fríggjadagur 20. januar 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 15 - 20. januar
11
VIÐMERKINGAR
Hvørja ferð tá eg
síggi, at Høgni Hoydal
hevur eina av sínum
longu greinum í
bløðunum, lesi eg
við størsta áhuga,
tí eg veit, at hann
brúkar altíð langar
greinar, tá hann skal
snara veruleikanum
á høvdið. Tað dugir
Høgni nevniliga sera
væl, men tað krevur
altíð eina langa grein,
um tann ætlanin skal
eydnast til fulnar. Tað
er hetta sum ger, at
tær longu greinarnar
hjá Høgna Hoydal
eru nógv betri enn
tær stuttu, sigur Helgi
Abrahamsen
Sosialurin hevði millum
jóla og nýggjár eina sam
røðu við Frank Jensen,
har hesin kom við sera
álvarsomum ákærum ímóti
Fullveldislandsstýrinum
og serliga Høgna Hoydal,
sum var landsstýrismaður
í umrødda tíðarskeiði.
Ákærurnar vóru somikið
álvarsamar, at Høgni Hoy
dal kundi ikki lata tær fara
ósvaraðar aftur við borð
inum, og tað gjørdi hann
heldur ikki. Í bløðunum í
farnu viku kom hann við
eini viðmerking. – Eini av
teimum longu.
Soleiðis verður alt
vent á høvdið
Fyrst nýtir Høgni eina yvir
skrift og ein inngang, sum
eru vend beinleiðis ímóti
Frank Jensen, men síðani
lýsir hann vápnahvíld á tí
frontinum, og fer at skriva
um sítt fantastiska vinalag
við henda góða Frank. Vit
fáa at vita, at teir práta javn
an saman, skemta og støkka
inn á gólvið hjá hvørjum
øðrum (sum heild ein hugna
lig frásøgn).
Tá hetta er fingið upp á
pláss verður avdúkað, at teir
báðir (Høgni og Frank) hava
tosað saman um samrøðuna,
sum stóð í Sosialinum. Við
hesum fær Høgni lesaran at
trúgva, at eingin kennir søguna
í Sosialinum betur enn hann.
Hann er eitt slag av »ovasta
tulkingarmyndugleika«, hvat
greinini viðvíkur, og her
hevur hann rættiliga frítt spæl,
tí neyvan man nakar fara at
ringja til Frank Jensen fyri at
kanna eftir, um alt er júst so
sum Høgni sigur tað vera.
Í næsta broti í greinini er
Høgni Hoydal millummaður
millum Frank Jensen og
Sosialin. Vit fáa nú at vita,
hvat Frank Jensen royndi
at siga við blaðmannin, og
hvussu hann (altso Frank)
ímyndar sær, at blaðmaðurin
skilti boðskapin. Men Frank
Jensen verður misnýttur av
Sosialinum (sigur altso Høgni
Hoydal), tí tað sum Sosialurin
skrivar, er ikki tað sum Frank
Jensen ætlaði at siga. Tað veit
Høgni betur enn øll onnur, tí
hann kennir Frank og hevur
tosað við hann.
Og nú er málið fullkomiliga
koppað á høvdið, tí nú er tað
Høgni Hoydal, sum verjir
»vinmannin Frank« ímóti tí
óseriøsa Sosialinum, sum... –
ja hvat var tað nú hann gjørdi?
– jú blaðmaðurin gloymdi at
ringja til Høgna Hoydal og
biðja um eina viðmerking til
samrøðuna, áðrenn hon varð
sett á prent. Tað sigur Høgni,
at Frank heldur at Sosialurin
átti at gjørt.
Jú hetta er skemt á høgum
støði.
Sosialar betringar
Men tað sum fekk meg at
taka penn í hond er brotið
í greinini hjá Høgna, har
hann sigur, at meðan full
veldissamgongan sat og
minkaði blokkstuðulin,
hendu størstu sosialu betr
ingar í Føroyum í mong ár
og stættarmunurin minkaði.
Hetta er eisini at venda ting
unum á høvdið.
Eg kundi í hesum sambandi
hugsað mær at fingið at
vita ítøkiliga, hvørjar sosi
alar betringar hendu í Før
oyum í tíðarskeiðinum frá
1. januar 2002, tá blokk
stuðulin minkaði, til full
veldislandsstýrið legði frá
sær í desember 2003?
Kann Høgni Hoydal eis
ini siga okkum, hvussu
fíggjarstøðan (og harvið
útlitini fyri framhaldandi
sosialum betringum) broytt
ust í sama tíðarskeiði?
Hvussu stórt var avlopið
hjá landskassanum í 2001
(áðrenn blokkniðurskurðin)
og hvussu stórt var tað í 2003
(aftan á blokkniðurskurðin),
og hvussu stórt hevði tað
verið, um allur blokkstuðulin
hevði verið tikin burtur?
Alternativa
fíggjarlógaruppskotið
Tjóðveldisflokkurin gjørdi
í heyst eitt alternativt fíggj
arlógaruppskot. Hvørjar
sosialar betringar eru at
síggja í tí uppskotinum,
og hvussu stórt er lands
kassaavlopið í 2006 sambært
sama uppskoti?
Um blokkstuðulin ongan
týdning hevur fyri sosialu
vælferðina í Føroyum, hví
skjýtur Tjóðveldisflokkurin
so upp í alternativa fíggjar
lógaruppskotinum, at blokk
stuðulin ikki skal minka við
so mikið sum einari krónu
í 2006? Hvussu stórt hevði
avlopið verið í uppskotinum,
um blokkstuðulin hevði
verið tikin burtur av inn
tøkusíðuni, og hvønn týdning
hevði hetta havt fyri sosialu
vælferðina?
Um vit ímynda okkum,
at
Tjóðveldisflokkurin
broytti sítt alternativa fíggj
arlógaruppskot soleiðis at
blokkstuðulin bleiv tikin
burtur, hvar kundi flokk
urin so hugsað sær at
spart, soleiðis at sparingin
á ongan hátt gekk útyvir
sosialu vælferðina hjá før
oyingum? Kann Høgni
tryggja Føroya fólki, at tað
ikki hevði gingið útyvir tey
veikastu í samfelagnum, um
sparingar fyri meira enn 600
mió. krónur skuldu verið
gjørdar í sambandi við at
blokkstuðulin bleiv burtur?
Nógvir aðrir spurningar
kundu verið settir í hesum
sambandi, men fyribils hevði
tað verið gott, um Høgni hevði
kunnað svarað hesum fáu
spurningunum. Og so kundi
hann eisini í sama viðfangi
sagt okkum, um hann veit,
hvar hasi bondini við Frank
Jensen blivu av.
helgia@logting.fo
Vinmaðurin Frank
Lesandi
helgi
abrahamsen
Nú um degini
skrivar tingmaður
Tjóðveldisfloksins,
tingmaðurin uttan
nakran formellan
valpost, Torbjørn
Jacobsen, grein í
Sosialinum um
sambandstingmannin
Johan Dahl
Tá ið eg hevði lisið greinina,
kom mær til hugs orðini í
yvirskriftini.
Lat meg loypa allan
volapykkin í greinini yvir
og heldur halda meg til
yvirskriftina. Bæði Torbjørn
Jacobsen og Johan Dahl
eru fallittpersónar frá 80-
árunum. Lat meg fyrst byrja
við tí fyrra.
Reiðaravirksemi
hjá
Torbjørn Jacobsen og vin
monnum hans byrjaði við,
at hesir við einum coastara
fingu sær ein av heimsins
bestu sáttmálum við danska
felagið KGH, har danskir
yvirvaldsmenn ráddu, og
grønlendingar máttu gjalda
gildið.
Ein danskur klerkur, sum
seinni gjørdist stjóri í KGH,
var nú besti vinur Torbjørns
og faðir hans.
Soleiðis ríkaðu hesir menn
seg upp, har grønlendingar
goldu heimsins hægstu
frakt, í hesi glæstrutíð, hekk
neyvan myndin av Che í
messuni á »Norðvíksingi«.
Um nakar hevur livað væl
av at avmóða fólk, sum
enn liva í koloniveldi, so er
tað feðgarnir Jacobsen. Tá
ið skútan stóð á turrum, tá
var liðugt við vinskapinum,
sum hevði vart frá klerki til
stjóra.
Eginpeningurin til skip
ini, Norðlandia og Vest
landia var fíggjaður av Sjó
vinnubankanum, hesin banki
var sjálvtøkuborð teirra, ikki
tí, teir vóru ikki aleinaðir?
Jákup
Joensen
skifti
politiska kápu frá radikalum
sjálvstýri til samband, fekk
eisini
svartkalvaloyvið
og havtaskuloyvið frá
Edmundi fyri at koma
inn í sambandsmyrkrið.
Henda avhoppan komst av,
at Sjóvinnubankin, sjálv
tøkuborð hans, ikki longur
lat hann fáa alt, sum hann
var vanur at biðja um og
altíð fekk. Hin Jákup O.,
fekk 5 mill. fyri avhoppan
frá kristnum til radikalt
sjálvstýri, men hesir pengar
vóru úr framtaksgrunninum.
Øll trý skipini ruku, atgongd
til sjálvtøkuborðið var
nú stongt. Eftir var bert
hatur til teir, sum stongdu
sjálvtøkuborðið. Sjóvinnu
bankin og føroyski skatt
gjaldarin mistu yvir 100
milliónir av mistøkum,
sum feðgarnir Jacobsen
gjørdu, saman við besta
vini, tí nú kámaða sam
bandsoraklinum, Bjørn á
Heygum.
Hvat var nú til ráð at taka,
nú ongin brúgv var at standa
á og rópa niður á teir, sum
fingu hálva løn og biðja teir
finna okkurt til døgurða,
lesarin skilur hetta ikki? men
tað ger tú Torbjørn. Neyvan
mátti tú hugsa um døgurðan,
tá tú skrivaði í grein tíni um
at skilja milllum tað sum var
títt og annans. Jú, nú var at
hyggja til beiggja hans, at
finna sær annað far, enn var
sjálvtøkuborðið ikki stongt.
Jú mín sann var eitt til keyps
í fútarættinum, og hvør
møtti upp við bankagaranti
í lummanum, jú besti vin
ur, Bjørn á Heygum, hann
kundi bjóða líka til feðgarnir
Jacobsen aftur áttu eitt skip.
36 milliónir var prísurin,
sjálvt árábarar, sum bjóðaðu,
sleptu við 23 milliónum,
tað var ein føroyingur, sum
starvaðist hjá mærsk sale,
sum ikki helt, at tað var ráði
ligt at fara upp um 23 mill.
hesin kendi jú alt til hvat
eitt skipaslag, sum hetta
kundi sigla inn av peningi.
Men hvat visti hitt nú
kámaða sambandsoraklið,
Bjørn á Heygum, um, hvat
eitt skip kundi sigla inn av
peningi, bert persónurin
var løgfrøðingur, so hildu
menn at hann visti alt,
men tíverri, var hetta ofta
orsøkin til at skip og feløg
fóru á heysin. Stutta tíð eftir
keypið kom skútan, sum nú
var reyðmálað, stevnandi
inn á havnarvág. Stórt gildi
varð hildið umborð, myndir
av skútuni vóru givnar
sum gávur, til minnis um
skilakeyp. Og so hendir
tað, sum árábar spáddu,
tað gekk ikki. Tá 2 ár vóru
liðin, lá skipið svínabundið
í Hirtshals.
Á fremstu síðu í Dimma
lætting stóð at lesa, hvussu
nógvar milliónir sjálvtøku
borðið misti. Men nú bleiv
bananin aftur skrellað, hon
kostaði nú 13 mill. Sjálv
tøkuborðið var nú farið
fallit, men sovorðnir menn
hava konto í nógvum pen
ingastovnum, so reyðmálaða
skútan kundi aftur stevna út
á Atlants breiða hav. Gott
er at vera sparin, men at
enda á havsins botni av
slíkum kleyvarskapi er ikki
sjómansskapur.
Tá siglt verður við norsku
strendur, er tað ein sann
roynd, at tveir mans eru
á brúnni, skipari og stýri
maður, tá umstøðurnar eru
vánaligar.
Torbjørn Jacobsen var
aleinaður á brúnni, rendi á, so
skútan fór til botns, orsøkin
til at hann var aleinaður,
var hon, at stýrimaðurin
skuldi hava yvirtíð, og
hetta vildi hann ikki, hann
fylgdi gomlum siði í Kenn
skipanini.
Men tryggingarpengar
eru góðir at fáa, so nú var
at leita eftir nýggjum fari.
Hesaferð var tað ein gamal
trolari, hann fekk abbasa
navn, farmasiglingin var
nú vorðin ein marra, so
best var at fáa sær fong frá
havsins botni, heldur enn
tann, sum stóð á bryggjuni.
Men tíðin er ein náðileysur
fíggindi, fiskiskapurin eftir
reiða gullinum, varð farin,
so skútan við abbasa navni
liggur nú svínabundin. Les
arin kann sjálvur ímynda sær,
hvussu nógvar pengar Bjørn
á Heygum hevur fingið øll
hesi árini, hann var ráðgevi
og nevndarlimur.
Ja, Torbjørn, løgtingslimur,
uttan nakran formellan
valpost, rukkulívið frá 80-
árunum var stórt. Á den
substansur.
Keltringur heilsar Keltringi
Tvøroyri
símun h.
jensen