fríggjadagur 20. januar 2006síða 24
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 15 - 20. januar
Ósømilig kor hjá heimleysum
Heimleys
Solby A. Eliasen
solby@mail.djh.dk
20 føroyingar hava ongan
fastan bústað. Tey búgva á
tilvildarligum støðum. Bráð
feingis á Sjómansheiminum eftir
ávísing frá Almannastovuni, á
herberginum ella á gøtuni. Tað
eru ongi heildagstilboð til teirra,
men tvey støð eru, har tey kunnu
halda til gjøgnum dagin. Tað
er kaffistovan hjá Blákrossi og
herbergið, tá hesi bæði hava opið.
Í dag er tað ein sannroynd, at
tey heimleysu fýra tímar hvønn
tann einasta dag í árinum ikki
hava nakað fast tilhaldsstað,
har tey kunnu vera. Hetta skal
tó broytast nú, sambært Hans
Paula Strøm, landsstýrismanni í
almannamálum, sum tekur undir
við tilmælunum í álitinum um
heimleys. Ársins fyrsta dag segði
hann við Portalin, at hann fer at
leggja eitt uppskot um kor teirra
heimleysu fyri tingið í vár.
– Málið er, at Løgtingið tekur
undir við, at tilmælini í álitinum
skulu setast í verk frá 1.januar
2007, sigur landsstýrismaðurin.
Liva ikki upp til treytirnar
Umframt kaffistovuna og
herbergið hava Blái Krossur
og Frelsunar Herurin íalt fýra
búfelagsskapir, har heimleys
búgva í egnum kamari. Treytin
fyri at kunna búgva í einum
tílíkum búfelagsskapi er, at
persónurin er edrúur. Tað er ein
trupulleiki, tí sambært álitinum
um tey heimleysu, eru allir
heimleysir føroyingar í dag
misnýtarar. Misnýtarar, sum
hava serstakliga vánalig útlit fyri
at koma burtur úr misnýtsluni.
Hetta merkir sostatt, at tey ikki
megna at liva upp til treytirnar
fyri plássi í búfelagsskapinum
hjá Frelsunar Herinum og
Bláa Krossi. Tí búgva tey á
tilvildarligum støðum.
– Í byrjanini hevði eg tann hug
burðin, at sjálvgjørt er vælgjørt,
men so hvørt sum tíðin gekk,
og eg kom at kenna menniskjað
aftan fyri misnýtaran, gjørdist
tað greitt fyri mær, at her er
talan um stórar trupulleikar, sum
hesi menniskjuni ongantíð hava
fingið hjálp til at loysa, sigur
Niels Edvard Olsen, leiðari
á herberginum, sum sær tey
heimleysu hvønn dag og veit,
hvussu tey liva.
Í álitinum um tey heimleysu í
Føroym verður mett, at herbergið
hjá Frelsunar Herinum hevur
pláss fyri fýra sovandi fólkum.
Veruliga talið er í miðal átta
hvørja nátt. Tað vil siga, at har
sova tvífalt so mong, sum tað er
pláss fyri.
Fleiri av teimum, ið sova á
herberginum eru so mikið illa
fyri, at framtíðarútlitini fyri
teimum eru stak vánalig. Mett
verður, at tey ongantíð verða før
fyri at røkja eitt starv ella liva
eitt vanligt lív orsakað av teirra
misnýtslu.
– Tey eru menniskju og skulu
liva, og tað skal vera undir
sømuligum umstøðum. Hetta
er ósømiligt, staðfestir Niels
Edvard Olsen.
Gáttin er ov høg
Blái Krossur hevur tríggjar
búfelagsskapir til heimleys, har
gáttin er høg. Tað vil siga, at
treytin fyri at búgva har, er, at
viðkomandi er edrúur. Einasta
tilboðið til heimleys frá
Bláa Krossi við lágari gátt er
kaffistovan í miðbýnum í Havn.
Har sleppa tey inn – eisini um
tey eru ávirkað.
– Tað finnast tilboð til heimleys
í Føroyum í dag, men tey eru
tíverri so illa fyri, at tey ikki
eru før fyri at taka ímóti hesum
tilboðunum. Tí hava vit tørv
á einum bústaði til teirra við
hjálparfólkum, har gáttin ikki er
høg, sigur leiðarin á Bláa Krossi,
Olga Magnussen. Hon var í
arbeiðsbólkinum, sum gjørdi
álitið á sinni.
Hon greiðir frá, at arbeiðs
bólkurin fór í holt við álitið, tí
talan var um ein bráðfeingis
trupulleika, sum skuldi loysast
beinanvegin. Hetta var í 2004.
Men arbeiðið við álitinum
dró út, og Hans Pauli Strøm,
landsstýrismaður, fekk tað ikki
fyrr enn á sumri í fjør. Olga
Magnussen fegnast tó um, at
Hans Pauli Strøm nú hevur sagt,
at tey heimleysu koma fyri í
tingið í ár.
– Tá vit fóru í holt við álitið,
var tað orsakað av bráðfeingis
tørvinum. Hesin tørvurin kann
ikki blíva við bara at vera
bráðfeingis, so eg trúgvi uppá, at
hetta verður til nakað, sigur hon.
Grátt øki
Sambært álitinum er talið á
heimleysum umleið 20, men
tað er ómetaliga torført at
finna nágreinilig hagtøl yvir
støðuna í Føroyum. Hetta tí fleiri
heimleys eru í einum sokallaðum
gráum øki, har tey fáa hjálp frá
familjuni. Tað er ikki óvanligt,
at systkin, sum arva hús frá
foreldrunum, lata tann heimleysa
fáa húsið. Harvið hava tey syrgt
fyri, at viðkomandi hevur tak
yvir høvdið.
– Eg stuðli familjunum, sum
gera slíkt. Tey mugu jú hugsa
um seg og síni, og tað kann
vera ómetaliga torført at hava
ein persón við so víttfevnandi
sosialum trupulleikum búgvandi,
sigur Olga Magnussen.
Hon heldur fram, at onnur
heimleys leggjast ofta aftur
at í hesum húsum. Harvið
er trupulleikin ikki loystur,
tey síggjast bara ikki aftur í
hagtølunum yvir heimleys.
Hesi húsini ella sokallaðu
reiðrini ymsastaðni í Havnini
kennir leiðarin á herberginum væl.
– Onkur av teimum, sum støkka
inn á gólvið her at yvirnátta av
og á, búgva í veruleikanum hjá
einum vini, ið hevur arvað eini
hús, sigur Niels Edvard Olsen.
Samfelagið má tillaga seg
Inni á søgu– og samfelagsligu
deildini á Fróðskaparsetur
Føroya situr Firouz Gaini,
mannfrøðingur. Hann hevur
skrivað nógv um “outsidararnar”
í einum samfelagi og arbeiðir á
setrinum.
– Hóast heimleys í Føroyum
eru fá í tali, er tað ein trupulleiki,
sum kann økjast, um onki verður
gjørt, metir Firouz Gaini.
Hann heldur fram, at heimleys
eru eitt tekin um nakrar sosialar
trupulleikar, Føroyar sum eitt
nýmótans samfelag hevur at
dragast við.
– Tað finnast aðrir sosialir
trupulleikar í Føroyum við til
dømis teimum eldru, arbeiðsleys
og so framvegis. Tey heimleysu
eru ein partur av sosialu
trupulleikunum, og tískil eigur
eitt ella annað sosialt apparat at
vera í Føroyum, sum kann hjálpa
hesum menniskjum. Tað kundi
verið ráðgeving og sosial hjálp,
heldur mannfrøðingurin fyri.
Firouz Gaini metir ikki, at tað
verður raðfest nóg ovarlaga í
Føroyum at hava tak yvir høvdið.
Tá tey heimleysu eru so fá í tali,
kann tað tykjast púra óneyðugt,
at hesin trupulleikin er til í
Føroyum.
Tað hevur tó nakað við
føroysku mentanina at gera,
heldur hann. Føroyingurin hevur
altíð verið so familjukærur, og
familjuvirðið er høgt í metum.
– Ofta viðgongur ein føroyingur
ikki, at ein trupulleiki finst,
fyrr enn hann merkir hann
á egnum kroppi. Tað kann
eisini verða ein trupulleiki, um
fólk halda, at bara tí Føroyar
eru eitt lítið samfelag, verða
hesir trupulleikar loystir av
sær sjálvum, tí familjan hjá
tí heimleysa traðkar til, sigur
Firouz Gaini.
Í grannalondum okkara hevur
samfelagið tillagað seg soleiðis,
at tað hevur yvirtikið summar av
uppgávunum hjá familjuni.
– Hartil eru Føroyar ikki
komnar enn.....tí vit trúgva upp
á familjuna. Dettur tú so niður
ímillum í Føroyum, hevur tú onki.
Tí gingið verður næstan bara
útfrá, at fólk hava eitt netverk
í Føroyum, so á tann hátt eru
heimleys í Føroyum enn meiri
avbyrgd enn í grannalondum
okkara, heldur Firouz Gaini, sum
heldur álitið um heimleys vera
eina gongda leið.
– Framstig eru sanniliga at
síggja á økinum. Bara tað, at
vit fáa eitt kjak á landsins
hægsta stiði um tey heimleysu,
gevur teimum eina tilveru, tí
so longi tey eru tabu, eru tey
ikki til. Tað hevur gingið nakað
seint og seigt, men tað er tí
fólk eru ivingarsom, tá nakað
skal gerast fyri “outsidarar” í
einum samfelagi, sigur Firouz
Gaini, mannfrøðingur á
søgu– og samfelagsligudeildini á
Fróðskaparsetrinum.
Eina song á herberginum í einum kamari saman við fimm ella seks øðrum og kaffistovuna
hjá Bláa Krossi. Tað eru tilboðini, sum eru til tey heimleysu í Føroyum í dag. Tað skal meira til,
staðfesti ein arbeiðsbólkur í einum áliti seinasta summar.
Álitið um heimleys mælir til:
– at tey, ið eru ringast fyri fáa tilboð um longrivarandi bústaðir
við avmarkaðum krøvum og treytum til búfólkini
– at tilboð um eitt minni tal av fyribils bústaðum kunnu útvegast
til bókin av heimleysum, sum hava brúk fyri resosialiserandi
stuðli eina fyribils tíð
– at tilboð um persónligar samrøður, virknisskapandi tilboð,
búvenjing og onnur sosialt og persónliga mennandi tilboð
kunnu setast í verk
– at bøtast kann um náttarbýlisumstøðurnar
– at samstarvið millum tað almenna og teir sjálvbodnu sosialu
felagsskapirnar verður økt og skipað
– at tað verður ábyrgdin hjá kommununum at virka fyri, at tey
heimleysu fáa ein bústað og aðra neyðuga hjálp, sum teimum
tørvar út um ta hjálp, sum tað almenna framman undan veitir
sambært sosialu lógunum.
– At játtaðar verða 3,6 mió. krónur at seta gongd á hjálpina.
Landið játtar tveir triðingar og kommunan ein triðing.
Kelda: Álitið um heimleys
Hvørji eru tey heimleysu?
– Trupulleikin hjá teim heimleysu er, at tey ikki klára at útvega
ella varðveita ein bústað, ella ikki klára at búgva í egnum
bústaði orsakað av verandi ella (longri)varandi umfatandi
sosialum og persónligum trupulleikum. Herundir serliga
trupulleikar av rúsmisnýtslu
– Heimloysi fevnir sostatt ikki um persónar, sum eru í bráfeingis
bústaðarneyð orsakað av ov lítlum útboði av bústøðum, ella
persónar, sum vanta bústað, sum tey eru før fyri at gjalda.
– Umleið 20 hava ongan fastan bústað í Føroyum
– Heimleys eru allastaðni frá í landinum, men eru øll savnað í
Tórshavn
Kelda: Álitið um heimleys
FAKTA
FAKTA
”
– Hóast heimleys í Føroyum eru
fá í tali, er tað ein trupulleiki, sum
kann økjast, um onki verður gjørt,
metir Firouz Gaini.