fríggjadagur 20. januar 2006síða 26
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 15 - 20. januar
Heimleys
Solby A. Eliasen
solby@mail.djh.dk
Sum støðan er í dag, er tað
bara í Tórshavnar kommunu,
at heimleys eru. Hetta merkir
tó ikki, at tað bert er talan um
havnafólk, tí tey heimleysu koma
aðrastaðni frá til Havnar.
– Vit síggja fólk allastaðni frá
– úr Klaksvík, Havn, Eysturoynni,
Sandoynni og úr Suðuroy, sigur
Niels Edvard Olsen, leiðari á
herberginum.
Firouz Gaini, mannfrøðingur,
metir, at tey, ið koma í eina
ringa støðu úti á bygd, verða á
ein ella annan hátt trýst út úr
lokalsamfelagnum til býin.
– Hinvegin kann tað verða, at
tey koma til Havnar, tí tað er
lættari at vera anonymur í einum
størri býi, men tað upplagda
er eisini, at herbergið í býnum
er eitt tilboð til teirra, sum ikki
finst aðrastaðni í landinum, vísir
Firouz Gaini á.
Kommunal uppgáva
Stóra ivamálið viðvíkjandi
teimum heimleysu í Føroyum,
hevur verið ábyrgdarbýtið. Í
álitinum um tey heimleysu,
verður mælt til, at kommunan
eigur at finna hóskandi bústað
og aðra hjálp, meðan land
og kommuna býta fíggingina
ímillum sín. Í álitinum
verður útgangsstøði tikið í
Tórshavnar kommunu, tí tað
er ein sannroynd, at í dag finst
trupulleikin ikki aðrastaðni í
landinum.
– Prinsipielt er hetta ein lokalur
trupulleiki, sum bara kann
loysast lokalt. Tí er tað rímuligt,
at kommunan tekur hond um
tað. Leikluturin hjá landinum
er so at vera við til at stuðla
fíggjarliga, sigur Hans Pauli
Strøm, landsstýrismaður.
Heðin Mortensen, borgarstjóri
í Tórshavn, sigur, at sum støðan
er í dag, letur Tórshavnar
kommuna 1,2 mió. krónur til
rúsevnismisnýtarar – herundir
heimleys. Hann óttast fyri, at
hesin trupulleiki kann gerast ein
landsuppgáva fyri Tórshavnar
kommunu, og heldur hann ikki,
at tað er rætt, at Tórshavnar
kommuna skal rinda fyri
heimleys, sum koma aðrastaðni
frá.
– Flytur ein heimleysur til
Havnar, eiga pengar at fylgja
við frá avvarðandi kommunu,
soleiðis at Tórshavnar kommuna
ikki fær eina landsuppgávu, sigur
borgarstjórin í høvuðsstaðnum,
sum sær fyri sær, at tá
persónurin er fluttur, verður
avroknað millum kommunurnar
fyri útreiðslurnar av viðkomandi
persóni.
Hetta heldur
landsstýrismaðurin er ein
praktiskur trupulleiki, sum átti at
verið lættur at loyst.
– At Tórshavnar kommuna ber
útreiðslurnar, síggi eg sum ein
lítlan praktiskan trupulleika, og
tey heimleysu verða ongantíð
ein landsuppgáva hjá Tórshavnar
kommunu, tí landið hevur
høvuðsfíggingina um hendi, slær
Hans Pauli Strøm fast.
Tey heimleysu savnast í Havn
Hóast tey heimleysu bert eru at finna í gøtunum í Havn, merkir hetta ikki,
øll heimleys í Føroyum eru havnafólk. Hetta er ein trupulleiki, sum savnast í
høvuðsstaðnum, siga bæði serfrøðingur, politikkarar og leiðarin á herberginum
Heimleysu føroyingarnir savnast í Havn, tí tey tilboðini, ið eru í Føroyum, eru í høvuðsstaðnum
Mynd: Álvur Haraldsen
”
– Vit síggja fólk allastaðni frá
– úr Klaksvík, Havn, Eysturoynni,
Sandoynni og úr Suðuroy, sigur
Niels Edvard Olsen, leiðari á
herberginum