fríggjadagur 20. januar 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 15 - 20. januar
Í gjár var ráðstevnan ”Lívsneyðug ráðstevna - RFF 30 ár” í
Norðurlandahúsinum, har fyrilestrahaldarar úr bæði Føroyum,
Danmark og Svøríki luttaka. Tað eru sostatt trýati ár, síðan Ráðið
Fyri Ferðslutrygd varð stovnað. Ferðslutrygdin er eitt hitt størsta
vandamálið í nútímanssamfelagnum. Hóast ráðið hesi farnu trýati
árini hevur gjørt eitt gott arbeiði, so er støðan ikki nøktandi. Tað
henda alt ov nógvar vanlukkur, og eigur tí alt at verða gjørt til tess
at fáa vanlukkurnar at minka í tali. Ferðsluvanlukkurnar kosta
liv og limir. Tær elva til ófatiligar sorgarleikir. Vanlukkurnar
gera ómetaligan skaða á likam og sál umframt, at tær kosta
samfelagnum stórar upphæddir. Her má nakað munagott gerast,
tó eingin hugsar sær, at hetta er ein løtt uppgáva. Ráðstevnan er tann
fyrsta í Føroyum av sínum slagi og fyrireikararnir hava veruliga
lagt seg eftir at gera ráðstevnuna so viðkomandi og fjølbroytta sum
møguligt. Hetta er eydnast teimum til fulnar. Tað varð staðfest
á ráðstevnuni, at vit hava vit onga politiska endamálsorðing á
ferðslutrygdarøkinum, og tískil hava vit heldur onga politiska
virkisætlan fyri ferðslutrygdini í Føroyum. Hetta er spell, og her má
vend koma í. Hinvegin hava vit framvegis ”Null hugsjónina”, sum
allir avvarandi partar eiga at halda rimmarfast um, hóast tað í løtuni
sær svart út fyri hesari sera góðu hugsjón. Vit ivast ikki í, at høvdu
vit ikki havt hesa visión, so var støðan viðvíkjandi ferðslutrygdini
uppaftur verri. Tað ræður um ikki at missa móti, men at seta neyðug
tilttøk í verk til tess at økja um rygdina. Tað er ikki bara her og í
grannalondum okkara at miðað verður ímóti Nullhugsjónini. Við
slagorðunum, ”Ferðslutrygd er Null vanlukkur”, var ferðslutrygdin
evnið á alheims heilsudegnum hjá WHO í 2004 Alt hetta merkir,
at vit nú mugu hava ein ferðslutrygdarpolitikk. Hesin politikkur
eigur at fevna um mál, mið og strategi. Poltikkur skal sostatt fevna
um yvirskipað viðurskifti eins væl og heilt ítøkilig tiltøk. Hesi
tiltøk eiga at fevna um alt frá betri koyrifrálæru og størri krøv til
bilførarar og betri vegir, herundir broytingar í vegakervinum fyri
at gera hetta tryggari. Eisini má setast inn longu í dagstovnum og
í fólkaskúla við ferðslufrálæru.
Til summars verður Norðoyatunnilin latin upp. Hetta annars frálika
framstig hevur eina nógv økta ferðslu sum fylgju. Her er neyðugt
við tiltøkum, sum ikki kunnu bíða eftir einum yvirskipaðum
ferðslupolitiki. Vit hugsa um Lorvík, um strekkið millum Skipanes
og Skálabotn, innkoyringina til Tórshavn o.m.a.
Á ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum vóru fleiri fyrilestrar av bæði
føroyskum og norðurlendskum fyrilestrahaldarum, eins og filmsklipp
og kjakpanel. Í fyrilestri sínum á ráðstevnuna um ferðslutrygd í
Norðurlandahúsinum, hevði Thomas Carlson, fjølmiðlaleiðari
hjá NTF í Svøríki, nakrar viðmerkingar til føroyska vegakervið. Í
fyrilestrinum kom hann eisini inn á føroyska vegakervið. Thomas
Carlson hevur, sum nevnt í tíðindunum frá stevnuni, nú í nakrar
dagar koyrt kring landið og hugt eftir vegakervinum í Føroyum.
Hann staðfestir, at vit hava alt ov lítið av autoverju á høvuðsvegnum.
Serliga har vandi er fyri at bilurin rennur inn í bergið oman fyri, har
mangla vit autoverjur, eisini nógvastaðni er eingin vegøksl og eingin
autoverja. Um ein bilur fer út av vegnum, er stórur vandi fyri, at hann
t.d. endar á sjónum. Eisini heldur heldur hann, at við vegamótini á
landsvegnum, har tveir síðuvegir koma inn á landsvegin, eigur ferðin
at verða sett niður frá 80 km/t til 50 km/t. Myndugleikarnir eiga alt
fyri eitt, at taka atfinningar Carlsons til eftirtektar. Tey viðurskifti,
ið Carlson vísir á kunnu heldur ikki bíða eftir einum yvirskipaðum
ferðslutrygdarpolitikki. Avvarandi myndugleikar eiga at fara til verka
beinanvegin. Sosialurin vil at enda staðfesta, at RFF hevur verið til
mikið gagn hesi 30 árini og ynskið skal verða, at RFF skal fer at
hava hepna hond við virkseminum í framtíðini.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Lívsneyðug ráðstevna
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónssekreterur:
Inna Törnroos inna@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl‑an
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Framvegis
er umstrídda málið
um støðu teirra
samkyndu eyðkent
av misskiljingum
og ósvaraðum
spurningum, heldur
Heini í Skorini
------ ------- -----
Størsta misskiljingin tykist
vera æviga endurtøkan um
»serrættindi« og »serlóg
gávu« til tey samkyndu, sum
nei-síðan tekur upp aftur og
aftur. Tað verður lagt fram
sum um, at samkynd nú
skulu takast fram um allar
aðrar samfelagsbólkar, og
um tú endurtekur eina lygn
nóg ofta, gerst hon til seinast
sannleiki.
Fá tykjast skilja, at egin
leikarnir í anti-diskriminati
ónsparagraffini, sum ikki er
loyvt at diskriminera vegna,
eru universellir, tað vil siga
umfata øll. ØLL hava eina rasu.
ØLL hava ein húðarlit. ØLL
hava ein nationalan uppruna.
ØLL hava ein etniskan
uppruna. Og ØLL hava eina
trúgv (um vit definera trúgv
í breiðastu merking). Og
eins og við øllum hinum
eginleikunum hava ØLL
eisini eina seksuella orient
ering. Við øðrum orðum fær
øll mannaættin innivist í hesi
paragraff, hóast hon sjálvsagt
er ætlað serliga trýstum og
hóttum minnilutum.
Bill villleiddi
Bill Justinussen, løgtings
maður Miðfloksins, nýtti í
Kjakinum í SvF herfyri júst
hesa grundgeving at vísa á, at
rasa, húðarlitur, nationalitetur,
etniskur uppruni og trúgv eiga
at standa í paragraffini. Men
í staðin fyri at halda fram og
taka fullan konsekvens av síni
grundgeving, slapp hann (uttan
átalu frá vertinum) fyri opnum
skermi at billa Føroya fólki inn,
at av tí at allir føroyingar ikki
eru samkyndir, skal paragraffin
ikki víðkast. Nei Bill, víst eru
allir føroyingar ikki samkyndir,
men allir føroyingar hava eina
seksuella orientering, og tað er
tað, sum uppskotið hjá teimum
báðum tjóðveldistinglimunum
snúði seg um.
Tí byggir broytingarupp
skotið hjá Finni og Annitu á
júst sama logikk sum restin
av paragraffini. Allir íbúgvar
í Føroyum eru heldur ikki
svartir, jødar, eystureuropearar
ella pinsar, men tað merkir
ikki, at vit vilja strika teirra
minnilutaverju. Um seksuell
orientering ikki fær innivist í
paragraffini, tí allir føroyingar
ikki eru samkyndir, hví skulu
vit so halda fast við hinar
eginleikarnar, sum í dag eru
nevndir?
Mismunur
Teir mongu játtandi trúgv
andi føroyingarnir eru í dag
tryggjaðir í paragraffini
móti diskriminering vegna
trúgv, og tað er at fegnast
um. Men tað er hugstoytt,
at fleiri av hesum somu ikki
unna sínum medmenniskjum
somu verju, sum tey sjálvi
hava møguleikan at gera
sær dælt av, um tey kenna
seg illa viðfarnan. Og siga
útsagnir varafútans ikki alt?
Um hvalvíksprestur hevði
skrivað slíkt um tilflytarar,
myrk ella baptistar, hevði
hann helst havt eitt rættarmál
við støði í revsilógini. Men
tá tað eru tey samkyndu,
sum standa fyri skotum, er
einki at fara eftir. Tað er
við øðrum orðum revsivert
at hótta, háða og niðurgera
summar minnilutabólkar,
men ikki allar. Vit kunnu ikki
draga aðra niðurstøðu enn,
at her er talan um grovan
mannamun og mismun, uttan
mun til, um vit taka undir
við samkyndum livihátti ella
ikki.
Inkluderandi
demokrati
Vit kunnu bert konstatera,
at týdningarmikla politiska
stríðið fyri tí góða lívinum
og tí felags besta er reduserað
til stríðið fyri mínum góða
lívi og mínum egna besta.
Okkara demokrati tykist
bert vera galdandi fyri
summi, og harvið hava vit
gjørt upp við idealið um, at
eitt demokrati per definitión
er inkluderandi, tað vil siga
umfata øll. Politikkur er djúp
ast sæð ikki annað enn tann
gongd, har vit læra at liva við
ymiskleikunum hjá hvørjum
øðrum. Og konstruktivur
politikkur eigur ongantíð
at snúgva seg um vald, men
um valdsins avmarkingar.
Tað tykist bert ikki vera
veruleikin í Føroyum í dag.
heini_skorini@yahoo.
com
Bluffið um serrættindi teirra samkyndu
Lesandi
heini í
skorini
Túrurin til Turka
lands hjá føroysku
landsliðsleikarunum
og hinum í superliga
felagnum AaB verður
nú kanska av ongum
orsakað av vandanum
fyri fuglakrími
Fótbóltur
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Felagið hjá Jón Róa Jacobsen
og Súna Olsen, AaB skal
eftir ætlan í venjingarlegu í
Turkalandi 29. januar. Men
nú fólk er farin at doyggja
av fuglakrími har, er AaB
leiðslan farin at umhugsa
støðuna, skrivar danska
Ekstra Bladet.
Ítróttarstjórin í AaB Lynge
Jacobsen sigur við blaðið,
at hetta er ein støða, ið AaB
tekur við størsta álvara.
Ferðavinnustovan, ið skipar
fyri túrinum, hevur longu
gjørt eina neyðloysn í Cardiz
í Spania klára, um ferðin til
Turkaland verður avlýst.
Lynge Jacobsen viðgongur,
at hann einki veit um fugla
krím, men at hann er greiður
yvir, at tú ikki eigur at
hoppa í einum høsnagarði,
hetta væntar hann nú heldur
ikki at leikarararnir fara.
Men læknin hjá felagnum
hevur samband við turkisku
heilsumyndugleikarnar, og
metir alla tíðina um støðuna.
Lynge Jacobsen sigur, at í
tílíkum førum er annað í
er týdningarmiklari enn
fótbóltur, og um støðan
knappiliga gerst verri, so
verður neyðloysnin nýtt.
Eisini OB og FC Mid
tjylland skulu til Turkaland
í venjingarlegu. OB hevur
eins og AaB eina neyðloysn
klára, meðan FC Midtjylland
ikki metur støðuna vera
so vandamikla, PR stjórin
hjá FCM sigur við Ekstra
Bladet, at um tú ikki nemur
við fugl ella etur hálvrátt
kjøt, so er eingin vandi. So
tey hava ongar ætlanir um
at halda eina høsnarunga
barbecue.
Fuglakrím kann senda Jón
Róa og Súna til Spania