fríggjadagur 20. januar 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 15 - 20. januar
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Prógv
Í dag 20. januar 2006 hevur
Helena Holm av Tvøroyri
lokið prógv sum Bachelor
í námsfrøði á Københavns
Pedagog Seminarium.
Prógv
Gunnvá Sniðálvsdóttir á Lofti, hevur tann 13. januar
2006 á Universitetinum í Århus, lokið prógv sum løg
frøðingur.
Jørgen Johansen, Hoyvík, hevur tann 12. januar
lokið prógv sum byggifrøðingur á Vitus Bering CVU í
Horsens.
13. oktober 2005 var Gisli Sveinbjørnsson, Nes Hvalba,
avlærdur sum elektrikkari, hann hevur staðið í læru
hjá Gudmund Larsen, Vágur. Lærumeistari var Eliesar
Hansen.
70 ár
Mikudagin 18. januar varð Anna Saltnes, 70 ár. Dagurin
verður hildin heima leygardagin 21. januar frá kl. 15.00-
20.00.
5. januar fingu Randi Samsonsen, Tórshavn og Mark
Jiménez, Barcelona, eina dóttur á Kolding sjúkrahúsi.
Hon var 52 cm. long og vigaði 3530 gr.
10. januar fingu Barbara Vestergaard og Sigmund Ludvig,
Keypmannahavn, ein son. Hann var 56 cm. langur og
vigaði 3900 gr.
11. januar fingu Mette og Leif Jacobsen, Klaksvík, ein
son. Hann var 47 cm. langur og vigaði 2600 gr.
11. januar fingu Heidi og Bogi Olsen, Klaksvík, ein son.
Hann var 55 cm. langur og vigaði 4350 gr.
12. januar fingu Julianna Rasmussen og Daniel Jacob
Strømsten, Syðrugøta, ein son. Hann var 51 cm. langur
og vigaði 3500 gr.
12. januar fingu Anna Maria og Jakob Duus Miðgerð í
Morud á Fyn, ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði
3780 gr.
12. januar fingu Maria og Pól Niklái Thorkildshøj, Hósvík,
ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 4200 gr.
12. januar fingu Annika Djurhuus og Øssur Hammer,
Søldarfjørður, eina dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði
3200 gr.
15. januar fingu Jenny Hansen, Norðragøta og Atli
Gregersen, Keypmannahavn, ein son. Hann var 54 cm.
langur og vigaði 3820 gr.
16. januar fingu Aslaug Joensen og Arnbjørn í Smiðjuni,
Fámjin, ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 3710
gr.
16. januar fingu Srina Augustinussen og Hans Andreas
Thomsen, Vágur, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og
vigaði 3620 gr.
16. januar fingu Inga Thorkildshøj, Tórshavn og Eli
Müller, Vestmanna, ein son. Hann var 54 cm. langur og
vigaði 3800 gr.
17. januar fingu Anja Soon Madsen, Kvívík og Arni
Mouritsen, Sørvágur, eina dóttur. Hon var 53 cm. long
og vigaði 3700 gr.
17. januar fingu Hjørdis Árnadóttir og Bogi í Gil,
Tórshavn, eina dóttur. Hon var 55 cm. long og vigaði
3600 gr.
17. januar fingu Reigun og Jens Hammer, Syðrugøta,
eina dóttur. Hon var 55 cm. long og vigaði 3750 gr.
18. januar fingu Annette Sørensen og Hans Jákup Ell-
ingsgaard, Glyvrar, ein son. Hann var 54 cm. langur og
vigaði 3250 gr.
18. januar fingu Tórunn Holm, Hvalba og Petur Frank
Joensen, Vestmanna, ein son. Hann var 53 cm. langur
og vigaði 3650 gr.
18. januar fingu Katrin Didriksen Apol, Tórshavn og
Aksel Vilhelmson Johannesen, Klaksvík, ein son. Hann
var 55 cm. langur og vigaði 3850 gr.
19. januar fingu Ann og Rósing Thomsen, Strendur, eina
dóttur. hon var 54 cm. long og vigaði 3700 gr.
Føðingar
15.januar fingu Lív
Gregersen og Aron
Olsen, Odense ein
son. Hann vigaði
4260 gram og var
55 cm.
Brúdleyp
Hósdagin 19. januar 2006 giftust í Havn, Agnas Jakobsen
og Eyðálvur M. Joensen.
Gullbrúdleyp
Sunnudagin 22. februar hava Herborg og Jóhan Petur
Petersen, Norðskála, verið gift í 50 ár. Dagurin verður
hildin uppi hjá Birtu og Kent aftaná kl. 17.00.
Tann 7. desember andaðist
Karin, 100 ára gomul.
Karin var fødd og upp
vaksin niðri við Gjógvará.
Hon var dóttir Katrinu og
Líggjas, tann tiltikna
raska útróðrarmannin. Tað
hendi seg meira enn eina
ferð og tvær ferðina at fyri
at bjarga línuni, máttu hann
krøkja fiskin og kasta hann
út aftur. Tá høvdu teir fulla
last og nógv á dekkinum.
Í mínum uppvøkstri
hevði eg trý hús, ið vóru
nærgrannar. Tey vóru:
Jóhannus í Lon við familju,
Hans á Geilini við familju
og Karin og Elias við fam
ilju. Sannast má, at tað var
ein stór gleði at hava hesi
fólk til grannar. Tað fullu
ongantíð nøkur skeiv orð
millum húsini. Øll vóru trúð
føst í móti hvørjum øðrum
og hittust húsanna millum,
ja, ein dýrgripur at hava tey
í millum okkum.
Karin var ein av teim
raskastu kvinnum, bæði til
hoyna og fiskaarbeiði. Eg
minniast nógv tung tøk, ið
hon tók upp á seg at fullføra.
Tað var oftani ein sá hana
blanda betong og koyra
í formarnar til garð, sum
maðurin hevði stilla upp.
Hetta útinti hon einsamøll.
Karin var gift við Elias frá
Skipanesi.
Har á garðinum, ið eg
vaks upp, eru øll tey gomlu
farin.
Eitt, sum sermerkti Karin,
var at hon leit á sín Frelsara
Jesus. Hon kundi tí millum
annað syngja:
O, Harri Jesus hoyr nú meg
mítt álit set eg á teg,
tú leið meg á tín
himlaveg,
o, tak og leið meg nú,
“Tak og leið meg nú“.
Tak mítt syndatyngda
hjarta,
tak og leið meg nú!
Tað kundi verið nógv at
skriva um Karin og hinar
trúfastu grannarnar, men
tað má tó steðga.
Tey
seinastu
árini
livdi Karin ikki væl,
men hon hevði tað gott á
Ellisheiminum í Runavík.
Men nú er hon sloppin
heim til sín Frelsara, ið hon
elskaði, og kann tí syngja:
Verdugt er lambið, ja,
verdugt er lambið,
leyskeypti okkum tá lívið
hann gav,
Heiður og æru vit Jesusi
ofra,
heima vit eru, nú stríðið
er av.
Har verður frøi, ja, har
verður frøi,
tí at tey frelstu øll náddu
havn!
Har verður frøi, ja, har
verður frøi,
skarin skal lovprísa
Frelsarans navn.
Símun P. Poulsen
Nøkur minningarorð um Karin Joensen í Fuglafirði
Leygardagin 21. januar 2006
fyllir Hans Jákup Michelsen
í Havn 60 ár.
Hans Jákup er havnar
maður, uppvaksin við
Landavegin, har hann eisini
býr og hevur sína egnu
fyritøku.
Foreldrini eru Ása, f.
Christiansen, og Helge Dahl
Michelsen, sáli, vanliga
nevndur Helge í Smæruni. Tey
eru fimm systkin, Kirstin, sum
býr í Danmark, Hans Jákup,
Vagnur, Torbjørn og Leivur,
sum allir búgva í Havn.
Hans Jákup er útbúgvin
radiomekanikari, lærdi hjá
Olivur Næss við Hoydals
vegin. Longu sum lærlingur
sást, at hann hevði sera góð
evnir og gott handalag, og
tí varð hann skjótt álitið á
radiomerkstaðnum. Hann er
tann, sum kennir mest til og
veit mest um biltelefonir í
Føroyum.
Hans Jákup arbeiddi
hjá Olivur Næss til 1978,
tá hann yvirtók umboðini
fyri Storno telefonir og
Blaupunkt bilradio, og
byrjaði sína egnu fyritøku
við handli og verkstaði.
Hann letur eitt nú tele
fonskipanir til tilbúgving
og bjarging, sum t.d. í
Vágatunlinum, og aftur
nú sást hann gera uppmát
ingar í samband við Norð
oyartunnilin.
Men Hans Jákup er annað
enn bert arbeiði og fagligt
dugnasemi. Fyri Landavegin
og alt umhvørvið har hevur
hann verið ein savnandi
og mennandi kraft. Ein,
sum altíð hevur hugsað um
felagsskapin og gjørt sítt til at
halda lív í felagsskapinum.
Hann hevur eisini bát og
er limur í Bátafelagnum
í Havn, er limur í Føroya
Ellisakførum og eigur
motorsúkklu og ein gamlan
Ford Anglia, eisini er hann
virkin limur í Kiwanis
Tórshavn, har hann er
kassameistari og hevur
roknskapin. Hann er ein
ógvuliga disiplineraður
maður og gongur nógv túrar
til fastar tíðir á degum.
Hans Jákup er giftur Gun
hild, f. Simonsen, úr Havn.
Tey eiga børnini: Helgi, sum
býr í Havn, og Hildur, sum
býr í Vestmanna. Gunhild
eigur eisini sonin Hallur,
sum býr í Danmark.
Tey, sum kenna Hans
Jákup, vita, at tú altíð
kanst stóla uppá hann. Hjá
honum er eitt orð eitt orð,
ein maður ein maður. Hevur
tú gjørt eina avtalu við hann,
so heldur hon. Og hann
krevur eisini, at hini halda
orð. Hetta er bara ein av
mongu góðu eginleikunum
hjá honum, og sum eisini
hava gjørt sítt til, at onnur
hava virðing fyri honum
og hansara dugnaskapi og
fakligu professionalismu,
og orsøk til, at hann hevur
klárað at bygt upp eina so
solida fyritøku.
Hans Jákup Michelsen 60 ár