Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-20, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. januar 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 15 - 20. januar 2006 Janus Rasmussen er ein av teimum, sum hevur møguleikan at vinna fleiri heiðurs- lønir á stóra galla til- takinum »Planet Aw- ards«. Besti sangari, besti bólkur og besti nýggi bólkur eru tær heiðurslønirnar, sum Janus og hansara Lama Sea hava møgu- leika at fáa í sekkin PLANET AWARDS Rókur Jákupsson Jakobsen rokur@sosialurin.fo Vit sum kenna bólkin Lama Sea vita, at teirra tónleikur umboðar tað, sum danir kalla »fest og ballade«. Men teir eru eisini frálíkir tónleikarar, ið spæla krevj- andi tónleik, sum við vissu fær áskoðarar uppá kók. Á palli geva Lama Sea so nógva orku frá sær, at tú sum áhoyrari verður drigin við inn í teirra litríka al- heim, og tað er ikki minst einum manni at takka. Jan- us Rasmussen, sangari í Lama Sea, er avgjørt tann miðsavnandi á pallinum, tá ið Lama Sea spæla. Hann gevur áskoðarunum nakað eyka - hann gevur teimum eina veldiga uppliving av orku, pínu og gleði. Hann syngur væl, hann er energiskur, hann sær gott út, altso hann er hin full- komni frontfigururin. Sangarin Fyri at skapa eina greiðari mynd av Janus Rasmussen sum sangara og tónleikara, fingu vit okkum eitt prát við hann. Spurdur um, hvussu hann sjálvur vil lýsa seg sum sangara, greiður Janus soleiðis frá. _ Eg havi ongan serligan sangstíl. Eg royni at halda meg leysan frá øllum stíl- um og genrum og vil bara vera opin fyri tí, sum klæð- ir tónleikinum, greiðir Jan- us frá. Vit sum hava upplivað Janus Rasmussen á palli, hava lagt til merkis, at hansara stílur er heilt øðr- vísi enn stílurin hjá øðrum føroyskum sangarum. Hann hevur eina ótrúliga breiða rødd - hetta skal skiljast á tann hátt, at hann meistrar tað lága og tað høga. Vit hoyra hann ofta skríggja við tí hvøssu fal- settrøddini. Men tað sum blaðmaðurin metir vera ser- eyðkenni hjá Janus Ras- mussen sum sangara, er hansara bretska úttala. Hansara úttala minnir um sangarar sum Damien úr Blur, meðan hansara kátu skríggj minna um soul meistaran Little Richard. Janus fortelur okkum, at hann ongantíð veruliga hevur fingið frálæru í sangi, men tó so hevur hann saman við teimum flestu í Lama Sea manning- ini, tónleik á hástigið í studentaskúlanum. Janus er tilnevndur í greinini »Besti sangari«, og vit spurdu hann, hvussu hann kendi seg í samlag við Kim Hansen, Kára Sverris- son, Brandur Karlsson Jac- obsen og Teitur Lassen. – Hmmm, eg kenni meg rættiliga lítlan við síðuna av teimum. Hetta eru stór nøvn, sum hava prógvað sítt virðið, sigur ein lítillát- in Janus Rasmussen. Prátið fall eisini inn á hansara útsjónd. – Tað er altso ikki eg, sum eri pretty boy í Lama Sea, sigur Janus skemtiliga. – Tað er ein annar, sigur hann nokkso opið og loyvir okkum øðrum at gita, hvør tann rætti pretty boy er í Lama Sea. Besti bólkur Lama Sea eru eisini til- nevndir sum besti bólkur, men eisini her er kappingin sera hørð. Hinir bólkarnir eru 200, Makrel, Marius og Go Go Blues eru kapping- arneytarnir hjá Lama Sea. Men hvussu vil Janus lýsa tónleikin hjá Lama Sea? Janus fortelur, at Lama Sea er ein frískur nýggjur bólkur, sum spælir ein øðr- vísi tónleik, enn vit eru von við her í Føroyum. Hann heldur, at tónleikastílurin hjá Lama Sea er eitt bland av ymiskum genrum, so tað er ikki so einfalt at geva tónleikinum eitt navn. Allir í bólkinum lurta eftir ym- iskum sløgum av tónleiki, og sostatt fáa teir einstaki limirnir íblástur úr ymisk- um genrum. Hetta gevur tónleikinum eitt spennandi krydd, metir Janus Ras- mussen. Men hann vísir eisini á, at hinir bólkarnir í hesi til- nevningini eru sera feitir, so hann er heldur ivasamur um møguleikarnir hjá Lama Sea at vinna heiðurs- lønina fyri besta bólk. Og hvat so? Av tí at Lama Sea er ein rættiliga nýggjur bólkur, so er tað eisini upplagt at práta leysliga um framtíðarætl- anirnar hjá bólkinum. – Okkara fyrsta mál er at vinna eina award, sigur ein skemtandi Janus Rasmus- sen. Hann greiður frá, at bólkurin ætlar at spæla so nógv sum til ber, og harvið gerast betur. Teir hava ikki nakrar beinleiðis ætlanir um at taka eina fløgu upp í løtuni. – Vit fara at útgeva eina fløgu, tá ið onkur vil hava okkum at útgeva eina fløgu, sigur hann. Hann heldur ikki, at tað er ráðiligt at gera eina fløgu bara fyri at gera eina fløgu. Tað skal vera ein ordiligur eftir- spurningur, og tónleikurin skal eisini vera klárur til tað. Hann vísur á, at fløgan ikki endiliga skal gerast í Føroyum. – Vit hava sjálvandi am- bitiónir um at gerast full- tíðar tónleikarar, men bólk- urin er so mikið nýggjur enn, at vit ikki hava gjørt okkum teir heilt stóru tank- arnar um hetta enn, greiður hann frá. – Fyri okkum er tað um- ráðandi at vera seriøsir, tá ið tað snýr seg um tónleik. Og hetta er eisini nakað, sum eftirhondini er um at gera seg galdandi í føroysk- um tónleiki. Teir bólkar sum arbeiða seriøst við tón- leikinum, klára seg eisini betur. Hygg bara eftir teim- um bólkum, sum eru til- nevndir í Planet Awards. Hetta er alt bólkar og ein- staklingar, sum arbeiða hart og seriøst við tónleiki, og sostatt haldi eg, at vit kunnu siga at tónleikurin hevur tað gott í Føroyum, sigur Janus Rasmussen at enda. Janus Rasmussen - lítillátin & garvillur! – Okkara fyrsta mál er at vinna eina award, sigur ein skemtandi Janus Rasmussen úr Lama Sea. Hann greiður frá, at bólkurin ætlar at spæla so nógv sum til ber og harvið gerast betur. Teir hava ikki nakrar beinleiðis ætlanir um at taka eina fløgu upp í løtuni Mynd: Henning Nicodemussen