fríggjadagur 20. januar 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 15 - 20. januar
Ráðstevnan um
ferðslutrygd í Norð
urlandahúsinum
hósdagin 19. januar
endaði við einum
kjakfundi um hvussu
ferðslutrygdin skal
skipast í Føroyum.
Fundarfólkið
fekk høvi at seta
spurningar og koma
við uppskotum
Ferðslutrygd
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Ferðsla og ferðslutrygd
er nakað, sum hevur við
okkum øll at gera. Um vit
so eru til gongu ella koyra
í akførum, er vit ein partur
av ferðsluni. Tí er hetta eitt
sera týdningarmikið evni,
sum eisini hevur stóran
áhuga millum fólk. Ikki
minst tá hugsað verður um
hvussu álvarsligar fylgjur
ferðsluvanlukkur hava fyri
tær familjur og avvarðandi,
sum verða meint rakt.
Sum seinasta punkt á
ráðstevnuni, ið Ferðslu
trygd skipaði fyri í Norður
landahúsinum hósdagin 19.
januar, var eitt áhugavert kjak
á skránni, har fundarfólkið
fekk høvi at seta teimum
fimm persónunum í panel
inum spurningar og koma
við uppskotum um tryggari
ferðslu. Í panelinum sótu:
Jón Kragesteen, leiðari á
Ferðslutrygd, Bjarni Djur
holm, landsstýrismaður,
Oyvindur Brimnes, stjóri á
Landsverki, Sunrid Traðará,
politistur, og Rúna Sivertsen,
formaður í Ferðslutrygd.
Nógvir spurningar vóru
settir og svaraðir, og eisini
komu nógv uppskot fram.
Fyrst setti orðstýrarin, Óluva
Zachariassen, spurningin
til landsstýrismannin og
leiðaran fyri Ferðslutrygd
um hvussu langt eru vit
komin við 0-hugsjónini.
Jón Kragesteen svaraði,
at hann hevði latið lands
stýrismanninum álitið um 0-
hugsjónina í 2003, og Bjarni
Djurholm segði, at allar
broytingar í ferðslulógini
verða gjørdar við 0-hug
sjónini sum grundarlag,
og eftir ætlan verður skal
hetta lógarfestast, soleiðis
at tey skiftandi landsstýrini
í framtíðini eru bundin
til at arbeiða víðari við 0-
hugsjónini.
Annars kom nógv sera
áhugavert fram á kjak
fundinum, sum t.d. at øll
skulu læra seg at nýta
trygdarbelti altíð, at politiið
fær arbeiðsumstøður at
brúka meira orku upp á
ferðsluna og kunna geva
bøtur á staðnum, fyri at
sleppa undan ov nógvum
pappírsarbeiði.
Onkur samanbar ferðslu
trygd og alkoholmisbrúk.
Fólk sum ikki klára at hand
fara alkohol verða send í
viðgerð, og tað sama kundi
verið gjørt við bilførarar,
sum ikki duga at handfara
eitt akfar. Teir skuldu havt
møguleika at farið í viðgerð
fyri at læra seg at koyra.
Eisini var komið inn á
hvussu vandamikið tað t.d
er, tá stórir lastbilar fult
lessaðir koyra í samband
við størri arbeiðir. Fyri at
fáa so nógv burturúr sum
gjørligt, verður koyrt við
alt ov nógvari ferð til stóran
vanda fyri aðra ferðslu.
Eisini varð tosað um
klippikortskipanina, sum er
komin í gildi í Danmark við
sera góðum úrsliti.
Øll vóru samd um, at tað
skulu hugburðsbroytingar til
um vit skulu koma víðari við
0-hugsjónini.
Fríggjakvøldið
13. januar skipaði
Herbalife í Føroyum
fyri almennum fundi
í Miðlahúsinum
í Vágsbotni. Har
Gudrun Sigfusson,
sum er útbúgvin
kostráðgevi, helt
fyrilestur um sunnan
kost og tað at lætna
Heilsa
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Vit hava so nógvan skund, alt
skal ganga so skjótt fyri seg,
og vit finna lættar loysnir,
so sum t.d. at eta meðan
vit arbeiða og konsentrera
okkum um alt annað. Vit
fóðra okkum við fast-food,
sum bara ger okkum feit,
samstundis sum vit kropsliga
eru minni virkin, bæði til
arbeiðis og heima. Og fyri
at klára tað dagliga trýstið,
stíva vit okkum av við
onkrum stimbrandi, sum í
longdini ger, at vit gerast sjúk
og noyðast at taka heilivág,
sum ofta hevur hjáárin við
sær, segði Gudrum Sig
fusson á almennum fundi
í Miðlahúsinum seinasta
fríggjakvøld.
Fundurin byrjaði við at
Willi Olsen í Hósvík, ið er
ein av umboðsmonnunum
hjá Herbalife í Føroyum,
beyð øllum at vera vælkomin
og segði frá um Herbalife,
og hvat tað stendur fyri.
Síðan søgdu nakrir brúkarar
frá sínum royndum við
Herbalife, og fólk fingu høvi
at royna ymiskar drykkir.
Eftir tað helt Gudrun
Sigfusson, sum er útbúgvin
tannlækni og kostráðgevi
fyrilestur um sunnan kost
og tað lætna.
Hon tosaði m.a. um
vælferðarsjúkur og segði,
at sambært heimsheilsu
stovninum WHO doyggja
fleiri fólk í vesturheiminum
av yvirvekt og fiti enn tað
doyggja í hungri í restini
av heiminum. Sjey út av
tíggju deyðsorsøkum í vestur
heiminum standast av hjarta-
og æðrasjúkum, krabbameini,
heilabløðing og diabetes
typa2, ella sum hon segði,
lívsstílsdiabetes. 50 prosent
av hesum deyðsorsøkum
kundu verið fyribyrgdar
við broyttum matvanum
og broyttum lívsstíli. Eitt
nú erektiónstrupuleikar og
vantandi evni at gerast við
barn, eru ofta orsakað av
vantandi ernering.
Eisini er tað mangan
so, at húsdýr og onnur dýr
fáa sunnari kost enn vit
menniskju fáa, segði Gudrun
Sigfusson.
Herbalife er ein heilsu
fyritøka, sum varð stovnað
í 1980 í USA. Fyritøkan
leggur serligan dent á at
upplýsa og selja heilsugóð
produkt, ið hjálpa fólki at
lætna við at eta røttu føðina,
samstundis sum tey altíð eru
mett og væl fyri. Produktini
eru ikki at sammeta
við medisin ella nakað
grøðandi, men bert optimal
og avbalanserað føði. Louis
Ignarro Phd., ið er ein av
granskarunum hjá Herbalife,
vann í 1998 eina Nobel virð
isløn innan sálarfrøði og
medisin. Grundað á hansara
gransking er millum annað
kenda produktið Viagra
framleitt.
Tað vóru Kirsten Jacobsen
og Willi Olsen, umboðsfólk
hjá Herbalife í Føroyum,
sum stóðu fyri tiltakinum,
ið var alment. Leygardagin
og sunnudagin vóru skeið
hildin fyri áhugaðum, sum
vildu hava meira at vita um
vørurnar hjá Herbalife og
royna tær. Fleiri upplýsingar
á www.herbalife.com
Fleiri doyggja av yvirvekt enn í hungri
Herbalife umboðsfólkini Willi Olsen (v.m.) og Kirsten Jacobsen
(h.m.) saman við Gudrun Sigfusson, kostráðgeva
Gott kjak um ferðslutrygd
Panelið á kjakfundinum í Norðurlandahúsinum: Jón Kragesteen, leiðari á Ferðslutrygd, Bjarni Djurholm, landsstýrismaður,
Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki, Sunrid Traðará, politistur, og Rúna Sivertsen, formaður í Ferðslutrygd
Mynd: Jens Kristian Vang
Gudrun Sigfusson, kostráðgevi, helt almennan fyrilestur um sunnan kost og tað lætna