fríggjadagur 20. januar 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 15 - 20. januar 2006
15
Jesper Binzer kemur
til Føroyar á Planet
Awards at handa eina
av planetunum. Hetta
er aðru ferð, at Jesper
er í Føroyum, fyrru
ferð var, tá hann við
bólki sínum D.A.D. í
1999 spældi konsert í
Høllini á Hálsi
PLANET AWARDS
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Enn eitt stórt navn úr tón-
leikaídnaðinum hevur boð-
að frá, at hann kemur til
Føroyar í sambandi við
Planet Awards 28. januar á
Hotel Føroyum. Talan er
um Jesper Binzer, sangara í
einum av størstu donsku
rokkbólkunum seinastu 20
árini D.A.D. Vit hava prát-
að við henda fryntliga
rokksangara, um konsertina
á Hálsi í 1999, um D.A.D.
um fortíð, nútíð og framtíð.
Stórsligin náttúra
Jesper Binzer sigur, at inn-
bjóðingin um at sleppa til
Føroyar ein túr er eitt
kærkomi høvið, at vitja
Føroyar aftur. Hann minnist
serliga føroysku náttúruna,
sum verandi stórsligna.
Hetta upplivdu teir sera
sterkt á túri sínum undir
Vestmannabjørgunum.
Hann minnist hetta sum
eina løtu, har hann veruliga
sá, at náttúran er so øgiliga
nógv størri enn vit menn-
iskju. Annars eru minnini
frá Føroya túrinum sera
fjar, sigur Jesper, ið minnist
hetta tíðarskeiðið, sum eitt
sera strongt tíðarskeið hjá
bólkinum. Hann er tó skjót-
ur at leggja afturat, at hann
hevði
ein
útstappaðan
lunda við sær heim.
Mitt í rokinum
Teir fýra Jesper Binzer,
Jakob Binzer, Stig Peder-
sen og Peter Lundholm Jen-
sen, sum stovnaðu Disney
Land After Dark, myndaðu
bólkin frá 1984-1998, tá
trummuleikarin Peter ikki
tímdi longur og fór burtur
úr bólkinum. Hetta var eitt
stórt umskifti, og túrurin til
Føroyar var mitt í rokinum
við at fáa ein nýggjan lim
skoraðan inn í hesa gomlu
eindina.
– Hetta var okkara fyrsta
konsert við nýggja trumm-
uleikaranum Laust Sonne,
og tí vóru vit øgiliga
strongdir. Vit eru ein bólk-
ur, hvørs styrki í stóran
mun liggur í tøttu bondu-
num ímillum limirnar, ið
millum annað koma av, at
vit alla tíðina hava verið
teir somu liminirnir í bólk-
inum, sigur Jesper. Hann
greiðir frá, at talan var um
eina stutta konsertferð við
trimum konsertum, kon-
sertini í Føroyum, eini kon-
sert í Wachen í Týsklandi á
einum tungmálmsfestivali
og á konsert á Skanderborg
festivalinum. Konsertirnar
vóru mitt í framleiðsluni av
fløguni Everything Glows.
Tí vóru løg av hesari fløgu
roynd live í Føroyum fyrstu
ferð.
Plastikurtapottar
Jesper sigur, at hann minn-
ist ikki so væl sjálva kon-
sertina. Men Ítróttarhøllina
á Hálsi minnist hann. Hann
minnist serliga backstage
økið, ið var kaffistovan við
plastikkurtapottum og øll-
um tí, ið hoyrir til eina kaff-
istovu í eini Ítróttarhøll.
Hann sær hetta høvið at
sleppa til Føroyar at handa
einan Planet, sum ein góð-
an møguleika at sleppa aft-
ur til Føroyar og uppliva
landið
undir
minnið
strongdum viðurskiftum.
Hann sigur, at hann
heldur ikki vil leggja skjól
á, at D.A..D vil sleppa til
Føroyar aftur at spæla. Teir
hava verið í sambandi við
ein av føroysku festivalu-
num, og hann vónar, at
hansara ferð til Føroyar,
kann vera við til, at fáa
okkurt at spyrjast burtur úr
hesi avtalu.
– Vit fara á eina langa
konsertferð í summar og
spæla millum annað á
nógvum donskum festival-
um, so stuttligt hevði verið,
um ein føroyskur festivalur
hevði passað inn í skránna,
sigur Jesper.
Bara sláa hart
Konsertin
í
1999
hjá
D.A.D. í Føroyum var
merkt
av,
at
nýggjur
trummuleikari var komin í
bólkin, samanspæli var ikki
líka gott sum áður, og slett-
is ikki líka gott, sum tað er
vorðið síðan hetta. Jesper
greiður frá:
– Tað at fáa Laust inn í
bólkin var ein orkuinn-
spræning. Hann er so øgi-
liga musikalskur - Eg vildi
næstan sagt, at hann er tann
fyrsti ordiligi tónleikarin,
vit hava havt í bólkinum.
Hetta hevur ávirkað okkum
nógv sum bólk. Fyrst og
fremst eru kórini blivin
nógv betri, tað er trummu-
spæli eisini. Men hann gev-
ur eisini nógv í lagskriving-
ini og ger, at nógv ting bara
eru í lagi. Hetta gevur okk-
um eitt nógv størri tónlist-
arligt frælsi, til at gera akk-
urát tað, sum vit hava hug
til at gera. Men umframt at
vit hava lært nógv av Laust,
so hevur hann eisini lært
okkurt av okkum. T.d. at
onkuntíð skal hann bara
sláa hart á trummurnar,
heldur enn at hugsa, um tað
svingar ella ikki.
Í støðugari broyting
D.A.D. hava líka frá fyrstu
útgávunum flutt seg tónlist-
arliga á hvørjari útgávu.
Bólkurin hevur megnað at
fylgt við tíðini og hevur
givið sítt boð uppá nútíðar-
rokk øll árini, tó við einum
sterkum D.A.D. samleika.
Jesper sigur, at hetta er
rættiliga tilvitað, men eisini
viðføtt. Teir hava alla tíðina
havt hug at fylgja við. Hann
sigur, at hann hevur alla
virðing fyri bólkum, ið
spæla sín tónleik og halda
seg til hann. Men hjá
D.A.D. hava teir øll árini
kent seg, sum um teir vóru
partar av tónleikapallinum,
og tí hevur tað verið nátúr-
ligt at flyta seg við honum:
– Tú kanst ikki noyða teg
sjálvan at verða nýskap-
andi, antin ert tú tað ella
ikki. Vit royna at hyggja
innan í okkum sjálvar og
finna tónleikin í okkum.
Tað kann gerast pínligt,
men okkara størstu succ-
essir eru komnar, tá vit
hava flutt okkum longst.
Tildømis tá vit gjørdu No
Fuel Left For The Pilgrims.
Men tað liggur altíð eitt
trýst frá áskoðarunum til at
halda fram í somu rillu,
men tað vilja vit ikki.
Løgini sjálvi eru ikki so
nógv broytt, t.d. kundu vit
væl havt skrivað løgini á
nýggjastu fløguni Scare
Yourself fyri 20 árum síð-
an, men tey høvdu nokk
ikki ljóða soleiðis tá. Eg
haldi, at broytingin er tað,
ið ger, at tað blívur við at
vera stuttligt. Hetta er eisini
orsøkin til, at vit hava gjørt
hetta í 22 ár, og eg vænti, at
vit fara at gera hetta í nógv
ár afturat.
Hetta er ikki bara hand-
verk, men kemur nokkso
nógv innanífrá tí hendir
broytingin í tónleikinum
rættiliga nógv av sær sjálv-
um. Eg haldi ikki, at tað er
møguligt at seta seg niður
og siga, at nú fari eg at
skriva eitt sovorðið lag, tað
ber ikki til.
Besti livebólkur
Heilt frá byrjanini hevur
D.A.D. verið kendur, sum
ein tann besti danski kon-
sertbólkurin, við stórum og
ógvisligum pallframførsl-
um er altíð talan um stórs-
lignar konsertir. Tvær av
konsertunum í fjør tann á
Roskilde Festivalinum og
tann í KB-Høllini vóru
tiknar upp bæði í ljóð og
myndum. Í løtuni situr
bólkurin og ger upptøkur-
nar klárar til tí fyrstu
D.A.D. DVD’ina Scare
Yourself Live. Talan er um
næstan tríggjar tímar av
tónleiki, umframt ymiskt
eykatilfar. T.d. upptøkur frá
degnum tá D.A.D. vórðu
heiðraðir við serligu heið-
urslønini á Nordic Music
Awards í Keypmannahavn
og síðan fóru við flogfari til
Århus, har teir fóru beint á
pallin til eina útselda kon-
sert.
Jesper greiður frá, at
bólkurin sjálvur framleiðir
DVD’ina. Hetta er sera
hart, men eisini spennandi
arbeiði. Men nú, teir hava
sitið fleiri vikur í fram-
leiðsluhølunum við nøsini
niðrið í einum ljóðbland-
ingarpulti, er tað frálíkt at
sleppa burtur úr hesum og
fara til Føroyar saman við
konuni, sigur Jesper, sum
gleðir seg.
Fyri eini viku síðan var
avdúka, at ein onnur av
størstu donsku rokkstjørnu-
num Simon Kvamm kemur
til Føroyar fyri at luttaka á
Planet Awards.
Jesper og hinir í D.A.D. vóna, at teir aftur í summar sleppa á ein føroyskan pall
mynd: Scanpix.dk
Eg vil sleppa aftur til Føroyar at spæla