fríggjadagur 20. januar 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 15 –20. januar
9
Oda og Katrin,
sum ganga í 9.
flokki á Toftum,
eru í starvsvenjing
í Tórshavnar
kommunuskúla,
har tær saman við
lærarum undirvísa
næmingum í 2. flokki
Ungir lærarar
Beinta K. Jacobsen,
starvsnæmingur
–Hetta er ordiliga skeg, og
okkum dámar sera væl.
Tað siga tær báðar, Oda
Højgaard og Katrin Høj
gaard, sum ganga í 9. flokki
á Toftum.
Tær eru 15 ára gamlar
og eru nú í starvsvenjing í
Tórshavnar kommunuskúla,
har tær saman við lærarum
undirvísa børnum í 2.
flokki.
Vit spurdu tær, um
tær eisini høvdu onnur
ynski, tá ið tær søktu um
praktikkpláss?
Katrin sigur, at hon í
fyrsta lagi ynskti at sleppa
til Beauty Care í Runavík,
men tað ikki til.
Oda sigur, at hon sum
nummar eitt søkti um at sleppa
til Advokatskrivstovuna, og
tað bar heldur ikki til.
–Tá ið Oda so fór í
Tórshavnar kommunuskúla,
fór eg bara eisini har, sigur
Katrin.
Hvat dámar tykkum í
Kommunuskúlanum?
–Okkum dámar ordiliga
væl, og vit trívast væl.
Tær eru samdar um, at tað
er stuttligari at vera lærari
enn næmingur – altso at sita
hinimegin borðið.
–Nú eru tað vit sum
bestemma, og tað virkar
ordiliga løgið, siga tær.
Tær halda, at tað er stuttligt
at vera lærari – í hvussu er í
nakrar dagar.
–Eg helt, at eg fór ongantíð
at tíma at verða lærari, men
tað haldi eg ikki longur,
sigur Katrin.
Katrin og Oda halda, at tað
er strævnari at vera lærari
enn næmingur.
–Jú, hetta er stuttligt,
men eitt sindur strævið
viðhvørt.
Tær halda, at næmingarnir
eru ógvuliga fittir, men eitt
sindur buldrutir viðhvørt.
–Soleiðis man tað vera í
øllum flokkum, siga tær.
Kundu tit hugsað tykkum
at verið lærarar?
–Ja, eftir at hava verið
her í nakrar dagar, kundu
vit faktisk hugsað okkum
tað, siga Katrin og Oda,
sum saman við lærarum
hava undirvíst børnum í 2.
flokki.
Tað
eru
tveir
2.
flokkar
í
Tórshavnar
kommunuskúla.
–Eg havi undirvíst í øðrum
og Oda í hinum, sigur
Katrin.
Í tímunum hjálpa tær
børnunum at rokna og lesa,
um tey ikki duga.
–Vit hava eisini svomið
við næmingunum og skulu
eisini hava fimleik saman við
teimum, siga toftagenturnar,
sum búgva í Havn, meðan
tær eru í starvsvenjing.
Leygarkvøldið fara
tveir spennandi og
sera ymiskir bólkar á
pallin í TB-húsinum.
Talan er um bólkin
200 og lokala bólkin
Ein Blanding
Tónleikur
Leygarkvøldið verður ein
spennandi tónleikablanding
at hoyra í TB húsinum.
Bólkurin 200 fer á pallin.
Bólkurin er vorðin kendur
við tjóðskaparpunki og
ofta argandi tekstum
afturvið væl ljóðandi og
vælspældum punktónleiki.
200 er millum heitu nøvnini
innan føroyskan tónleik í
løtuni. Tað eru Niels Arge
Galán, Mikal Blak og Uni
Árting, ið manna 200.
Bólkurin Blanding er
meira lokalur, men spælir av
og á. Manningin er úr Vági
og av Tvøroyri og talan er
fyri tað mesta um royndar
tónleikarar úr ymsum høp
um. Bólkurin spælir, sum
navnið bendir á, eitt bland
av tónleiki. Alt frá góðum,
gomlum føroyskum, til tað
nýggjasta, ið er at finna
á ymsu hitt-listunum.
Tey, ið manna blanding
eru Jonhild A. Nielsen,
Knút H. Nielsen, Hjalmar
Magnussen, Dagfinn Olsen
og Neil Joensen.
Lagt er upp til eitt
væl blandað kvøld í TB
húsinum leygarkvøldið.
Ákærdur
føroyingur
møtti ikki í
rættinum
Ein 42 ára gamal føroy
ingur varð tann 25.
november í fjør handtikin
við Clickimin ítróttardep
ilin í Hetlandi. Tríggjar
dagar seinni varð hann
í rættinum ákærdur fyri
at hava verið ónærisligur
mótvegis tveimum 9 og 10
ára gomlum dreingjum.
Í rættinum vildi føroy
ingurin ikki viðganga seg
sekan, og tí varð veruligt
rættarmál ásett til 19.
januar. Føroyingurin varð
leyslatin móti at stilla
trygd, men tá rættarmálið
skuldi fyri í gjár, var tann
ákærdi ikki at síggja.
-mørk
Blanding og 200 í TB húsinum
–Nú eru tað vit
sum bestemma!
–Tað er stuttligari at vera lærari enn næmingur, halda tær. Katrin og Oda eru í starvsvenjing í
Tórshavnar kommunuskúla Mynd: Vilmund Jacobsen