fríggjadagur 20. januar 2006síða 20
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 15 - 20. januar 2006
Felagsinnskriving í Tórshavnar
kommunalu skúlar og frítíðarskúlar
skúlaárið 2006/2007
Skúlarnir í Havn, Hoyvík og á Argjum
Foreldur ella verjar, ið ætla at lata barn/børn fødd fyri 1. januar 2000 í 1. flokk í Argja
skúla, Venjingarskúlanum, Tórshavnar Kommunuskúla, Sankta Frans skúla,
Eysturskúlanum ella Hoyvíkar skúla næsta skúlaár, verða biðin at siga frá í býráðs-
salinum týsdagin 24. ella mikudagin 25. januar 2006.
Innskrivingin
í allar omanfyrinevndu skúlarnar er í býráðssalinum týsdagin 24. og mikudagin 25.
januar, báðar dagarnar frá kl. 15.00 til 18.00. Havið avrit av dóps-/ navnabrævi við.
Eisini ber til at ringja í býráðssalin somu tíð tlf. 254010.
Mentamáladeildin skipar fyri einari felagsinnskriving. Pláss er ikki fyri øllum teimum
næmingunum, sum búgva næst við ávísan skúla í býnum, tí er neyðugt at flyta næmingar í
skúla, har pláss er.
Skúlaumbøn
Tað ber til at biðja um at fáa barn/ børn í ein av skúlunum. Mentamáladeildin fer saman við
skúlastjóranum at kanna eftir, um tað er gjørligt, sum plássviðurskiftini í skúlanum eru. Tá
ið felagsinnskrivingin er liðug, fær hvør skúli boð um, hvørjir næmingar skulu koma í 1.
flokk.
Argja skúli
Næmingar í Argja skúla fara í skúla kl. 11.45, men kunnu fara í frítíðarskúla fyrrapart.
Skúlarnir uttanfyri høvuðstaðarøkið
Kollafjarðar skúli
Innskrivingin í Kollafjarðar skúla er í skúlanum týsdagin 24. januar kl. 15.00. Børn, ið
skulu í frítíðarskúla, kunnu verða innskrivað í skúlanum somu tíð, sum innskrivingin er.
Kaldbaks skúli
Innskrivingin í Kaldbaks skúla er í skúlanum týsdagin 24. januar millum kl. 16.00 og
17.00 ella á tlf. 302520.
Velbastaðar skúli
Innskrivingin í Velbastaðar skúla er í skúlanum ella á tlf. 302505.
Nólsoyar skúli
Innskrivingin í Nólsoyar skúla er í skúlanum ella á tlf. 302465.
Hests skúli
Innskrivingin í Hests skúla er í skúlanum
.
Frítíðarskúlin
Børn, ið skulu í frítíðarskúla, kunnu verða innskrivað í býráðssalinum somu tíð, sum
felagsinnskrivingin er. Eisini fáast umsóknarbløð til frítíðarskúla í Snarskivuni, á heima-
síðu kommununnar (www.torshavn.fo) ella á tlf. 302010.
Meiri fæst at vita
um innskrivingina í skúlunum ella í mentamáladeildini, Jákupi Simonsen, mentamála-
leiðara, tlf. 302010.
Tórshavnar kommunalu skúlar og frítíðarskúlar
Mentamáladeildin
ella á tlf. 328107
Húsini Argjavegur 36 til sølu
Í húsinum eru 2 íbúðir.
Onnur er umleið 125 m2:køk-
ur,stova,5 kømur,wc og bað.
Hin er umleið 50 m2: køkur,
stova,2 kømur,wc við brúsu.
Eisini er handilshøli við skrivstovu,umleið 130 m2,og kjallararúm (goymslurúm)
og fýrrúm, ið er umleið 90 m2.
Samlaða gólvvíddin í húsinum er umleið 390 m2.
Garaga hoyrir eisini til ognina.
Grundøkið er 554 m2.
Húsini eru egnað til ymisk endamál. Útsýnið er sera gott.
Áhugað kunnu frætta nærri á
Tlf. 443045