fríggjadagur 20. januar 2006síða 27
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 15 - 20. januar
27
Allar
kommunur
eiga at rinda
Annita á Fríðriksmørk,
limur í Trivnaðarnevndini,
sigur, at sjálvandi tekur
Tjóðveldisflokkurin undir
við, at eitt hús verður bygt
til tey heimleysu í Føroyum.
Flokkurin hevur tó ikki sæð
álitið um tey heimleysu ella
uppskotið, sum Hans Pauli
Strøm fer at leggja fram.
– Vit vita tó, at ætlanin er
at býta fíggingina millum
land og kommunu, men vit
vilja ikki fara niður í smálutir
og gera viðmerkingar til
tekniskar spurningar, sum
støðan er nú, sigur Annita á
Fríðriksmørk.
Hvørt tað skal vera
Tórshavnar kommuna, sum
hevur ábyrgdina fyri og rindar
fyri tey heimleysu, tí tey bert
finnast í høvuðsstaðnum,
sigur tingkvinnan hjá
Tjóðveldisflokkinum, at tað
átti at verið nakað, sum allar
kommunur seta pening av til.
– Tað er tað sosiala
rætta, at ein kommuna
játtar pening til eitt tílíkt
endamál. Gott er tað eisini, at
kommunalpolitikkarar harvið
fáa á eina áminning um, at tað
búgva borgarar í kommununi,
sum vaksa upp og gerast
heimleysir, vísir Annita á
Fríðriksmørk á.
Reyði Krossur
bíðar eftir
handverkara
Ongin handverkari fæst til
at gera undirstøðið til skúrin,
sum Reyði Krossur ætlar at
seta upp á Skálatrøð, og tískil
er skúrurin ikki komin upp at
standa enn.
– Alt var klárt til jóla. Vit
manglaðu bara ein múrara,
sum skal stoypa undirstøðið
til sjálvan skúrin. Og hann
mangla vit enn, sigur Suni
Vinther, formaður í Reyða
Krossi.
Skúrurin hjá Reyða Krossi
er ætlaður sum eitt tilboð til
heimleys, sum verður opið
frá klokkan 10 til 22. Tað vil
siga, at hesin skúrurin verður
eitt tilhaldsstað hjá teimum
heimleysu í tíðarskeiðinum,
har hini bæði tilboðini,
kaffistovan hjá Bláa Krossi og
herbergið, hava stongt ein part
av degnum.
Hetta er ein verkætlan, sum
kemur at vara í mesta lagi tvey
ár. Tórshavnar býráð hevur
latið Reyða Krossi økið við
Skálatrøð til skúrin hesa tíðina.
Ongin umsjón verður dagliga,
men fólk verður sett til at læsa
skúrin og at gera reint.
– Tey heimleysu fáa hervið
sjálvi nakað av ábyrgd, sigur
Suni Vinther, formaður fyri
Reyða Krossi Føroya.
Sambært álitinum um heimleys hevur Sambært álitinum um herbergið pláss fyri fýra sovandi fólkum. Niels Edvard Olsen, leiðari á herberginum sigur, at
veruliga talið liggur um átta í miðal hvørja nátt
Mynd: Álvur Haraldsen
Heimleys
Solby A. Eliasen
solby@mail.djh.dk
Sangurin, Herbergið, hjá
bólkinum Páll Finnur Páll er
ein av fleiri hjá bólkinum, har
nomið verður við viðkvæmar
trupulleikar í føroyska
samfelagnum. Speisemi er ein
sera týdningarmikil lutur í tí
endaliga úrslitinum, sum skal út
til fólkið
Tað er Páll Oddur Rubeksen,
sum hevur skrivað sangin,
Herbergið. Hann dylir ikki fyri,
at sangurin varð skrivaður fyri at
provokera.
– Eg royndi at hava nakað av
skemti ella speisemi í tekstinum,
tí tað ger tað ofta lættari hjá fólki
at sodna serliga tá talan er um
provokatión, greiðir Páll Oddur
Rubeksen frá.
Hann heldur fram, at á ein ella
annan løgnan hátt, so letur tað
ikki til, at tað syrgiliga rørir við
fólk á sama hátt, sum ein tekstur,
har tú bart út roynir at provokera
fólk til at lurta. At síggja tað,
sum hendir beint framman fyri
teimum og ikki minst at gera
nakað við tað.
– Vit hava ikki givið handan
sangin út fyri at senda ein far út
og hjálp hesum menniskjunum
boðskap út, men vit royna bara
hervið at fáa fólk at leggja merki
til, at tey eru her. At vit hava
hendan trupulleikan í Føroyum,
sigur hann.
Sum flest allir tónleikarar
vilja limirnir í Páll Finnur Páll
undirhalda fólki við góðum
tónleiki. Páll Oddur sigur, at
teir ikki á nakran hátt eru
samfelagsrevsarar ella royna
at koma við nakrari loysn upp
á trupulleikar í samfelagnum.
Bólkurin roynir at raka fólk og
bróta tabu–evni.
– Heimleys eru bara eitt av
evnunum ella trupulleikunum, tú
ikki tosar um í Føroyum, men vit
síggja tey hvønn dag, sigur Páll
Oddur og nevnir onnur dømi sum
siðamisbrot og rúsdrekka– og
rúsevnismisnýtslu.
Páll Oddur Rubeksen heldur,
at tað letur til, at fólk bara hava
góðtikið tey heimleysu sum ein
part av dagligu býarmyndini
í Havn. At tað er í lagi at vera
heimleysur. Men tað líkist
svartasta ongum í einum
vælferðarsamfelagið, heldur
sangskrivarin úr Páll Finnur Páll.
– Tey einastu, sum taka stig til
til at hjálpa teimum heimleysu,
eru hjálparfelagsskapirnir, sigur
hann og heldur fram, at hesi fólk
hava ein prís uppiborið fyri teirra
ótroyttiliga arbeiði.
Sangurin, Herbergið, lá á 15
teimum bestu í Útvarpi Føroya
frá 27.08.2005 til 17.12.2005.
Tað er 15 vikur. Harav lá hann
tólv vikur innan fyri topp fimm.
Herbergið/Páll Oddur
Rubeksen
1. ørindi
Vit eru heimleysir
og vit hava ongar pengar
Renna runt í Havnini
Sum nakrir ólukkufangar
Fólk tey flenna tá vit koma
framvid
Aldrin er tad nakar sum situr vid
okkara lid
Nidurlag:
Vit búgva á Herberginum
Vit hava eina heila madrass í part
Vit gingu einaferd í skúla
Men har hava vit einki lært
Vit búgva á Herberginum
Vit hava eitt heilt yoghurt í part
Vit dugdu einaferd at arbeida
Men nú hava vit gloymt alt
Sum vit hava lært
2. ørindi
Her eru grønlendarir
Tad kemur ein nýggjur hvørt ár
Og teir verda gensplejsadir
Tá eggini eru klár
Fólk tey flenna tá teir koma
framvid
Aldrin er tad nakar sum situr vid
teirra lid
Vilja bróta tabu
Bólkurin Páll Finnur Páll er kendur fyri sínar til tíðir provokerandi sangir, har nomið verður við
viðkvom evni í samfelagnum. Ein av sangunum á seinastu fløguni hjá bólkinum, Førist, er Herbergið.
Ein sangur, sum bleiv eitt hitt, og er ein roynd at seta orð á nakað, sum verður tagt burtur í Føroyum í
dag, heldur sangskrivarin, Páll Oddur Rubeksen