fríggjadagur 20. januar 2006síða 30
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 15 - 20. januar
Lýs teg sjálvan við trimum
orðum:
Ljótur uttan, men vakur og
góður innan.
Hvat orð ella hvønn setning
nýtir tú oftast?
Oy oy oy oy og Kanón !!!
Hvørjum hyggur tú at hjá
gentutrøllum?
Hatta var ein trupul
spurningur, og má eg svara
hann í tveimum. Eg hyggi
hvussu nógv høvd tær hava, og
um tær duga at brúka tey. Fari
eg longur inn í meg sjálvan, so
hyggi eg eisini eftir øllum tí,
sum ger at ein kvinna ikki er
eitt mannfólk.
Hvussu langa tíð nýtir tú at
gera teg kláran um morgunin?
Alt frá 5 min. til hálvan tíma
Hvat ger teg keddan?
Tá eg síggi onnur menniskjur
sum ikki hava tað gott – og
tá eg veit, at eg einki fái gjørt
fyri at hjálpa teimum. Eg
blívi sjálvandi eisini keddur,
hvørja ferð omma og eg enda í
geglinum.
Hvat gleðir teg?
Hvør dagur er ein stór gáva,
og bara tað at vakna ger meg
glaðan. Eg eri takksamur
fyri heilsuna, og at eg búgvi
í einum so góðum landi sum
Føroyum. Eg elski ommu
mína og fegnist um at hava
góðar vinir og eina deiliga
familju.
Nær feldi tú seinast eitt tár?
Tað skal einki til at fáa meg at
gráta, og tí gráti eg ofta. Í gjár
sá eg ein film, har tvey, sum
elskaðu hvønn annan, møttust
í endanum á filminum, tá
lippaði Trølla Pætur.
Hvat dámar tær allar best at
drekka?
Føroyska mjólk og vatn
Hvat var seinasta ynski, sum
tú fekst uppfylt?
Eg havi altíð droymt um at
sleppa suðureftir saman við
Ommu og Ossa. Tá vit gjørdu
síðsta filmin, so bleiv hetta
ynski uppfylt. At Erling,
Jógvan, Kári og 2xFinn eisini
endaðu har, gjørdi tað ikki
verri.
Hvørja lærugrein dámar tær
best í skúlanum
Fríðkorterini og rokning
Hvørji ráð hevur tú til trøll,
sum vilja gerast líka kend sum
tú?
At njóta tað. Tí hvør kennir
dagin í morgin?
Hvat er besta uppfinningin
og hví?
Filmsupptakarin. Við
filmstólinum kunnu vit
varðveita ríkar løtur og
goyma søgur og stuttligar
løtur. Og eldri myndirnar eru,
størri virði fáa tær.
Hvat hevur tú í lummunum
beint nú?
Eina fartelefon
Hvat er títt besta heimaráð?
At man er glaður og
takksamur fyri lívið, og at
man er ja-ligur og nýttir
hvørja løtu. Tað er eisini
umráðandi, at man bevíst
stimulerar allar sínar 5
sansir hvønn dag. Tað ber
væl til, at hvør dagur er sum
jólaaftan og hvørt kvøld
sum nýggjársaftan. Tað sigur
omma í hvørtfall.
Hvør er stuttligast í Føroyum
og hví?
Trølla Omman og Emil
Gunnarstein eru nógv tey
stuttligastu menniskjuni í
verðini
Hvør er keðiligast í Føroyum
og hví?
Kári Handilsmaður. Kari er
so upptikin í pengum, at hann
ikki dugir at liva.
Hvussu ofta speglar tú tær?
Hvønn morgun
Hvussu ofta ert tú hjá frisør?
Tey 9 høvdini eru einaferð
um árið til frisør. Tað 10. er 6
ferðir um árið.
Hvør er tín stuttligasta
trøllauppliving?
Tá vit gjørdu filmin “Jólini
hjá Trølla Pætur”, tá filmaðu
vit ein part í teimum fronsku
Alpunum. Í fyrstani tordu
eg og Ossi ikki so væl upp í
lyftirnar – so fyrsta dagin
skiiaðu vit framvið øllum
lyftinum, langt oman í dalin.
Ja so langt, at vit til endans
stóðu á grasinum, fleiri
kilometrar niðri í dalinum. So
tóku vit taxa niðan í fjøllini
aftur. Eg gloymi ongantíð
láturin á taxachaførinum, tá
vit greiddi honum frá hvat vit
høvdu gjørt, og hví vit vóru
endaðir har niðri.
Trøllapætur,
trøll, 523 + 37 ár
»Einki skal til at fáa Trølla Pætur at lippast«