Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-20, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. januar 2006síða 33

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 15 –20. januar 33 POUND OG ELIOT Vit hava longu nevnt, at Bob Dylan er sjáldsamur í beat– og rokkheiminum í teirri merking, at hann – umframt at vera teksthøvundur við natúrligum, musikalskum gávum, og umframt at vera sprottin úr eini ríkari fólksligari hevd – er beatlistamaður, sum hevur livað seg inn í ritverkini hjá europeiskum yrkjarum. Í næstseinasta ørindi í ”Desolation Row” boðar hann sjálvur frá hesum skyldskapi – við at lata tveir mætar modernistar, Ezra Pound og T.S. Eliot, berjast í skiparatorninum á Titanic: ­— — And Ezra Pound and T.S. Eliot Fighting in the captain´s tower While calypso singers laugh at them And fishermen hold flowers Between the windows of the sea Where lovely mermaids flow And nobody has to think too much About Desolation Row ­— — Sekstiárini vóru, hóast tað øvugta onkuntíð verður ført fram, fyrst og fremst ein romantisk tíð. Dionýsus stjórnaði tí orkestri, hvørs tónleiki vit dansaðu eftir, ikki Apollon. Hesar reglurnar hjá Dylan – millum tær vakrastu, hann hevur skapt – spegla aftur hesa kenslu. Læandi calypso–sangarar og fiskimenn, sum veittra við blómum, verða settir upp ímóti tí turru intellektualismuni hjá Eliot. Men speisemið sleppur ikki at ráða einsamalt, tí tær seinastu reglurnar, har vit hoyra um ”havfrýr, sum sveima millum havsins vindeygur”, ekkóa samstundis endan á ”The Love Song of J. Alfred Prufrock” eftir Eliot: ­— — Vit hava drálað í havsins kømrum hjá sævarmoyggjum kransaðum við reyðum og brúnum tara til mannarøddir vekja okkum, og vit drukna VISIONS OF JOHANNA Tær pláturnar hjá Dylan, har hansara meira sofistikeraði og fjølstrongdi skaldskapur blómar, eru m.a. Highway 61 Revisited og tann meistaraliga dupultplátan Blonde On Blonde, frá 1966. Av hesi seinastu havi eg hug at taka fram tekstin ”Visions Of Johanna”. Hesin sangur tykist í ein vissan mun at sipa aftur eftir ímóti ”Desolation Row”, vit møta her persónum, sum kundu komið úr hoploysisgøtunnar sirkusparadu, eitt nú Mona Lisu og The Little Boy Lost, tí lítla vilsta dronginum, sum vit annars kenna frá William Blake. Hinvegin er ”Visions Of Johanna” minni neyv enn ”Desolation Row”, hon er neyvan ein roynd at rannsaka samfelagið, ja, lesarin (ella lurtarin) veit í fyrstu syftu ikki, hvat í grundini fer fram í rúminum hjá Louisu og hennara elskara, hann fær bara eina hóming av nøkrum, sum er fátæksligt, rátt og ørligt, men samstundis skera gjøgnum kámleikan skarpar og óhugnaligar myndir, harmonikur ringla sum beinagrindir, og ravmagnið ýlir spøkilsiskent í andlitum. Samstundis sum Dylan í hesi yrking myndar urbanan ruðuleika við eliotskum meistaraskapi, vísir hann seg eina ferð enn sum stak kynstrugan rímsmið. Bæði sum lag, framførsla og tekstur er ”Visions Of Johanna” eitt av Dylans høvuðsverkum. Yrking og sangur hava í felag yvir sær nakað paradoksalt, soleiðis at skilja, at samstundis sum tú hevur ilt við at grynna í innihaldinum, veitst tú, at har er ein substansur, og at hann er týdningarmikil. BRYNHILD Á HILDARFJALLI Ein viðmerkjari, John Herdman, hevur ført fram, at skaldið í hesi yrking hevur givið sær sjálvum fleiri leikpartar: hann er bæði ”the little boy lost”, elskarin hjá Louise og eg–persónurin. Henda tolking er áhugaverd og mótsigur ikki tí fatan, at eg–persónurin so ella so er vilstur, trásettur sum hann er av teirri veldugu femme fatale, sum bíðar einum við endan á hvørjum ørindi, har hon trónar, sum Brynhild á Hildarfjalli, við hvíluleysari, gandakendari kraft. ”Desolation Row” og ”Visions Of Johanna” eru dømir um skaldskap, sum á surrealistiskan hátt, við allegoriskum dámi og við at lata persónar daga fyri lurtaranum, sum skaldið kanska kennir, men sum hann krógvar undir meira almennum hamum úr søgu og bókmentum, speglar aftur ein stemning ella samfelagið. Tann kámleiki, og tann tví– ella fleirtýdningur, sum ofta eyðkennir modernismuna, eru frammarliga í hesum verkum. NEYÐAR HARRA JONES Til seinast fari eg at taka fram ein tekst, sum vísir hvat Dylan dugir, tá hann roynir seg sum sarkastiskan táttayrkjara. Harra Jones í sanginum ”Ballad Of A Thin Man” (Vísa um ein rakdirðil) av Highway 61 Revisited, er andsmennið, sum heldur seg sjálvan skilja alt, men sum, tá ið hann kemur fram at eini mannamúgvu ella samkomu uttan fyri tað viðurkenda, normfasta samfelagið, hevur ilt við at grynna. Hann kennir allar professararnar, hann hevur lisið allar bøkurnar hjá F. Scott Fitzgerald, hann hevur skift orð við løgfrøðingar um ”spedalskar og um ørar menn”, men, sigur yrkjarin, ”her hendir okkurt, men tú veit ikki, hvat tað er, veitst tú, Harra Jones?” Teksturin er áhugaverdur sum dømi um ein dramatiskan monolog, eina dýnamiska einarøðu, sum kveikir fram fyri lurtara ella lesara ein annan persón og hansara persónleika. Av eingilskum yrkjarum er tað serliga Robert Browning (1812–1889), sum hevur dyrkað ta dramatisku einarøðuna, og ikki bara yrkingarmátin, men eisini rímini og tann speiski tónin hjá Browning síggjast aftur í tekstinum hjá Dylan: You´ve been with the professors And they´ve all liked your looks With great lawyears you have Discussed lepers and crooks ... HVAT ER EIN ”GEEK”? Tann mótmentan, sum tók seg upp í USA í fyrru helvt av 60–árunum og skjótt breiddi seg til europeisk lond, er seinni, í ógvuliga útvatnaðum sniði, runnin saman við høvuðsmentanini. Vit síggja hetta, eisini hjá okkum, har fáur man vera, sum ikki nakrar ferðir um árið í vertskapi ekkaleysur syngur um ”nirvana out of time” ella um ”Marx og Freud og Rolling Stones aftrat”. Men tá henda mentunarliga afturundirgerðin tók seg upp, defineraði hon seg týðiliga og hvassliga sum mótsetning til ta borgaraligu høvuðsmentanina. ”Ballad Of A Thin Man” er kanska tann besta lýsingin, sum gjørd er, av hesum samanbresti millum virðiligan, afturlatnan borgaraskap og bohemkenda, anarkistiska stakmentan. Triðja ørindi í tekstinum krevur helst eina stutta frágreiðing: ­— — You hand in your ticket And you go watch the geek Who immediately goes up to you When he hears you speak And says, ”How does it feel To be such a freak?” And you say, ”Impossible” As he hands you a bone ­— — Men ein geek – hvat í allari víðu verð merkir tað? Í síni bók um Teir Svørtu Pantararnar upplýsir Bobby Seale, at ein geek er ein sirkusartistur, sum etur livandi høsnarungar: ­— — Honum dámar ikki at eta rátt kjøt ella fjaðrar, men hann ger tað, tí hesum livir hann av. Men tey, sum koma inn at hyggja at honum, gera tað til stuttleika, so tey eru teir sonnu frikarnir. Hetta veit hann, og undir framførsluni etur hann tí høsnarungan livandi og handar so einum av áskoðarunum eitt bein, tí hann veit væl, at teir eru teir sonnu frikarnir ... ­— — TANN FØDDI TÁTTAYRKJARIN Ein kann kanska loyva sær at ivast í, um Harra Jones, í okkara fuglakrímstíð, hevði tikið ímóti nøkrum beini. Men USA hevur framvegis, takkað veri tí nýliberalismu, sum m.a. Ronald Reagan slóðaði fyri, eina ovurstóra nøgd av fátækum og hungursraktum borgarum, so óhugsandi er tað ikki, at illa sperdir sirkusartistar framvegis noyðast at eta livandi høsnarungar. Speisamur skaldskapur eldist ikki altíð líka væl. Tá ið ”Ballad Of A Thin Man” eisini í dag sum tekstur er við sítt fríska lív, kemur tað av, at Dylan helst er tann føddi satirikarin, ein kaldur og eirindaleysur eygleiðari. Tey, sum sjálv hava upplivað sekstiárini, munnu vera samd um, at hann við hesum teksti hevur skapt eitt út í hvørja tægr beinrakið bílæti av teimum andsmennum, sum fegin vildu skilja mótmentanina, men vóru ov upptornað ella afturlatin til at fáa atgongd til tað lovaða landið, tess ørliga leik, tess glampandi litir, tess sevjumiklu hunangsløkir. Í »Desolation Row« líknar Dylan løgregluríkið, sum kann verða USA, við Titanic. Málningur eftir Ken Marschall Slóðin eftir modernistin T.S. Eliot sært í nøkrum av Dylans tekstum. Foto: Ida Kar