Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-20, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. januar 2006síða 29

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 15 –20. januar 29 Einki við bara at taka henda og handa sangin fram úr eini rúgvu av fleiri hundrað øðrum vælklingandi sangum. Nei, her skal hugsast um høvið, evnið fyri hesa nýggjársleguna og taluna, sum var byrjanin til tiltakið. Eftir at hetta valið er farið fram skulu sangirnir skipast, og síðani skal hesin listin leggjast fyri tónleikararnar. Teir ynskja sjálvandi eisini at vera væl fyrireikaðir til sína uppgávu, og vilja tí hava eina sangskrá við hondina frammanundan. Nú er hesin parturin so fingin frá hond, men nú kemur tann tøkniligi parturin: Eftir at sangskráin fyri hesa lovsangsløtuna er liðug skulu sangirnir finnast fram á telduni, eins og uppvørpan skal gerast klár. Teldufólkið, tónleikararnir og leiðarin fyri lovsangin skulu helst hava somu skrá við hondina. Og so er klárt at fara undir hesa løtuna, sum tey ungu hava glett seg so nógv til. Tað er gott at sita undir Orðinum og lýða á tað, sum verður talað. Men tað er eisini so gott at kunna syngja út ta gleðina sum býr í hjartanum. Ymisk ljóðføri Á skránni fyri leguna stendur, at tey fyrst hava havt eitt møti kl. 20 og so kl. 22:30 er altso henda sangløtan á skránni. Klokkan er ikki nógvar minuttir yvir tíðina, tá byrjað verður. At tað eru 220 ungdómar á leguni hevur ikki nervað leiðarunum at fáa øll hesi hundraðtals fólkini savnaði í salinum. Ein partur sat longu við borðið við einum kaffikoppi í hondini, men tá fyrsti sangurin fór av uppvørpuni og upp á veggin, varð alt gloymt um kaffið. Tá ein sangløta er á skránni, so kann kaffi vera kaffi. Tann eini av kvinnuligu forsangarunum bjóðar nú øllum vælkomnum til sangløtuna. Hon sigur nøkur fá orð um lovsang, og lesur upp úr Sálmi 150 í Bíbliuni har lovsangur við ymiskum ljóðførum verður nevndur. Hon biður síðani eina stutta bøn, og biður so tøkningin um at vísa fyrsta sangin á veggin. Guitarleikarin tekur fyrstu tónarnar og síðani fylgja trumma, keyboard og sangararnir við. Og løtu seinni ljóðar lovsangurin frá 220 ungum og glaðum røddum. Nýggir vinir Úr øllum ættum av landinum eru tey komin á leguna. Aldursmarkið er sett til 16 ár og uppeftir, og tað gevur leguni ein øðrvísi dám enn um talan var um eina ungdómslegu. Leguhúsið er stórt og rúmligt, og tí verða tey býtt sundur í tey ymisku kømrini og sovisalarnar í húsinum. Í køkinum standa konur úr Norðoyggjum fyri matgerðini. Fleiri at luttakarunum á leguni hava verið við í andaligum arbeiði í styttri ella longri tíðir, og líkt er til, at henda legan er eitt tiltak, sum tey síggja fram til. Tað er altíð gott at hitta gamlar vinir aftur, og hvør veit, kanska ein eisini fær nýggjar vinir á eini slíkari legu! Hóast legan bert hevur vart í fáar tímar, so er líkt til at tey ungu hava fingið eina góða byrjan á hesa fyrstu leguna á árinum. Eftir standa so tveir dagar eftir henda. Jú, her er góð tíð til tað góða orðið og góð tíð til at tosa saman við onnur. Ungdómur Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Nesvík: Klokkan er farin at nærkast 23 hetta fríggjakvøldið í næstseinastu viku. Lov­sangurin hevur nú vart í eina løtu, og eingin hugsar um at hann skal enda. Har frammi við pallin nærhendis forsangarunum stendur hin 17 ára gamla Annika og syngur. Tað er skjótt at síggja, at hetta er nakað henni dámar sera væl. Tað er tí ikki uttan bivan at hon verður tikin til síðis eina løtu fyri at fáa eitt prát við umboðið fyri tíðindatænastuna. Uppbygd andaliga At fara á slíkar legur er ikki nýtt fyri Anniku. Tað er kortini eitt sum er serstakt við eini slíkari legu, og tað er góða samanhaldið millum allar luttakararnar,– eisini um tað eru 219 onnur enn Annika á leguni. – Eg má bara siga sum er, at tað er virkiliga deiligt at síggja tey aftur, sum man kennir frá fyrr av. – Tað eru ikki øll sum ein sær so ofta. So ein slík lega er ein sera góður møguleiki at síggja tey aftur, sigur Annika. Skal hon draga nakað fram, sum ger at hon eisini er við á hesi leguni, so er tað ynski hennara at verða uppbygd andaliga. –Eg ynski at koma at kenna Harran betri. Og tað er góður møguleiki fyri tí á eini slíkari legu, sigur Annika. Øðrvísi Annika hevur gingið til ungdómsmøtini í Meinigheitshúsinum í Havn, men gongur nú í KFUM&K í Klaksvík, har hon er á Húsarhaldsskúla. Hóast hon hevur verið við í andaligum arbeiði í nøkur ár, so er tað ikki vist, at tað er so einfalt og lætt av teirri orsøk. Hon ivast ikki eina løtu í, at tað er sera gott at vera ein trúgvandi. Men tað er ikki altíð so lætt, kortini. – Hini skilja meg ikki altíð, hví eg ikki geri tað sama sum tey: At eg ikki gangi í býnum og ikki drekki og annað. – Tí er tað so gott at koma á slíkar legur, har ein kann verða andaliga uppbygd og vera saman við øðrum trúgvandi, sigur hon. Tað liggur eitt stórt arbeiði aftanfyri eina slíka lovsangsløtu. Góðir tekstir krevja góðan tónleik og góða fyrireiking – Tey skilja meg ikki altíð Annika Djurholm úr Havn hevur verið á mongum legum, og hon var sjálvandi við á hesi nýggjársleguni. – Tað er so gott at møta gomlum vinum aftur, sigur hon. – Mong skilja ikki, at eg ikki gera tað sama sum tey, sigur Annika Djurholm