Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-20, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. januar 2006síða 32

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 15 –20. januar II. FJØLSTREINGI OG SURREALISMA Í teirri fyrstu greinini um skaldið og tónasmiðin Bob Dylan varð nevnt, at Dylan, tað kendasta navnið í beat – og rokksøguni, í vissum, týðandi lutum er runnin úr fólksligari mentan, skyldur við troubadourar, blues –sangarar og teir yrkjarar, sum í miðøld yrktu kvæðir og vísur. Í hesi næstu greinini fari eg at nema við eitt annað brigdi í Dylans list – at royna at lýsa nútíðarskaldið Dylan, metropolsins og modernitetsins yrkjara. Eg fari sum dømi at taka fram fýra tekstir, sum spegla aftur býarskaldið Dylan. Í hesum tekstum hómast ongastaðni, sum dreymur ella lognbrá, eitt komandi rættvíst samfelag, heldur varpa hesar yrkingar (ella tríggjar teirra) eitt – bæði skemtingarsamt og satiriskt, bæði kámt og neyvt – atfinningarsamt og rannsakandi ljós á tað modernaða samfelagið. GANDASKIPIÐ ”Mr Tambourine Man”, av plátuni Bringing It All Back Home, frá 1965, man vera ein tann kendasti sangurin hjá Dylan, men kanska hava ikki øll givið sær far um, hvat hann í grundini sigur. Vit hitta yrkjaran eina náttina í stórbýnum, hann er einsamallur og deyðamóður, men samstundis vakin, klárthugsandi og til dystin fús, og í hesum skili vendir hann sær til tamburinmannin – eg eri til reiðar at fylgja tær, sigur hann, tak meg umborð á títt hvirlandi gandaskip: ­— — Take me on a trip upon your magic swirlin´ ship My senses have been stripped, my hands can´t feel to grip My toes too numb to step Wait only for my boot heels to be wanderin´ ­— — Hvat er tað fyri skip, sum her ve rður sungið um? Svarið er, at Dylan er ólíkur teimum flestu í sínum ættarliði í beat – og rokkverðini í tí, at hann – umframt at kenna bíbliuna – kennir mangar miðaldar og nútíðar yrkjarar, serliga í tí eingilska bókmentaheiminum, og at skald sum Shakespeare, Tennyson, Browning, Blake og T.S. Eliot hava sett sær spor í hansara tekstum. Í hesum føri er íblásturin komin, ikki úr Onglandi, men úr Fraklandi. Franski yrkjarin Arthur Rimbaud (1854 –91) er serliga kendur fyri yrkingina ”Le Bateau Ivre” (Tað drukna skipið). Eitt skip fer rekandi út á havið, men ferðin verður til ein bæði ófatiliga vakran og óhugnaligan marrudreym, manningin doyr, veruleikin kámast burtur, øll mørk verða sprongd, og skipið rekur, tá vit nærkast endanum, við skaldinum einsamøllum umborð, úr havsins upp í stjørnuheimsins endaloysi. Á ferðini sær yrkjarin havsins litir, sum hann líknar við ”ælabogar spentar sum teymar undir havsins sjónarringi”. TÍÐARINNAR TOFTIR Høvuðshugtakið í sanginum hjá Dylan tykist at vera innskygni, hugflog ella tykisveruleiki (”virtual reality”). Skaldið biður tamburinmannin geva sær eitt sesam, so hann kann hvørva inn í ”sína egnu skrúðgongu” ella gjøgnum ”heilans roykringar” og á henda hátt gloyma dagin og nútíðina og reka oman við tíðarinnar mjørkasveiptu toftum, og koma út á eina vindgosna strond, har sorgar krókutu kløur ikki røkka at honum, og har hann kann dansa við veittrandi hond undir einum gimsteinahimli, meðan lagna og minnir hvørva í aldunum: ­— — Then take me disappearin´ through the smoke rings of my mind Down the foggy ruins of time, far past the frozen leaves The haunted, frightened trees, out to the windy beach Far from the twisted reach of crazy sorrow ­— — ”Mr Tambourine Man” vísir fram Dylan sum raffineraðan ørindasmið, myndirnar eru forkunnugar, orðavalið upprunaligt (”jingle –jangle”), og rímini, stundum, við vilja ófullkomin og av tí sama ikki sørt bragdlig. Yvir endanum á tekstinum er ein týðiligur gotiskur dámur. Tíðartoftirnar og tey heimsøktu trøini í hesum ørindi hava seinromantiskan dám. VÓNLOYSISGØTAN Eyðkent er fyri mangan mætan yrkjara, at hann viðhvørt tráar eftir at geva alt hann eigur, at skapa stórverk. Dylan er einki undantak frá hesi reglu, dømir eru yrkingar sum ”Desolation Row”, ”Sad –Eyed Lady Of The Lowlands” og ”Visions Of Johanna”. Vit skulu nú hyggja at teirri fyrstu av hesum yrkingum – ”Desolation Row” (Vónloysisgøtuni), sum er tann næstlongsti, og helst tann merkisverdasti, teksturin, Dylan hevur skapt, og sum er av plátuni Highway 61 Revisited, frá 1965. Fyrsta ørindi byrjar soleiðis: ­— — They´re selling postcards of the hanging They´re painting the passports brown The beauty parlor is filled with sailors The circus is in town Here comes the blind commissioner They´ve got him in a trance ... ­— — Hvat hendir her? kunnu vit spyrja. Vit hefta okkum allarfyrst við orðið sirkus. Vit eru stødd í hoploysisgøtuni í einum stórbýi, og ikki bara er sirkus í býnum, men yvir øllum sum fer fram er nakað sirkuskent, her í fyrsta ørindi síggja vit t.d. løgregluovastan, hann er blindur og gongur í ørviti, og við aðrari hondini er hann bundin í línudansaran. Nú kemur ørindi aftan á ørindi, og í hesum sama sirkuskenda umhvørvi síggja vit eitt rað av persónum úr søguni ella bókmentaheiminum flakka framvið – Øskufíu, Ofeliu, Klokkaran frá Notre Dame, Einstein, Romeo, Casanova. Yvir bæði tónleiki og teksti er ein skýmligur óhugnadámur, sum veksur í 3. ørindi, tá mánin hvørvur, stjørnurnar krógva seg, og gøtunnar vølva, eins og ógvast hon um sínar egnu sjónir, sleppir sær til hús: ­— — Now the moon is almost hidden The stars are beginning to hide The fortune –telling lady Has even taken all her things inside All except for Cain and Abel And the hunchback of Notre Dame ... POLITISTATURIN Um vit nú royna at fara longur inn í tekstin, so eru allir persónarnir nívdir av onkrum, ella enntá kryplaðir, Ofelia er bara 22 ár, men er longu gomul genta, Romeo venar seg, Casanova verður mataður við skeið osfr. Dámurin av óhugna verður til hóttan, tá ið vit hoyra, at ófriðarpatruljan vil sleppa at herja á sakleys fólk, og nú er okkum greitt, at vit eru stødd í einum slag av politistati. Ivaleyst kundið hetta verið ein lýsing av einumhvørjum politistati, men tað tykist greitt, at yrkjarin lýsir sítt egna land, ella medaljunnar rangu, í bronglaðum, surrealistiskum ljósi. Í 8. ørindi hoyra vit um agentar, sum reka tey í rætt, sum vita meira enn teir, t.e. tey intellektuellu. Lýsingin sipar neyvan bara til USA, men kann eins væl sipa til Sovjetsamveldið ið var ella okkurt ímyndað kafkaunivers. Í næstseinasta ørindi fær henda dreymamyndin eina dramatiska vend, tá ið skaldið letur skútuna Titanic umboða tað framkomna ídnaðarsamfelagið, dreymin um framburð og glæsiliga framtíð, skipið, sum sigldi úr Southampton tann 10. apríl 1912, rendi á eitt ísfjall uttan fyri Newfoundland náttina millum 14. og 15. apríl og sakk og tók o.u. 1513 ferðafólk við sær til botns. Snildisliga letur skaldið her Nero, tann illa gitna rómverska keisaran, eiga havgudin Neptun og sipar sostatt bæði til hugmóð og til tann vælkenda samanburðin millum USA og tað rómverska ríkið. Dylan – tekning eftir Øssur Johannesen VIÐ EDENS PORTUR Hanus kamban Bob Dylan Bob Dylan er í samsvari við sekstiáranna dionýsiska rús, tá ið hann letur calypso –sangarar læa at tí turra lærdóminum hjá skaldum sum T.S. Eliot og Ezra Pound.