Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-20, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. januar 2006síða 34

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 15 –20. januar Í 1958 skrivaði eg soleiðis: ”Eingi greið mørk eru millum tað veruliga og tað óveruliga, eiheldur millum tað sanna og tað ósanna. Eitt mál er ikki altíð annaðhvørt satt ella ósatt; tað kann vera bæði satt og ósatt.” Eg haldi, at hetta sjónarmiðið framvegis er skilagott og sigur nakað um veruleikan, sum hann vísir seg fyri okkum í listini. Tí standi eg sum rithøvundur við hesi orðini, men sum borgari fái eg ikki gjørt tað. Sum borgari í einum samfelagi noyðist eg at spyrja: Hvat er satt? Hvat er ósatt? Sannleikin í einum sjónleiki er altíð skiftandi. Tú finnur hann ongantíð fult og heilt, men at leita eftir honum er tað avgerandi. Henda leitanin er tað, sum drívur verkið. Leitanin er tín skylda. Oftari enn ikki snávur tú um sannleikan í myrkri, rennur teg í hann, ella tú bara hómar eina mynd ella eitt skap, sum tykist at samsvara við sannleikan, stundum uttan at vita av tí sjálvur. Men tann veruligi sannleikin er, at í sjónleiki finst ongantíð eitt, sum er einasti sannleikin. Teir eru fleiri. Hesir sannleikar bjóða hvør øðrum av, víkja burtur hvør frá øðrum, lýsa hvønn annan, vísa hvørjum øðrum frá sær, arga hvønn annan, gera seg blindar hvør fyri øðrum. Viðhvørt heldur tú, at tú fært tikið um ein sannleika eina løtu, so rennur hann burtur millum fingrarnar á tær og er mistur. Mangan eri eg spurdur, hvussu mínir sjónleikir verða til. Eg dugi ikki at siga tað. Heldur ikki dugi eg at taka saman um mínar leikir, men fái bara sagt, at hetta var tað, sum hendi. Hetta var tað, sum varð sagt. Hetta var tað, sum tey gjørdu. Teir flestu av mínum leikum verða kveiktir av einari reglu, einum orði ella einari mynd. Tað er ein sjáldsom løta, tá ið tú skapar eitt mannalyndi ella fólk, sum undan hesi somu løtu ikki var til. Burtur úr tí koma herðindi, óvissa, viðhvørt yvirsjónir, sum kunnu koma sum skalvalop, ið ikki lata seg steðga. Høvundurin er í einari løgnari støðu. Onkursvegna vilja hesi fólkini ikki vita av honum. Tey gera mótstøðu, tey eru ring at fáast við, tað er ógjørligt at lýsa tey. Tað er heilt vist, at tú kanst ikki geva teimum boð. Tað verður sum eitt endaleyst spæl, kettan eftir músini, blindabukk, krógva og blunda. Men at enda sært tú, at tú hevur fólk úr kjøti og blóði millum tínar hendur, fólk við egnum vilja og egnum kenslum, gjørd burtur úr samansettum pørtum, sum tú ikki fært broytt, lumpað ella avlagað. So orð og mál í listini eru og verða eitt ógvuliga fjølbroytt fyribrigdi, eitt kyksendi, ein trampolina, ein ísløgd tjørn, sum kann bresta undir tær, høvundanum, hvørja løtu. Men leitanin eftir sannleikanum kann ongantíð steðga. Hon kann ikki skúgvast til viks ella útsetast til eitt seinni høvi. Tú mást møta henni, á staðnum har sum tú ert. Sjónleikur um politikk krevur heilt onnur fyrilit. Fyri alt í verðini má sleppast undan at prædika. Tað ræður um at vera uttanveltaður. Fólkini í leikinum mugu sleppa at anda, sum tey sjálv vilja. Høvundurin kann ikki binda tey og avmarka tey fyri at styðja upp undir síni egnu sjónarmið, sítt egna lyndi ella sínar egnu fordómar. Hann má vera til reiðar at nærkast teimum úr nógvum ymiskum heraðshornum, frá einum fullum og óforðaðum vavi av sjónarmiðum, gera tey bilsin viðhvørt kanska, men samstundis geva teimum frælsi til at ganga egnar leiðir. Hetta eydnast ikki altíð. Og politiskt speisemi skal sjálvandi vera púra óbundið av slíkum reglum og gera beint tað øvugta, sum er sjálv endamálið í tílíkum leiki. Politiskur málburður, soleiðis sum politikkarar brúka hann, hættar sær ikki inn á hesi øki, av tí at flestu poltikkarar, sum tað sýnist fyri okkum, hava áhuga ikki í sannleikanum, men í valdinum og hvussu hetta vald kann verða varðveitt. Fyri at valdið skal kunna varðveitast, er tað umráðandi, at fólk vita sum minst, at tey liva óvitandi um sannleikan, sjálvt sannleikan um teirra egna lív. Tað, sum er uttan um okkum, er av tí sama ein vavstur av lygnum, sum vit liva av. Sum hvør einstakur her veit, so var grundgevingin fyri at herseta Irak, at Saddam Hussein hevði eitt ómetaliga vandamikið tal av hópoyingarvápnum, summi teirra soleiðis útgjørd, at tey kundu verða skotin innan fyri 45 minuttir og hava ræðuligar oyðingar við sær. Vit vórðu vissað um, at hetta var satt. Tað var ikki satt. Vit fingu at vita, at Irak hevði samband við al –Qaida og hevði medábyrgd av níðingsgerðini í New York tann 11. september 2001. Vit vórðu vissað um, at hetta var satt. Tað var ikki satt. Vit fingu at vita, at Irak hótti trygdina í heiminum. Vit vórðu vissað um, at hetta var satt. Tað var ikki satt. Sannleikin er ein heilt annar. Sannleikin hevur við tað at gera, hvussu USA skilir sín leiklut í heiminum, og hvussu tað velur at geva síni fatan skap. Ein og hvør veit, hvat hendi í Sovjetsamveldinum og Eysturevropa eftir seinna heimsbardaga: tann skipaði harðskapurin, teir umfatandi ræðuleikarnir, tann eirindarleysa kúganin av frælsari hugsan. Alt hetta er fult skjalprógvað og váttað. Men mítt uppáhald her er tað, at brotsverkini hjá USA í hesum sama tíðarskeiði eru bara lættliga umtalað, tíansheldur skjalprógvað, tíansheldur viðgingin, tíansheldur viðurkend sum brotsverk yvirhøvur. Eg hugsi, at her er verk at fara undir, og at sannleikin hevur ein munandi týdning fyri støðuna í heiminum í dag. Beinleiðis innrás í sjálvstøð­ ugum londum hevur ongantíð verið vanliga framferðin hjá USA. Yvirhøvur hevur heldur verið valt tað, ið verður lýst sum ”lágorkusamanbrestir”. Hetta merkir, at fólk í túsundatali doyggja, men meira líðandi enn um ein bumba varð slept niður yvir tey alt í einum. Tað merkir, at landsins hjarta verður eitrað, at ein illvøkstur verður settur við og kolubrandurin blómar. Tá ið fjøldin er spekt – ella bard til deyðis, sum er tað sama – og tínir egnu vinir, herurin og tær stóru fyritøkurnar, sita tryggir á valdinum, er tíð at ganga fram fyri myndatólini og boða frá, at fólkaræðið hevur vunnið. Hetta var orðalagið í uttanríkispolitikkinum hjá USA í teimum árum, sum eg vísi til. Sorgarleikurin í Nicaragua var eitt ógvuliga týðandi mál. Eg havi valt at nevna tað her sum eitt máttmikið dømi um leiklutin, USA heldur seg hava í heiminum, bæði tá og nú. Eg var sjálvur hjá á ein­um fundi á amerikansku sendi­ stovuni í London seinast í 1980 árunum. Senatið í USA skuldi gera av, um meira peningur skuldi játtast til Contras herin í herferðini móti stjórnini í Nicaragua. Eg var limir í einari sendinevnd, sum tosaði vegna Nicaragua, men týdningarmesti limurin í nevndini var presturin, faðir John Metcalf. Leiðarin hjá amerikanska partinum var Raymond Seitz. John Metcalf segði: ”Eg eri prestur í einari sókn norðaliga í Nicaragua. Míni sóknarbørn bygdu ein skúla, ein heilsumiðstøð og eitt mentanarhús. Vit hava livað í friði. Fyri nøkrum mánaðum síðani gjørdi Contra herurin atsókn á bygdina. Teir løgdu alt í oyði: skúlan, heilsustøðina, mentanarhúsið. Teir neyðtóku sjúkrasystrar, lærarinnur, drupu læknar á andstyggiligasta hátt. Teir skikkaðu sær sum villmenni. Vit biðja tygum heita á stjórn tygara um at taka burtur sín stuðul til henda ræðuliga yvirgangin.” Raymond Seitz hevði gott orð á sær sum skilagóður, ábyrgadarfullur og væl mentaður maður. Hann hevði stóra virðing millum hægstu sendifólk. Hann lurtaði, tagdi og segði so í stórum álvara: ”Faðir,” segði hann, ”latið meg siga tygum eitt. Í kríggi líða tey sakleysu altíð.” Ein stirðnað tøgn legðist. Vit hugdu upp á hann. Hann blunkaði ikki við. Jú, sakleys fólk líða altíð. At enda segði onkur: ”Men í hesum føri eru ”tey sakleysu” offur fyri ræðuligum yvirgangi, sum tygara stjórn stuðlar saman við mongum øðrum. Játtar samveldistingið Contra herinum meira pening verða fleiri líknandi ræðuleikar at fara fram. Er hetta ikki so? Er tá ikki tygara stjórn sek í at fremja dráp og oyðileggingar móti fólkinum í einum frælsum landi?” Seitz læt ikki við seg koma. ”Eg eri ikki samdur í, at tey nevndu fyribrigdini stuðla tygara sjónarmiðum.” Eg skal her minna á, at Reagan, forseti, um hesa tíðina hevði latið hesa yvirlýsing kunngera: ”Contra hermenninir eru moralskt at javnseta við fedrarnar, sum grundaðu okkara ríki.” USA stuðlaði tí harðrenda einaræðinum hjá Somaza í Nicaragua í meira enn 40 ár. Fólkið í Nicaragua við sandinistunum á odda setti hetta stýrið frá í 1979, ein ógloymandi fólkslig kollvelting. Sandinistarnir vóru ikki full­ komnir. Teir áttu ein góðan mun av hugmóð, og teirra teirra politisku hugsjónir vóru í fleiri førum ósambæriligar. Men teir vóru gløggir, skynsamir og væl siðaðir. Teir fóru und­ir at stovna eitt trygt, sømi­ligt, fjølflokkað samfelag. Deyða­ revsing var avtikin. Fleiri hundraðtúsund blóðfátækir bøndur og bønarmenn sluppu aftur úr deyðum. Meira enn 100.000 familjur fingu skeyti upp á jørð. Tvey túsund skúlar vórðu bygdir. Eitt merkisvert átak fekk analfabetismuna í landinum niður á ein sjeyndapart. Ókeypis útbúgving varð sett á stovn og ókeypis heilsutænasta. Barnadeyðin var fingin niður við einum triðingi. Barnalamningur varð gjørd til einkis. USA skírdi hesi tiltøk at vera marxistiska –leninistiska niðurbróting. Í eygunum á ameri­kansku stjórnini var hetta eitt vandimikið fyridømi hjá øðrum. Fekk Nicaragua loyvi til at seta í verk grundreglur fyri samfelagsligum og fíggjarligum rættvísi, fekk tað loyvi til at hækka støðið fyri heilsurøkt og útbúgving og skapa sosiala eind og tjóðskaparliga sjálvsvirðing, so vildu grannalond seta somu spurningar og fara undir at gera tað sama. Eg nevndi íáðni ”vavsturin av lygnum”, sum er uttan um okkum. Reagan, forseti, kallaði alment Nicaragua fyri eitt ”einaræðisligt fangatippi”. Hetta tóku fjølmiðlarnir yvirhøvur til sín sum ein beinrakin og rímilig staðfesting, og tað sama gjørdi fyri vist enska stjórnin. Men einki dømi var um deyðslið, meðan sandinistastjórnin sat. Einki dømi um píning varð skrásett. Einki dømi var um skipaðan ella almennan, hernaðarligan harðskap. Eingin prestur varð nakrantíð dripin í Nicaragua. Tríggir prestar vóru í stjórnini, tveir jesuittar og ein trúboðari. Einræðisliga Harold Pinter: At leita Enski sjónleikahøvundurin Harold Pinter fekk herfyri Nobel virðislønina í bókmentum. Hetta er røða hansara, ið varð borin fram á hátíðarhaldinum í Stokkhólmi í desember 2005. Gunnar hoydal Harold Pinter