Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-20, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. januar 2006síða 21

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 15 - 20. januar 21 Talan er helst um meiri enn 100.000 tons um árið. Umboð fyri umhvørvis- verndarfelagsskapin Green- peace skipaðu í gjár fyri einum mótmælistiltaki uttan fyri høvuðsskrivstovuna hjá Findus í Malmö. Mótmælið hevði samband við, at svenska sjónvarpið TV4 hevur avdúkað, at Findus keypir nógvan tosk, sum er ólógliga veiddur í Barentshavinum, og sum verður seldur á svenska marknaðinum. Sambært TV4 fær Findus toskin ígjsønum eina danska fyritøku, sum keypir fiskin frá russiskum skipum, sum veiða ólógliga í Barentshavinum. Eingin veit við vissu, hvussu nógvan fisk talan er um, men tað er ikki óhugsandi, at tað snýr seg um eini 100.000 tons um árið. Svenski landbúnaðarráð- harrin, Ann-Christin Nyqvist, sum eisini umsitur fiskivinnumál, sigur við TV4, at hon er skelkað av avdúkingini, og at hon ætlar sær at tosa við sínar starvsbrøður í ES um málið. Norska fiskiveiðieftirlitið segði fyrr í vikuni, at russisk skip selja eisini ólógligan tosk í Grimsby og øðrum bretskum havnum. Norðmenn fáa einki gjørt, tí russisku skipini fara ein langan umveg fyri at sleppa undan norsku eftirlitsskipunum. Tað eru bara russar sjálvir, sum kunnu steðga tí ólógliga fiskiskapinum. Týska fregnar- tænastan heldur, at iranar verða lidnir við ta fyrstu kjarnorkubumbuna um nakrar mánaðir. Iran Árnio Joensen fartekst@mail.dk Upplýsingarnar stava frá einum loyniligum fundi, sum fregnartænastan hevði við týtsku stjórnina mikudagin. Upprunaliga var ætlanin, at fregnartænastuovastin, Ernst Uhrlau, skuldi kunna stjórnina um, hvat tænastan hevði havt við kríggið í Irak at gera, men tað endaði við, at hann greiddi politikarunum frá støðuni í Iran ístaðin fyri, skrivar Der Spiegel. Bundesnachrichtendienst ella BND, sum týska fregnartænastan eitur, vil vera við, at iranar eru longu í ferð við at gera ríkað uran, og at vísindamenn arbeiða við kjarnorkuverkætlanini í 20 ymsum støðum kring alt landið. Eisini skal Ernst Uhrlau hava greitt stjórnini frá, at eftir teimum upplýsingum, sum BND hevur, verða iranar lidnir við ta fyrstu kjarnorkubumbuna um nakrar mánaðir. Sambært Der Spiegel vakti frágreiðingin ans á fundinum. Tað er ikk i ov nógv sagt, at vit hugdu við, tá vit fingu at vita, at iranar eru komnir nógv longri við kjarnorkuni, enn vit hava hildið, sigur ein av fundarluttakarunum við blaðið. Frank-Walter Steinmeier, uttanríkisráðharri, heldur kortini uppá, at tað er rætt at royna samráðingarleiðina fyri at fáa Iran at gevast við kjarnorkuætlanini. Í gjár var hann í Egyptalandi og tosaði við aðalskrivaran í Arabisku Samgonguni, Amr Moussa, um málið, og teir vóru samdir um, at gongdin í Iran órógvar viðurskiftini í øllum Miðeystri. UTTAN ÚR HEIMI Ein rættilig kuldabylgja hevur herjað Russland seinastu tíðina. Í Moskva hava tað onkuntíð verið niður ímóti 50 kuldastigum. Nú er nakað lýggjari, og í gjár frysti tað 30 stig har. Men longri norðuri í landinum frysti tað heili 61 stig. Veturin krevur altíð fleiri mannalív í Russlandi. Tað eru serliga tey heimleysu og tey fátæku, sum líða av kuldanum, og soleiðis er eisini hesaferð. Tíðindastovan Interfax skrivaði í gjár, at týsdagin vórðu 24 fólk funnin fryst í hel í Moskva, og í gjár vórðu sjey funnin afturat. Samstundis vórðu umleið 25 onnur flutt á sjúkrahús við frostskaða. Sambært Interfax var talan um heimleys og fólk, sum høvdu verið so full, at tey høvdu ikki vunnið upp hús í tí nógva kuldanum. Tann nógvi kuldin ger, at russar brúka nógv meiri orku enn vanligt til at hita húsini við. Viktor Khristenko, orkumálaráðharri, sigur við Interfax, at elnýtslan í vetur er tann størsta í 15 ár, og heldur hetta fram, noyðist Russland at skerja Í skúlanum Brighton College í Onglandi hevur leiðslan gjørt av, at allir næmingar í 13 til 18 ára aldri skulu læra kinesiskt, og at næmingarnir hava skyldu til at møta, eins og tá teir hava franskt, spanskt ella latín. Richard Cairns, skúlastjóri, sigur við fjølmiðlarnar, at tað er ein stórur fyrimunur fyri komandi bretsk handils- og vinnulívafólk at duga kinesiskt, tí kinesiskt verður ein týðandi partur av barlastini hjá hesum fólkum í 21. øld, heldur hann. Eiga at læra kinesiskt Tann 20 ára gamli onglendingurin Aaron Lambert hevur arbeitt sum trygdarvørður hjá forlagnum, sum gevur tær væl umtóktu bøkurnar um Harry Potter út. Men tað ger hann ikki longur. Seks vikur áðrenn tann seinasta bókin um Harry Potter kom út, gjørdu Aaron Lambert av at taka tvey eintøk úr goymsluni. Hann visti, at áhugin fyri bókini var sera stórur, og dagin eftir ringdi hann til eitt bretskt blað og spurdi, um tað vildi keypa annað eintakið frá sær. Men blaðið ringdi alt fyri eitt til løgregluna, og løtu seinni varð bókatjóvurin tikin. Í gjár varð Aaron Lambert dømdur at sita í fongsli í hálvt fimta ár. Russar doyggja í kulda Í fongsul fyri at stjala bók Deyðarevsing er eftir øllum at døma ikki nóg mikið til at fáa neyðtøkumenn í Teilandi at halda sær í skinninum. Fyrr í vikuni vórðu tveir ungir menn dømdir til deyða fyri at hava neyðtikið og myrt eina unga bretska kvinnu á teirri væl umtóktu frítíðaroynni Koh Samui á nýggjárinum. Men longu í gjár kunngjørdu myndugleikarnir, at ein svensk kvinna var vorðin neyðtikin á somu oyggj. Kvinnan, sum er í 40- árunum, slapp tó livandi frá tilburðinum. Neyðtøkan í gjár er tann fjórða í ár, tí herfyri varð ein 12 ára gomul svensk genta eisini neyðtikin á Koh Samui. Oyggin er eystan fyri Teiland og slapp undan oyðileggingunum av flóðalduni næstsíðstu jól. Tí hevur ferðavinnan har væntað sær nógvar útlendskar gestir í ár, men tær nógvu neyðtøkurnar kunnu fáa tey fremmandu at setast aftur. Ferðavinnan hevur tí sett fólk á vakt niðri við strendurnar, so tey fremmandu kunnu kenna seg trygg, men higartil hevur tað ikki gjørt mun, skrivar AP úr Teilandi. Ræðast ikki deyðarevsing Skjótt hevur Iran fyrstu kjarnorkubumbuna Iranski forsetin, Mahmoud Ahmadinejad, vil ikki slaka fyri trýsti frá ES og USA, sum vilja hava Iran at steðga kjarnorkuverkætlanini. Smugla tosk úr Barentshavinum til Svøríkis og Bretlands