fríggjadagur 20. januar 2006síða 25
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 15 - 20. januar
25
Heimleys
Solby A. Eliasen
solby@mail.djh.dk
Hurðin inn til herbergið hjá
Frelsunar Herinum stendur opin.
Í sjálvum durinum stendur Niels
Edvard Olsen, sum er leiðari
á herberginum og hevur verið
tað síðani 1998. Ein annar, sum
eisini hevur verið á herberginum,
síðani tað lat upp, er Margar.
Margar Djurhuus Jacobsen,
ein 35 ára gamal heimleysur
føroyingur.
– Margar var nummar 23, sum
kom ígjøgnum hesa hurðina,
aftan á at vit høvdu latið upp í
1998, greiðir Niels Edvard Olsen
frá.
Margar vil fegin greiða frá
sínari støðu, og samstundis
vinnur hann eina løtu afturat inni
í fjálga køkinum á herberginum,
áðrenn tað steingir. Klokkan er
farin av tíggju fyrrapartin, og
tá steingir herbergið vanliga.
Burtursæð frá trimum tímum
seinnapartin er herbergið so
stongt til klokkan tíggju á kvøldi.
Margar setur seg niður og byrjar
at greiða frá.
– Nú mást tú ikki skrøgga,
hin gamli, sigur Niels Edvard
vinarliga við hann.
Margar ristist illa, og røddin
er hás. Uppvaksin á barna
heiminum, haðani hann flutti
sum 22 ára gamal. Hann fekk
ein kjans við einum línubáti, og
hevur hann livað av tí síðani.
Men heimleysi sjómaðurin er
eisini rúsdrekkamisnýtari. So
mikið álvarsligt er tað, at hann
er ikki førur fyri at varðveita ein
bústað.
– Hvat skal eg siga? Eg eri
bums. Bums og sjómaður,
staðfestir hann og suffar.
Margar er í kovboybuksum,
troyggju og gráum dýnujakka.
Ristandi hendurnar spæla við
ta svørtu Manchester United
húgvuna. Tenninar glinta í
munninum og gera tað torført
hjá honum at tosa týðuliga. Tár
renna úr eygunum, og andlitið er
reytt og hovið.
Fyri tíðina siglir Margar við
línubátinum, Ecliptica, men veit
onki um, nær hann skal avstað
aftur.
– Eg gleði meg at sleppa
umborð aftur, men eg hevði
eisini viljað fingið ein annan
kjans, greiðir Margar frá.
Dreymurin er Enniberg.
Tá Margar ikki siglir, fær hann
arbeiðsloysisstuðul, men teir
pengarnir røkka ikki langt.
– Fortel henni nú, hvussu
langa tíð tað tekur tær at drekka
pengarnar upp, Margar!
Niels Edvard blandar seg
uppí....Margar hyggur upp á
hann og sigur seg ikki vita. Men
viðgongur so, at pengarnir bara
strekkja til nakrar heilt fáar dagar.
Seksmans kamar
Herbergið hjá Frelsunar Herinum
í Magnus Heinasonargøtu er ikki
stórt. Ein køkur, gongd, eitt wc,
ein borðkrókur og tvey kømur.
Annað kamarið er til kvinnur,
men í løtuni svevur ongin kvinna
á herberginum. Inni í kamarinum,
har Margar og hinir hava sovið
í nátt, er trongligt. Seks seng
ur standa heilt tættar inni í
kamarinum. Ikki meira enn tríati
sentimetrar eru ímillum tær.
– Teir fáa akkurát føturnir
ímillum sengurnar, tá teir skulu
reisa seg, greiðir Niels Edvard
frá. Men tað fær ikki verið
øðrvísi, sigur hann.
– Her er gott at vera. Fólkini
eru fitt. Niels Edvard er sum
ein pápi fyri meg, og eg búgvi
í einum góðum heimi, sigur
Margar.
– Men tað kundi verið gott at
havt sítt egna kamar, leggur hann
so stillisliga afturat og fer á føtur.
Levi, vinurin hjá Margar, stendur
í gongini og bíðar eftir honum.
Margar veit ikki, hvar teir fara,
men fyrst og fremst vilja teir
hava okkurt drekkandi.
– Eg havi tólv krónur, og tær
skulu brúkast til eina øl. Tað er
tað einasta, eg havi ráð til, sigur
Margar og fer yvir til Niels
Edvard og klemmar hann.
– Vit síggjast, Margar. Ansa
væl eftir tær, sigur Niels Edvard
og fylgir teimum báðum á dyr.
Hann læsir úthurðina, so skjótt
hinir báðir eru uttanfyri.
– Í dag var tað ikki so ringt at
læsa, sum tað kann vera, tá tað
er illveður, sigur Niels Edvard
Olsen.
Margar Djurhuus Jacobsen, heimleysur:
Egið kamar hevði ikki verið so galið
Síðani 1998 hevur Margar Djurhuus Jacobsen so gott sum búð á herberginum
í Havn. Hann er glaður fyri at hava eitt stað at sova, men dylir ikki fyri, at tað
hevði ikki verið so galið at havt sítt egna kamar
Herbergið:
–
hevur opið frá klokkan 22 til 10 og 14 til 17
–
upp í 12 fólk hava yvirnáttað á herberginum samstundis
–
í 2004 gistu tilsamans 46 ymisk fólk á herberginum. Herav 39
menn og 7 kvinnur
–
í 2004 fekk herbergið 750.000 krónur í stuðuli úr
landskassanum og 300.000 krónur frá Tórshavnar býráð.
Tórshavnar býráð hækkaði játtanina upp í 350.000 krónur í
2005.
–
í 2004 fekk Blái Krossur íalt 500.000 krónur frá Tórshavnar
kommunu og Landskassanum til raksturin av Kaffistovuni.
Kelda: Álitið um heimleys
FAKTA