Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-20, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. januar 2006síða 17

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 15 • Fríggjadagur • 20. januar 2006 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Verjuspælari biður barndómsfelagnum í Klaksvík farvæl og fer nú at umboða GÍ, sum framvegis leitar eftir styrki til álopið og millum stólparnar GÍ Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Ein klaksvíkingur, sum býr og arbeiðir í Klaksvík, og sum higar­­til bara hevur umboðað KÍ, fer hetta kappingarárið at spæla við GÍ. Talan er um miðverjan Niclas Niclasen. Avtalan um samstarv sum var millum Niclas og KÍ er strikað, og GÍ og Niclas hava gjørt avtalu um samstarv. Tað váttar GÍ formaðurin, Brand­ur Jacobsen, sum sigur seg vera fegnan um, at tað nú hevur eydnast at fáa tveir stinnar verjuspælarar at styrkja um GÍ liðið. Hin er gamli GÍ kenningurin Poul Ennigarð, sum í fjør spældi við ÍF. Ætlanin var annars, at Niclas eisini í ár skuldi spæla við KÍ. At einki verður burtur úr tí ætlanini kemst av, at verjuspælarin ikki er sinnaður at ganga undir allar treytir­nar, sum nýggi KÍ venjarin, Tony Paris, hevur sett spælarunum í Klaksvík. Tí metti venjarin, at tað var best fyri allar partar, at spælarin fann sær nýtt felag, sigur John William Joensen frá KÍ. Og nú er greitt, at Niclas fer at spæla við GÍ. Í fjør vandi Niclas Nicla­ sen, sum er 26 ára gamalur, eitt skifti við B36, men tá ið alt kom til alt spældi hann kortini við KÍ. Leita framvegis Fyri stuttum hevur GÍ havt tveir útlendskar spælarar til royndarvenjingar. Talan var um ein málverja og ein álops­ spæl­ara, sum báðir hava roynt seg í AGF. Teir vandu nakrar ferðir eftir ársskiftið við GÍ, men nú eru teir farnir avstað aftur. –Vit hava ikki tikið endaliga støðu til, um vit skulu bjóða teimum samstarv ella ikki. At hesir útlendingarnir vóru her og royndarvandu komst sjálvandi av, at vit halda okkum hava brúk fyri spælarum, sum kunnu vera við í kappingini um mál­ verjuplássið og eitt pláss í álopinum. Men um talan skal verða um samstarv við út­lendskar spælarar, so skulu tað vera spælarar, sum heilt týðu­liga eru stinnari enn teir, sum vit longu hava, stað­ festir GÍ formaðurin Brand­ ur Jacobsen, sum saman við hinum í GÍ framvegis hev­ur eyguni við, hvørjar møguleikar teir hava fyri at styrkja um liðið. Hóast FSF-góð­­ kenn­ing av spælara­ sátt­málum er eitt krav, eru tað bert fýra av teimum tíggju feløgunum í Formula-deildini, sum hava slíkar sáttmálar. AB og B71 eru feløgini, sum hava flestar spælarar við góðkendum sáttmálum FSF-sáttmálar Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Skal ein spælarasáttmáli hava gildið innan føroyska fótbóltsheimin, so er eitt krav, at hesin er góðkendur av FSF. Tað hevur verið reglan, sum føroyskur fótbóltur hevur arbeitt eftir, og í ávísum førum hevur hetta skapt trupulleikar hjá feløgum, tá tey ikki hava havt sáttmála við spælara, sum tí er farin í annað felag. Nakað sum fleiri ítøkilig dømi hava verið um seinastu trý-fýra árini. 57 sáttmálar íalt Eftir stóra málið um spæli­ loyvi í fjør, har KÍ og B36 vórðu dømd at tapa dyst­ir sínar í kappingini um Løg­ manssteypið, vóru boðini frá FSF, at tað í størri mun skuldi vera alment gjøgnumskygnin í loyvisgevanini. Eitt, sum tá varð nevnt, var at øll spæliloyvi skuldu leggjast út á heimasíðuna, og nú hevur FSF tikið fyrsta stigið mótvegis hesum. Í fyrsta umfari er talan tó um yvirlit yvir sáttmálabundnar spælarar, og fyri nógv man hetta vera skelkandi lesnaður. Tilsamans hava bara 57 sátt­ málar FSF-góðkenning, og av hesum eru bara teir 40 í Formula-deildini. Tað vil við øðrum orðum siga, at verður sæð burtur frá hesum 40 sáttmálabundu spælarum, eru allir spælarar í í Formula-deildini í veru­leik­ an­um fríir fuglar. Sjálvandi hevur ein sáttmáli gildi skilt soleiðis, at feløg kunnu velja at fara rættarliga vegin, um talan er um sáttmálabrot. Men hvat spæliloyvum og til­ knýti til felag viðvíkur, hava ikki-góðkendir sáttmálar altso ikki gildi. Vil ein spæl­ari, sum ikki hevur FSF-góðkendan sáttmála skifta felag, kann hetta ger­ ast sambært reglunum fyri áhugaleikarar. Og tað átti alt annað líka at verið eitt satt ræðsluscenario fyri feløgini. Skal metast eftir yvir­lit­in­ um á www.football.fo, so er hetta tó ikki nakað, sum hevur serliga stóra ávirkan á leiðslurnar í feløgunum. Bara fýra av teimum 10 feløg­unum í Formula-deildini hava sáttmálabundnar spæl­arar yvirhøvur, og hjá onkr­um felag er talan um spælarar, sum eru bundnir at felagnum við atliti at fram­tíðini, heldur enn sum týðandi partur av hópinum her og nú. Verður hugt at yvir­lit­ inum yvir góðkendar spæl­ ara­sáttmálar, sum FSF nú hev­ur lagt út á heimasíðu sína, so tykist hetta tó ikki at hava serliga stóran ávirkan á ymsu fótbóltsfeløgini. Í deildini, sum helst kemur at eita 1. deild í komandi kapp­ingarári, tykjast tað fyrst og fremst vera AB og B71, sum hava aktað boðini úr FSF, meðan Sumba hevur ein spælara skrásettan. Hes­ in er málverjin hja felag­ num, Marcin David. Við samanleggingini av VB og Sumba í huga, er tó kanska rætt­ari, at hesin verður rokn­ aður sum heimahoyrandi hjá VB í Formula-deildini. Fullfíggjaði listin yvir spælara­sáttmálar kann síggjast á heimasíðuni hjá FSF, www.football.fo. Zidane setir skógvarnar á hillina Franski miðvallarin Zinedine Zidane gevst við fótbóltinum eftir HM-enda­spælið í summar Hetta skrivar spanska blaðið AS, sum sigur víð­ ari, at Zidane hevur boðað leiðsluni í Real Madrid frá, at hann ikki ætlar sær at halda fram í felagnum eftir summarsteðgin. 33 ára gamli Zidane hev­ur sáttmála við Real Madrid, ið rennur til summ­arið 2007, men hann ætlar sær ikki at spæla so leingi. Hóast Zidane skoraði trý mál í dystinum ímóti Sevilla sunnudagin, hevur hann ikki víst ta stórspæl, ið hann er so kendur fyri, seinastu tíðina. Zidane valdi saman við øðrum garvaðum leikarum at venda aftur til franska landsliðið, tá tað stóð á gomlum nøgl­ um undir seinastu undan­ kapping, og hann verður vænt­andi at síggja á lið­ num í Týsklandi í summ­ ar, men tað verður eftir øllum at døma seinastu ferð, at hann luttekur á hægsta stigi. Zizou, sum hann eisini verður nevndur, er kosin heimsins besti fót­bóltsspælari tríggjar ferðir, og hann var eisini ein av berandi kreftunum á tí franska liðnum, sum vann HM á heimavølli í 1998 og EM í Hollandi tvey ár seinni. Zidane hevur har­um­ framt fingið tittulin Légion d´honneur fyri síni avrik fyri franskan fót­bólt, og hann fekk eis­ ini heiðurin at bera fakk­ ulin, tá olympisku leikir­ nir í Athen vórðu settir í 2004. Bara fýra Formula-feløg hava sáttmálar Eitt nú er merkisvert at síggja, at hvørki Skála ella B36 hava ein tann einasta spælarasáttmála skrásettan í FSF-góðkenningini Niclas fer um fjørðin ■ Feløg uttan sáttmála B36 Skála ÍF VB GÍ B68 ■ Feløg við sáttmála Formula-deildin HB 11 EB/S 8 KÍ 9 NSÍ 4 1. deild Sumba 1 B71 12 AB 12 FAKTA