Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-20, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. januar 2006síða 18

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 15 –20. januar VB noyðist at vera avgjørda lykla­ spælaran fyriuttan, tá tær sunnudagin vitja hjá Neistanum Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Fleiri ferðir hevur verið tikið til, at dystirnir hjá kvinnunum í FM-enda­spæl­ in­um ikki hava tann stóra týdningin. Hetta tí øll fýra liðini kortini verða partur av hálvfinalunum, sum verða á skránni í mars mánaði. Sannleikin í hesum kann tó helst dagførast nakað, tí tað er lítil ivi um, at Stjørnan, VB og Neistin øll heldur enn gjarna vilja standa ova­ st, tá FM-endaspælið er liðugt. Fremsta liðið fær nevn­liga tær á pappírinum lættastu hálvfinalurnar, og tí munandi betri sannlíki fyri einum finalusessi. Í veruleikanum merkir hetta, at Stjørnan, VB og Neistin øll vilja stríðast fyri oddasessinum, sum VB í løguni liggur best fyri at taka. Nakað sum vágskvinnurnar sjálvar syrgdu fyri, tá tær sein­asta vikuskifti vunnu trupla útidystin í Klaksvík. Tað var tó ein dyggur smeit­ ur fyri VB, at tær í sama dysti mistu Daivu Toumaite, sum fekk reytt kort miðskeiðis í seinna hálvleiki. Tað merkir, at hoon er leik­ bannað til dystin hesaferð, og so er spurningurin, hvussu VB tacklar ta støðuna. Ferð eftir ferð hevur verið sagt, at VB stendur og fellur við spælin­um og skotstyrkini hjá Daivu. Um tað veruliga er so, fæst so ein ábending um sunnudagin. Hin dysturin í FM-bólkin­ um verður millum Stjørnuna og Kyndil. Kyndil var í grund­ spælinum einasta liðið, sum megnaði at basa Stjørnuni, men kortini má Stjørnan her metast sum risa-favorittur. Stendur á hjá VÍF Í niðara bólkinum vann StÍF sær tvey sera týðandi stig, tá tær í Vestmanna vunnu á liðnum, sum annars hevur verið roknað sum tað sterkasta í bólkinum. Tað hevur samstundis lagt stórt trýst á VÍF, sum nú nærum ikki hevur ráð at kiksa á Giljanesi, tá tær vitja hjá Søljuni. Hjá VÍF hevur spælið ikki koyrt serliga væl í endaspælinum, meðan Søljan hinvegin fekk eitt veld­ugt lyft við sigrinum á Tjaldri seinast. StÍF skal á heimavølli taka ímóti Tjaldri, sum enn ikki hevur vunnið dyst í ár, hóast stór framgongd hevur verið í sjálvum spælinum. Og skal liðið bjarga sær undan niðurflytingini, er tað skjótt eitt krav, at talan verður um tvey stig sunnudagin. Í øllum før­um kann uppgávan gerast meira enn vanliga torfør, um talan enn einaferð verður um tap. Í ársins útgávu av Atlantic Airways- kappingini er talan um brak mest sum hvørt umfar. Hesaferð er tað tað dysturin á Skála, sum størsti spenningurin er um í oddastríðnum, sum sjáldan hevur verið somikið javnt, sum tað er í løtuni. Dummaðu seg seinast Og sum so skuldi stríðið kanska verið enn javnari. Við tapinum fyri KÍF sein­ asta vikuskifti dummaðu stran­dingarnir seg í øllum før­um av álvara, soleiðis at teir mistu tvey sera, sera týðandi stig. Tvey stig, sum væl kunnu merkja munin mill­um ein finalusess og eitt fjórðapláss, tá alt verður lagt saman um fáar vikur. Tí er trýstið kanska eisini eyka stórt á StÍF, nú teir skulu royna at endurtaka trygga sigurin á Kyndli frá fyrra hálvfinaluni. Í mun til ta ferðina er StÍF eisini betri fyri við fólki, og so er spurningurin, hvussu klár­ir spælararnir eru í høvdinum. Júst hetta hevur ofta verið stóri trupulleikin hjá liðnum. Men samstundis er tað ein sannroynd, at hes­in trupulleikin mest sum bara hevur snúð seg um tær á pappírinum løttu upp­gávurnar. Er talan um stórdyst, sum liggur fyri framm­an, munnu fá lið í landinum hava so góðar eginleikar at seta seg sjálvar upp, sum strandingar hava tað. Kyndil hevur hinvegin held­ ur ikki ráð at missa nakað serligt. Eitt tap á Skála vildi í sjálvum sær ikki verið nøkur vanlukka. Men soleiðis sum gongdin hevur verið seinastu vikur­nar, er ein succes- uppliving harðliga tiltrongd hjá liðnum. Ikki minst, tá hugsað verður um, hvussu strævin skráin annars kann tykjast komandi vikuna. Vandamikla KÍF Hinir báðir dystirnir um vikuskiftið hava á pappírinum greiðar favorittar. Í Havn kemur VÍF á vitjan hjá Neistanum, sum enn eru púrasta blankir, tá sæð verður burtur frá fyrsta dystinum hetta kappingarárið. Heldur ikki hjá koll­firðing­ um hevur vignast nakað ser­ ligt. Men við sigrinum á StÍF góvu teir enn einaferð sjón fyri søgn, at altíð stríðast til seinasta bríksl, og at tað tí er sera vandamikið ítriv at undirmeta liðið. Nakað sum hoyvíkingar ivaleyst eis­ini vilja vara seg fyri sunnudagin. Nú er toppdysturin á Skála Strandingar hava alstóran tørv á eini endurtøku av sigrinum á Kyndli í steypakappingini. Kyndil hinvegin hevur avgjørt ikki ráð at lata nakað frá sær fyri einki VB uttan Daivu Daiva Toumaite er leikbannað sunnudagin, og so fæst sjón fyri søgn, hvørt tað eina og aleina er henni at takka, at VB er partur av oddastríðnum Tríggjar ferðir verður talan um uppgerðir millum tvey av teimum fýra ovastu liðunum í meistaradeildini hjá kvinnum flogbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Higartil í ár hevur tað verið Dráttur, sum hev­ur sett dagsskránna í meist­ aradeildini hjá kvinnum. Í øllum­ førum, tá tosað veðrur um landskappingina, tí steypa­finalan verður uttan luttøku frá kvinnunum av Giljanesi. Í landskappingini hava tær tó ikki verið at steðga, og koma tær heilskalaðar gjøgnum hetta vikuskiftið, er ilt at síggja, hvussu tær skulu steðgast yvirhøvur. Sjálvar skulu tær hjá Drátti tvær ferðir í eld­in, og eru tað báðir steypa­ finalistarnir, sum standa fyri framman. Samstundis sum hesir dyst­ir kunnu fáa avgerandi ávirkan á, hvussu oddurin í landskappingini fer at skap­ast, verður talan eisini um týdningarmiklan dyst hjá SÍ, ið er næsta liðið á talvuni. Tær skulu takast við TB leygardagin, og tann dysturin fer kanska meira enn nakar annar at geva eina ábending um, hvussu hóttanin frá SÍ til grann­arnar verður komandi tveir mánaðirnar. Og loksins, so fara hesir dyst­ir eisini at staðfesta, hvørt TB og ÍF veruliga eru nøkur hóttan móti hinum liðunum, ella um tey bæði bara skulu sessast við at gera av, hvør teirra kann kalla seg steypavinnara í ár. Hjá monnunum verður talan bert um ein dyst hetta vikuskiftið. Hesin er sunnudagin, tá Fleyr tekur móti ÍF. Toppurin kann kvettasta Toftamenn bjóða øllum dreingjum og gentum til fótbóltskapping í vikuskiftinum 11. og 12. februar FÓTBÓLTSKAPPING Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hetta er góð tíð fyri innan­ dura­kappingar í fótbólti. Eitt av feløgunum, sum á hvørjum ári bjóðar dreingj­ um og gentum at kappast, er B68. Soleiðis er tað aft­ur í ár. Í lýsing bjóðar B68 øllum dreingjum og gentum at taka lut í innandurakapping í ítrótt­ ar­høllini í Runavík í vikuskiftinum 11. og 12. februar. Kappingin verður nevnd Bassa Cup, og tað er Føroya Sparikassi, sum er høvuðsstuðul. Kappast verður í ellivu bólkum. Yngstu bólk­ arnir eru pinkur og pinkulingar, sum eru 6-7 ára gomul, og tær elstu á gentusíðuni eru gentur 14- 17 ár. Unglingarnir, sum eru 16-19 ára gamlir, eru elsti aldursbólkurin hjá dreingjunum. B68 sigur, at síðsta freist at boða frá luttøku er 5. februar. B68 Bassa kapping 31 ára gamli Hans á Lag hevur eftir øll­ um at døma spælt sín seinasta dyst fyri besta mansliðið hjá HB. Hetta staðfestir spælarin í sam­røðu við Dimmalætting týsdagin. FÓTBÓLTSKAPPING Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hans hevur í eina tíð verið plágaður av afturvendandi skaða í knænum. Seinnu kapp­ingarhálvu í fjør gjørdust trupulleikarnir enn meira sjónligir, og sjálvur sigur Hans nú, at hann kennir seg noyddan at steðga nú. - veruleikin er, at eg havi eitt vánaligt knæ, sum neyvan heldur til meira toppfótbólt, sigur spælarin við Dimmalætting. Hans hevur frá barnaárunum spælt í HB, og á besta liðnum er hann skrásettur fyri 181 dystir. Í hesum hevur hann skotið 32 mál. Fýra ferðir hevur hann verið føroyameistari við felagnum, og tríggjar ferðir hevur hann verið partur av vinnandi liðnum í finaluni um Løgmanssteypið. Hans noyddur at gevast