrúvaðu húsaprís
irnir og hækkandi renta er ein
sera vandamikil blanding.
Magni Laksafoss vísir
kortini á, at enn eru føroyskir
húsaeigarar langt frá so
skuldarbundnir sum danskir
húsaeigarar eru.
– Skuldin hjá donsku
húsarhaldunum eini 100%
av BTÚ, men skuldin hjá
føroysku húsahaldunum er
eini 50% av BTÚ.
– Men tað tykist sum um
at gongdin í Føroyum er tann
sama sum í Danmark og tí er
øll orsøk til at vit eru sera
varin.
Er bara ein fyrimunur
Hesar seinastu mánaðirnar
eru peningastovnarnir farnir
undir eina grótharða kapping
um at fíggja sethús.
Lægri renta, avdráttarskáar
og aðrar lagaligar afturgjalds
treytir, hava gjørt tað nógv
lættari hjá fólki at læna
pengar til sethús og at betala
lánini aftur.
Tað hevur so aftur ført við
sær, at fólk kunnu taka størri
lán enn tey kundu fyrr. Og
tað gera tey helst eisini, tí
hesar seinastu mánaðirnar
eru sethúsaprísirnir farnir
rættiliga nógv upp.
Magni Laksafoss dugir
kortini bara at síggja fyri
munir fyri tey, sum skulu taka
lán, at kappingin ímillum
peningastovnarnar er vorðin
so hørð, tí tað kann jú aldrin
vera annað enn gott at vit fáa
eina betri og bíligari vøru.
– Men tað er bara, so
leingi, sum hvør einstakur
lántakari hugsar seg sera
væl um, tí tað hevur kanska
ongantíð verið so neyðugt
hjá teimum, sum taka set
húsalán, at hugsa seg væl
um, sum tað er nú.
Búskaparfrøðingurin sig
ur, at tað, sum fólk serliga
mugu hugsa um, er, hvussu
fortreytirnar fyri láninum
fara vera tey næstu árini, til
lánið er afturgoldið.
– Í fyrsta lagi er tað avgjørt
vert at hugsa um, hvussu
gongdin í rentuni verður tey
næstu árini. Í øðrum lagi er
vert at hugsa um, hvussu
búskaparliga gongdin verður
í samfelagnum og hvussu
gongdin í inntøkunum og
arbeiðsloysinum verður tey
næstu árini. Og í triðja lagi
er tað vert at spyrja, sum
rentustuðulin frá landinum
fer at halda fram tey næstu
árini.
Magni Laksafoss sigur, at
tá ið fólk taka lán til hús, er
tað sostatt sera umráðandi
at hava í huganum, at rentan
kann hækka, at rentustuðulin
kann lækka ella fella burtur
og at inntøkan, kann lækka.
Rentuhækking
ein hóttan
Størsti
vandin
heldur
Magni Laksafoss verður í
rentustøðinum.
– Í løtuni er rentustøðið
sera lágt. Men útlitini er
rættiliga stórt fyri at rentan
fer at hækka tey komandu
árini. Rentan er longu hækk
að nógv í USA í USA og nú
er rentan í Evropa so smátt
við at fylgja við uppeftir og
tað fer fer so eisini at ávirka
rentustøðið her hjá okkum.
Men, hvussu nógv rentan
fer at hækka, ber ikki til at
siga og tað ber heldur ikki til
at siga, um tað verður ur ár, at
rentuhækkingarnar koma.
Hann vísir á, at rentan
verður brúkt til at tálma
príshækkingum.
– Tá ið tann høgi oljuprís
urin rættiliga slær ígjøgnum,
er vandi fyri, at rentan fer at
hækka nokk so fitt.
Øking í arbeiðsloysinum,
lækking í inntøkunum og
rentustøðið verður nógv
tengt at oljuprísinum.
– Stúrandi er fyri at olju
prísirnir fara nógv um tey
næstu árini og tí er stórur
vandi fyri at arbeiðsloysið
fer at veksa og rentan fer
upp.
Magni Laksafoss sigur,
at tí eiga fólk at spyrja seg
sjálvi meiri enn einaferð,
um tað er rætt at seta seg
í eina so stóra skuld fyri
at byggja hús, at tey lítið
og onki rásarrúm hava til
at taka ímóti broytingum
í rentu, arbeiðsloysi og
rentustuðuli.
Serliga heldur hann, at
hóttanin um rentuhækkingar
kann verða ein bumba undir
teimum nýggju sethúsa
eigarunum.
Tí heldur hann í øllum
førum, at fólk eiga at kanna
sera gjølliga um tað ikki í
mista lagi er vert at taka
láni við fastari rentu ella
rentulofti fyri at tryggja seg
so frægt sum gjørligt ímóti
rentuhækingum.
Men tað eru ikki hjá øllum,
at fastrenta, ella rentuloft er
tað rætta.
Rentan av láni við rentu
lofti er eini 1,5 % hægri enn
variabla rentan. Tað merkir,
at alt eftir lánitíð og skuld,
er ymiskt um tað loysir
seg at leggja lánið um til
fastrentulán.
– Um tú einans hevur
eitt lítið lán við stuttari
afturgjaldstíð er nærum eingin
orsøk til at leggja lánið um til
fastrentulán.
Rentustuðulin onki
stýringsamboð
– Annars vísir Magni
Laksafoss á, at tað er ein
spurningur, hvussu leingi
fíggjarlógin kann geva hall,
tí hallið er ikki lítið og tað
skal nógv til fyri at fáa
tað burtur. Tað kann økja
trýstið á politikarar at lækka
rentustuðulin, ella at avtaka
hann heilt, fyri at minka
útreiðslurnar hjá landinum.
Kortini staðfestir hann,
at tað er ein politiskur
spurningur burturav, hvørji
tiltøk landið setir í verk fyri
at minka útreiðslurnar ella
økja um inntøkurnar.
– Spurningurin verður,
hvat undirtøka fæst fyri
at broyta, um tað verður
rentustuðulin, sum kann
lækkast, ella um vegskattur
ella annar skattur og avgjøld
skulu hækka.
Hinvegin heldur hann, at
tað kann eisini henda, at
tíðirnar fara at versna og at
arbeiðsloysið sostatt eisini
fer at veksa.
– Men eisini í hesum
sambandi er rættiliga stórur
munur á fólki og tí er er
tað, hvør einstakur, sum má
taka støðu útfrá sínum egnu
fortreytum. Versna tíðirnar,
er ein arbeiðsmaður í nógv
størri vanda fyri at missa
arbeiðið enn ein lækni.
Annars eru tað summi
sum halda, at landið eigur
at avtaka rentustuðulin fyri
at avmarkað húsaprísin.
Men tað heldur Magni
Laksafoss ikki.
– Tað er meiningsleyst at
avtaka rentustuðulin bara
fyri at fáa sethúsaprísin at
lækka. Men eitt annað er so
tað, at landið eigur ikki at
lata rentustuðul.
– Landið skal ikki stýra
sethúsaprísinum gjøgnum
rentustudningin. Skal landið
so aftur hækka rentustuðulin
um sethúsaprísirnir lækka
aftur?
Magni Laksafoss heldur,
at rentustuðulin einans skal
broytast sum ein partur av
eini meiri yvirskipaðari ætlan
hjá Landsstýrinum. Tað kann
t.d. kann verða eitt ynski um,
at øll lán skulu javnstillast
og at sethúsalán tí ikki ikki
skulu hava serligar treytir. Tað
kann eisini vera eitt ynski um
at minka rentustuðulin fyri
at lækka skattin ella økja
útreiðslurnar til ellisheim
– ella sum partur av eini
spariætlan.
– Ætlar landsstýrið at
broyta rentustuðulin, er
rættast at broyta hann meðan
sethúsaprísurin er á veg upp
eftir, tí so verða fólk ikki
stavnsbundin. Húsaeigarar
kunnu kunnu so meta um,
antin tey hava ráð til at sita
í húsunum um rentustuðulin
verður avtikin. Er svarið nei,
kunnu tey selja og keypa eini
bíligari hús.
- Men er húsaprísurin er
á veg niðureftir, er torført
at selja húsini og tí mugu
húsaeigarar sita í húsunum,
hóast teir ikki hava ráð til
tað. Tí er best um slíkar
umleggingar henda meðan
prísurin er á veg uppeftir,
sigur Magni Laksafoss.
Men verður rentustuðulin
avtikin, skal tað gerast
stigvíst.
– Men tað eigur eisini at
verða fráboðað beinanvegin,
so at fólk, sum keypa hús,
vita hvørjar treytirnar fyri
lánunum eru.
Ósamsvar ímillum
nýtslu og íløgur
Annars vísir Magni Laksa
foss á, at nýtslan hjá føroy
ingum er framvegis ógvuliga
stór.
– Vit keypa dýr hús, nógv
ar bilar og handilsfólk søgdu
frá, at jólasølan setti met.
– Hinvegin eru íløgurnar
hjá vinnuni minkandi, men
kanska fer tað at broytast,
tá ið alivinnan kemur fyri
seg aftur. Men sum støðan
er nú, er rættiliga stórt
ósamsvar ímillum nýtsluna
hjá fólki og íløguhugin hjá
vinnuni. Sostatt er nýtslan
rættiliga stór afturímóti
teirri inntøkuskapan, sum
er í samfelagnum.
– Hetta er sama gongdin,
sum vit sóu í áttatiárunum.
Eg sigi ikki, at vit eru á veg
aftur í áttatiárunum, men tað
er avgjørt vert at merkja sær
hetta aftanfyri oyrað.
Hinvegin mugu vit siga,
at soleiðis sum fólk læna
til sethús í dag, eru útlitini
til at tey nakrantíð koma at
eiga síni egnu hús, munandi
minkað.
– Tað er nógv, sum bendir
á, at frívirðið í húsunum fer
at vera munandi lægri enn tað
hevur verið. Higartil hevur tað
ikki verið óvanligt, at fólk hava
eina sera stóra nettoogn, tá ið
tey fara í grøvina, tí húsini
eru goldin.
– Tann tíðin er helst farin,
men eg veit ikki um tað í sær
sjálvum ger so nógv, sigur
Magni Laksafoss.
Rentan kann verða ein
hóttan ímóti húsaeigarum
– Tað hevur kanska ongantíð verið so neyðugt hjá teimum, sum taka sethúsalán, at hugsa seg væl um, sum tað er nú, heldur Magni Laksafoss, búskaparfrøðingur