Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-20, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. januar 2006síða 31

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 15 –20. januar 31 Ritstjórn: Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Fyrsta skaldsøgan hjá Vidu A. Højgaard, Mørk, gevur innlit í ein heim, tey flestu bert kenna frá fakligum frágreiðingum ella øðrum 3. honds lýsingum. Ikki at fatanin hjá lesararanum av sálarligari órógv harvið verður so nógv greiðari, men hon verður meir ekta og náðileys Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Í ávísan mun er tað lætt hjá lesaranum at kenna seg sjálvan aftur í høvuðspersóninum Lív, sum í flestu mátar bara er ein vanlig føroysk kvinna. Tess meir ørkymlandi kennist tað, at henda óskiljandi innara órógvin allatíðina hóttir við at kollsigla øllum royndum og vónum hjá Lív um at liva eitt vanligt lív. Kenslan av at “Tað kundi verið tú” hongur støðugt í luftini sum ein áminning um, hvussu viðbrekið lívið kann vera og sum ein náðileys ásannan av, at tað er tilvildin heldur enn ætlanir, sum stinga lívsleiðina út í kortið. Dómurin Bygnaðarliga trívur endin á søguni aftur í byrjanina og nútíðina, har lívið og støðan hjá Lív verða kóka niður í eitt eygnabragd og orðini “Tú vart altíð so gløgg”, sum eitt av viðskiftafólkunum, har lív arbeiðir, letur hana vita. Lív veit, at aftanfyri orðini býr eitt fjall av vónbrotnum væntanum til hana, men tey vísa eisini, hvussu lítið fólk vita um tað, at vera sálarliga sjukur. “Hesi vinarligu, vælkløddu og vælútbúnu fólkini, hvat vistu tey um nakað sum helst. [...] Orðini kundu vera ymisk, men dómurin var tann sami. Og tað var jú satt, sum tey søgdu.” Eftir hetta brotið verður farið aftur til barndómin hjá Lív. Har frá verður bókin eitt slag av frágreiðing um, hví tann annars so gløgga Lív nú situr har uttan útbúgving í einum vardum starvi á eini heilsølu, og hví tað ongantíð eydnaðist henni at fáa sítt lív at ganga “sum eitt væl smurt urverk” eins og hjá teimum vælkløddu viðskiftafólkunum. “Í sama báti” Styrkin í søguni um Lív er, at tað ongantíð verður útgreinað, hvat tað er fyri ein sjúka, sum plágar hana, og hvussu og nær hon vísir seg. Á hendan hátt eru lesarin og Lív so at siga í sama báti við tað at hvørgin teirra dugir at spáa um næsta herðindi, og lesarin tí kennir seg líka ørkymlaðan hvørja ferð, tey leika á. Hóast sjúkan tekur eitt alsamt fastari kvørkatak um tilveruna hjá Lív, noktar hon at síggja seg sjálva sum offur. Hon roynir sum frægast at treiskast við tey mørk, hennara veika sinnið setur í eini roynd at skapa sær og familjuni eina so normala tilveru, sum til ber. Hví hetta ikki eydnast serliga væl er ilt at vita. Møguliga er tað sjúkan, sum ikki loyvir henni neyðugu styrkina, ella er tað tann ómetaliga fitta og væl uppdrigna gentan, sum spøkir aftur og kortini ikki torir at gera bart, tá til stykkis kemur. Í longdini verður hetta troyttandi, og sum lesari fært tú hug at rista í Lív og biðja hana taka seg saman. Men hinvegin – kanska er hetta júst kjarnin í einum so viðbreknum lívi, at dreymurin um at skapa eina munagóða broyting nettupp verður verandi við dreymin. Ríður á tveimum hestum Ein av trupuleikunum við bókini er, at hon roynir at ríða á tveimum hestum – sum skaldsøga og sum sjálvævisøga. Møguliga skuldi hetta verða ein sjálvævisøga, sum kortini ikki tordi at verða tað, og tí lat seg í skaldsøguham. Men sum skaldsøga virkar Mørk ikki. Hartil eru persónarnir alt ov eindimensionellir og søgugongdin ov tilvildarlig. Lesa vit hinvegin bókina sum eina sjálvævisøgu, má tað undra, at fleiri hendingar, sum hava alt í sær til at gerast kollveltandi, bara verða sleptar. Eitt nú má dótturin Annika, sum er uppá vegin, flyta heimanfrá, tí Lív heldur tað vera ósømiligt at hava hana og sjeikin búgvandi so leingi, tey eru ógift. Einasta viðmerkingin, Lív hevur til tilburðin, er at hon er greið yvir, at hon á hendan hátt kann missa dóttrina, men soleiðis má tað bara vera. Her tykist tað, sum at dirvið hjá sjálvævisøguhøvundanum svíkur. Dømi sum hesi vika tó ikki ta sannroynd, at sum ein spakfør rødd hinumegin markið til tað sinnisjúka gevur Mørk eitt ekkó, sum dunar leingi í høvdinum á lesaranum. Ummæli: Tað kundi verið tú ... Skaðastovan Susanne Staun, Skadestuen, Gyldendal, 2005 Ein av nógv umrøddu donsku bókunum í fjør var skaldsøgan Skadestuen eftir Susanne Staun. Bókin snýr seg um eldfima evnið “trafficking”, tvs. fjalda sexídnaðin, sum sambært ES frágreiðingum á hvørjum ári lokkar 120.000 vanligar eystureuropeiskar kvinnur úr teirra gerandisdegi til vesturlendsk skýmaskot, har tær verða hildnar sum sextrælir. Katarina Ershanov er skúlalærari í Karshi í Usbekistan. Hon hevur júst mist mannin og sítt arbeiði, og verður tí noydd at finna uppá okkurt munagott, um hon, sonurin og mamman skulu yvirliva. Ein dagin sær hon eina starvslýsing, has usbekiska sendistovan í Prag søkir eftir eini ensktlærarinnu. Staðið vísir seg tó at vera eitt nógv vitjað skøkjuhús á markinum millum Tjekkia og Týskland. Har “tænir” Katarina næstu tvey árini í miðal 15 monnum um dagin, áðrenn tað eydnast henni at flýggja. Men sum kvinna, ið hvørki hevur pass, pengar ella eydnuna við sær, skal okkurt heilt serligt til fyri at skapa eina nýggja tilveru. – Bókin tekur støði í veruleikanum, eisini einum veruleika við donskum postnummari. Men eg lat søguna ganga fyri seg í Tjekkia, fyri at hon ikki skuldi gerast donsk sosialrealisma. Eg hati sosialrealismu, sigur høvundurin turrisliga, sum í staðin skapti eina “Skaðastovu”, har kvinnurnar koma til skaða, meðan menninir fáa viðgerð. Viðmæli: Ein frálík lygisøga James Frey, A Million Little Pieces, J. Murray Publishing, 2004 Beint sum Bókasíðan hevði sett sær fyri at viðmæla metseljandi sjálvævisøguna A Million Little Pieces eftir James Frey, kom fram, at partur av bókini er lygn. Men hvat, tað verður søgan ikki verri av. Tá 23 ára gamli James Frey innskrivar seg sjálvan á gitna viðgerðarheimið í Hazelden, Minnesota, er hann so oyðilagdur av rúsmisnýtslu, at hann næstan ikki er til at bjarga. Fyrstu tíðina gongur James (sjálvandi) og bannar bæði heimið og ráðgevararnar niður og norð, men sum frá líður byrjar hann at klárna. Heldur tú teg hava hoyrt søguna fyrr, so bíða bara. Hendan er so kuldakrúpandi spennandi og væl skrivað, at tú heldur ondini frá fyrstu síðu. Uttan skuggan av moralprædiku frá einum “frelstum” misnýtara stríðir James seg fram til okkurt, ið líkist einum lívi, sum má byrja við trimum mánaðum í fongsli fyri brotsverk, hann hevði framt, áðrenn hann varð innlagdur. Stóra gølan beint nú stendst av, at tað er komið fram, at James Frey hvørki hevur sitið í fongsli ella havt eina kriminella fortíð. Men hetta hevur ikki stygt lesararnar burtur. Bókin reyk enn einaferð upp í toppin á metseljaralistanum hjá Amazon og dró hartil framhaldið av bókini við sær. Ein góð lygusøga letur seg ikki soleiðis kveistra burtur ... Herfyri var James Frey í amerikanskum sjónvarpi, har hann mátti forklára, hví hann hevði “pynta” uppá sína sjálvævisøgu A Million Little Pieces Styrkin í bókini Mørk er, at lesarin og høvuðspersónurin so at siga eru í sama báti Skadestuen er ein óunnilig lýsing av umfatandi sexídnaðinum í vesturlendskum skýmaskotum