Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-20, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. januar 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 15 - 20. januar 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Kistan við Knudinu Joensen, Oyri, fer úr kapellinum á Lands­ sjúkrahúsinum í dag klokkan 17. Jarðarferðin verður í morgin klokkan 13 úr kirkjuni við Norðskála. Tey ið vilja minnast Knudinu, kunnu lata Føroya felag móti krabbameini eina gávu. Andlát og jarðarferðir Tøkk Vit takka hjartaliga øllum fyri sýnda samkenslu, tá kæri bróður, svágur, pápa- og mammubeiggi, abba- og ommubeiggi okkara Beinir Holm Tvøroyri andaðist og varð jarðaður. Takk fyri blómur, kransar og heilsanir. Takk til tykkum, sum ringdu og vitjaðu inn á gólvið. Takk til tykkum øll, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Hjartaliga takk øll somul. Familjunnar vegna Julianna, Elisabeth og Kári Hertha og Annelisa Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum vístu samkenslu tá góða mamma, vermamma, omma, langomma og olduromma okkara Karolina Maria Arge Argir doyði og varð jarðað. Tøkk til Hera Joensen, prest, sangarar og berarar. Tøkk fyri blómur og kransar og til tykkum, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Tøkk fyri gávur til sjómanskvinnuringin. Dania, Ása, Jórun og Marita Hósdagin 19. januar fylti Jógvan á Fløtti við Gjógv 75 ár. Jógvan á Fløtti er millum manna kendur sum ein framúrskarandi handverkari. Hann hevur í øllum yrki sínum verið nærlagdur og miðvísur sum fáur. Tjóðskaparsinni og hugsjónir hava eyðkent hann frá ungum av. Jógvan er ættaður frá Gjógv. Sonur Sivert og Jacobinu Joensen. Faðirin var jarnsmiður. Móðurin, sum var ættað av Húsum, doyði í bestu árum í barnferð. Jógvan var næstelstur av 5 systkjum, og fór eftir lokna skúlagongd í smiðjulæru hjá faðirinum. Eftir lidna lærutíð starvaðist hann nøkur ár í Havnini. Fyrst í smiðju og síðan sum portørur á Landssjúkrahúsinum. Her hitti hann komandi konu sína Esther, ið er ættað úr Líðini á Tvøroyri. Trongar tíðir vóru um hetta mundi í Føroyum. Jógvan, sum nú var vorðin familjumaður, avgjørdi tí at leita sær arbeiði í Noregi. Har starvaðist hann á skipa­ smiðju í eitt 4 ára skeið, áðrenn hann við familju aftur flutti til Føroya. Heimafturkomin fór hann á maskinskúla í Havn, og eftir lokið prógv sigldi hann sum maskinmeistari í nøkur ár. Hóast hann treivst á sjónum, valdi hann at gerast heimamaður. Eyðvitað dróg familjan, og harumframt tann gamli dreymurin um egið virki. Eisini var áhugin hjá Jógvani stórur fyri bygdamenning. Í fyrru helvt at sekstiárunum búsettist Jógvan so aftur í heimbygdini. Fyrstu árini starvaðist hann sum smiður. Í smiðjuni hjá Jógvani var gjørligt at fáa alt umvælt. Og ikki var óvanligt, at forlornar tenn og brillur fingu ábøt­ur ímillum gravkýr og last­ bilar. Hóast langar dagar í smiðjuni røkti hann eis­ini onnur áhugamál. Fiski­skapur hevur altíð havt stóran áhuga, og tá hann loyvdi sær at fara til útróðrar, lá væl fyri. Serstakliga kalvaveiðan varð mett høgt, og rokdagarnir við Sjúrðabáti hava ikki verið fáir. Enn er met hansara fyri ein einstakan kalvadag ikki tikið í bygdini. Seyðahald hevur ligið frammaliga í huganum. Tá Jógvan kom aftur til heimbygdina, hevði tann illgongda Líðin við Gjógv ligið í órøkt nøkur ár, so­leiðis at seyðurin var vorð­ in vargur. Beinanvegin tók Jógvan stig til saman við einum øðrum gjáarmanni, Andor Sivertsen, sála, at fáa Líðina aftur á føtur. Vargurin varð avtikin og nýggjur seyð­ ur settur við. Síðani røktaði hann í hesum haga við stórum ídni og nærlagni til fyri fáum árum síðani. Í byrjanini av áttatiárunum fer Jógvan undir framleiðslu av elementvørum. Virk­sem­ ið byrjaði í kjallaranum heima við hús saman við konuni og tveimum børnum. Seinni bleiv virkisbygningur reistur, og Element- og Betonvøruvirkið við Gjógv varð sett á stovn. Fá ár seinni var hann stigtakari til og eigari í næsta virkinum, sum stovnað varð í bygdini. Virkini hava givið fleiri arbeiðspláss bæði til gjáarfólk og avbygdafólk. Hóast andróður og bak­ køst, bæði viðvíkjandi bygda­­menning, men eisini persónliga, hevur hetta ikki megnað at kúga ágrýtni og virkisfýsni. Jógvan kann nú í vesturskininum gleðast um at bygdin, hóast fáment, kann bjóða fitt av arbeiðsplássum, ið hann hevur verið oddamaður fyri at stovna. Harumframt dregur Gjógv væl av útlendskum ferðafólki til sín. Og síðani gistingarhúsið Gjáargarður byrjaði sítt virksemi, er bygdin eisini væl vitjað av føroyingum, ið t.d. søkja sær eftirútbúgving og sam­ stundis nýta høvi at njóta bygdafriðin og vøkru nátt­ úruna. Fyri okkum børn var tað at flyta til Gjáar at koma í ein ævintýrheim. Sum vaksin er tað ikki sørt at vit eru stolt yvir Jógvansa avrik fyri Gjáarbygd og yvir at vera ættað frá Gjógv. Hugnaligt er at vitja har norðuri og møta Jógvani í »gomlu smiðju«, har hann tekst við ymiskt handverk, ella sum í løtuni har hann ger bátin kláran til várróðurin og kalvaveiðuna. Og í køkinum stákast konan enn sum áður og borðreiður við tí allarbesta. Við vón um nógv góð ár framyvir. S. N. Jógvan Nónsgjógv 75 ár Dagurin 20. januar. Brøðramessa. Hildin til minnis um teir báðar Fabianus og Seba­sti­ anus. Teir eru ikki brøður, men vórðu fyri trúar sakir tiknir av døgum sama dag í árinum, Fabanus, sum var pávi, umleið ár 250, og Sebastianus – kristin her­­maður – umleið ár 288. Tað sigst, at teir báðir eru jarðaðir undir tí núverandi kirkjuni San Sebastian í Róm. Fabianus er rómverskt ætt­arnavn. Sebastianus er upprunaliga grikst navn, ið merkir heiðurverdur. 21. januar. Agnes, deyð umleið ár 300. Halgisøgan um Sanktu Agnes er ein av teimum elstu frásøgnunum um blóðvitni í fornkirkjuni. Hon vildi giftast heidnum fríggjara og varð tikin av døgum. Grikst navn ið merkir: hin óspilta. 22. januar. Vincentius, deyður umleið ár 300 í Zaragoza. Píndur til deyða undir Diocletianus keisara. Navnið er lanínskt og merkir hin sigursæli. Triðja jóladag fingu vit deysboðini av góða starvs­ felaga okkara gjøgnum 25 rík ár, har Henning var ein av okkara bestu og hollaðstu stuðlum. Fyri nøkrum árum síðan fór heilsan at bila, men Henning tók hetta sinniliga og vantaði og vónaði, at hann fór at vinna heilsuna aftur. Tað sá eisini út til at ganga tann rætta vegin, og Henning hevði gott mót, men so fór aftur at ganga skeiva vegin, og nú varð so fjørður hansara rógvin eftir drúgva og svára sjúkralegu. Vit, ið høvdu tað gleði at virka saman við Henningi, minnast hann sum ein trúgvan og álítandi mann og altíð við tí góða orðinum, men tó ikki uttan sínar egnu meiningar um eitt og annað, ið var uppi í samfelagnum ella okkara millum í felagsskapinum Kiwanis. Hóast Henning hevði nógv um at vera í sínum egna privata starvi, so setti hann altíð tíð av til fundirnar hjá okkum og sama var tá ymisk arbeiði skuldi av­­ rikast. Henningsa partur lá ongantíð eftir. Hetta mundi vera eitt ættarbregði. Frásøgukynstrið dugdi hann sum fáur, og mangan hava vit sitið sum í lestri og lýtt á Henning, tá hann hevur greitt frá onkrum áhugaverdum. Ella tá vit hava sitið í skellilátri, meðan hann hevur sagt frá onkrum skemtiligum. Slík fólk eru gull verd. Í hesum døgum leita tank­ ar okkara til ætt vinir, børn við makum, abbabørn og til tín góða Martha. Vit felagar hansara í Kiwanis Tórshavn lýsa frið yvir minnið um Henning Eysturoy. Kiwanis Tórshavn Minningarorð um Henning Eysturoy f. 04.02.1934 d. 27.12.2005 Lesið