Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-20, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. januar 2006síða 28

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 15 –20. januar Ungdómslega Orð/myndir: Snorri Brend Nesvík: Her er bara at ganga eftir ljóðinum. So finnur tú beinanvegin fram til staðið, har fólkið er savnað. Úr tí stóra salinum hoyrast samfeldur sangur og tónleikur, og tú fornemmar at her munnu nógv fólk vera savnað saman. Ikki eitt menniskja er at síggja í stóru gongini, tí øll eru savnaði í sama rúmi. Tá tú so ert komin heilt yvir til dyrnar inn í stóra salin, er eingin ivi. Hetta er staðið. Inni í stóra salinum er nevniliga ein lovsangsløta á skránni. Ein løta har allir hesir 220 ungdómarnir vilja prísa tí Gudi, sum hevur kallað tey saman á hesa nýggjársleguna 2006. Innbjóðingin til leguna er gingin út, og ungfólk omanfyri 16 ár úr øllum landinum hava tikið av. Nú er legan byrjað, og so kunnu vit tað sama luttaka og fáa alt við – álvaran og tann sosiala partin. Klokkan er bara 22:37 og enn er náttin ung. Henda lovsangsløtan kann vara í nógvar tímar aftrat! Tað er fríggjakvøld – ella trettandakvøld – og dagurin er 6. januar 2006. Væl skipaður sangur Sangurin og tónleikurin ganga hond í hond, og har frammi – har frammi við pallin er tað at alt verður fyriskipað – sangurin, tónleikurin, leiðsla og sangúrvalið. Fyrst er at siga frá teimum sum standa fyri sanginum. Har frammi í vinstru síðu standa nakrar ungar gentur við hvør sínari mikrofon. Tær eru forsangarar. Frammanundan er eitt stórt arbeiði gjørt fyri at velja út júst teir sangirnar sum skulu syngjast hetta kvøldið. Hetta er ikki ein einføld uppgáva, tí hetta skal eisini leggjast væl til rættis. Tey 220 ungfólkini syngja lovsangir saman. Hetta dámar teimum væl, og eisini Anniku Djurholm (við brillum fremst á myndini). – Tað er gott at koma saman við øðrum, sigur hon Lat lovsongin ljóma í høll Á hvørjum ári leggja hundraðtals ung leið sína til leguhúsið í Nesvík á árligu nýggjársleguna, sum verður hildin fyrsta vikuskiftið í nýggja árinum. Tað gjørdu 220 teirra aftur í ár. Frítíðin kann brúkast til so nógv. Summi práta saman, meðan onnur taka ein fótbóltsdyst innanveggja