fríggjadagur 20. januar 2006síða 35
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 15 - 20. januar
35
fangatippið var tvørturímóti í
grannalondunum El Salvador
og Guatemala. USA hevði felt
tað demokratiskt valda stýrið
í Guatemala í 1954, og tað
verður mett, at 200.000 fólk
høvdu verið offur fyri skiftandi
hernaðarstýrum.
Seks av navnframastu
jesuittunum í heiminum vórðu
herviliga fyribeindir, dripnir
í miðamerikanska lærda
háskúlanum í San Salvador
í 1989 av eini Alcatl herdeild,
ið hevði fingið venjing í Fort
Benning í Georgia, USA. Hin
ógvuliga djarvi erkabispurin
Romero var myrdur, meðan hann
hevði messu. Tað verður mett, at
75.000 fólk doyðu. Hví vórðu
tey dripin? Tey vórðu dripin,
tí tey hildu, at eitt frægari lív
var gjørligt og mátti fáast í lag.
Henda fatan teirra gjørdi, at tey
alt fyri eitt vórðu markað sum
kommunistar. Tey doyðu, tí tey
tordu at ivast í verandi støðuni,
ta endaleysu oyðimørkina av
fátækradømi, sjúkum, mann
minking og kúging, sum hevði
verið teirra kor, síðani tey komu
í verðina.
USA fekk at enda felt sandi
nistastýrið. Tað kravdi fleiri ár,
og mótstøðan varð hørð, men
ein náðileys búskaparlig herferð
og 30.000 deyð gjørdu umsíðir
enda á dirvinum í nicaraguanska
fólkinum. Tey vóru einaferð enn
niðurundirkomin av møði og
fátækradømi. Kosinohøllirnar
fluttu aftur til landið. Liðugt
var við ókeypis útbúgving og
ókeypis heilsutænastu. Tær stóru
fyritøkurnar komu aftur so tað
munaði. ”Fólkaræði” hevði
vunnið.
Men hesin ”politikkur” var
á ongan hátt avmarkaður til
Miðamerika. Hann varð førdur
um allan heim. Hann fær ongan
enda. Og tað tykist, sum er hetta
ongantíð hent.
USA stuðlaði og í mongum
førum kveikti hvørt høgrasinnað
hernaðarligt einaræði í heiminum
eftir seinna heimsbardaga. Eg
vísi til Indonesia, Grikkaland,
Uruguay, Brasilia, Paraguay,
Haiti, Turkaland, Filipsoyggjar,
Guatemala, El Salvador og
sjálvandi Chile. Ræðuleikarnir,
sum USA voldi í Chile, kunnu
ongantíð verða reinsaðir og
ongantíð verða fyrigivnir.
Fleiri hundrað túsund fólk
doyðu í hesum londum. Fór
tað soleiðis fram? Og kunnu
tey øll setast í samband við
amerikanska uttanríkispolitikkin?
Svarið er jú, hetta fór fram
soleiðis fram, og tey hava sam
band við uttanríkispolitikkin hjá
USA. Men vit fást illa at trúgva
tí.
Tað hendi ikki. Einki hendi
nakrantíð. Sjálvt tá ið tað hendi,
hendi tað ikki. Sama gjørdi. Tað
hevði ongan áhuga. Brotsverkini
hjá USA hava verið reglulig,
støðug, meinsk, miskunnarleys,
men í roynd og veru eru tey fá,
sum hava borið hetta upp á mál.
Ta viðurkenning eiga vit at lata
USA. Tað hevur dugað á ein
púra sakliga hátt at handfarið
sítt vald um allan heimin, meðan
tað samstundis hevur latið seg
í grýluklæðir sum tann góða,
altfevnandi megin. Tað er eitt
framúrskarandi, næstan andborið
og ómetaliga væleydnað slag av
hypnosu.
Eg leggi hetta fram fyri
tykkum at hugsa um: USA er
uttan iva størsti sjónleikurin,
sum til er. Harðligt, kenslusørt,
forhánisligt og eirindaleyst
kann tað vera, men tað er eisini
ómetaliga dugnaligt. Sum ein
sølumaður er tað á ferð, og tann
besta søluvøran er sjálvgleðin.
USA er ein vinnari. Hoyr allar
amerikanskar forsetar í sjónvarpi
siga orðini ”amerikanska fólkið”,
sum í hesum setningi: ”Eg
sigi við amerikanska fólkið, at
stundin er komin at biðja og at
verja rættindini hjá amerikanska
fólkinum, og eg heiti á ameri
kanska fólkið um at stuðla
forseta teirra í teimum tiltøkum,
hann fer at seta í verk til frama
fyri amerikanska fólkið.”
Hetta er ein skyggjandi lista
bragd. Mál verður brúkt til at
halda hugsan frá sær. Orðini
”amerikanska fólkið” gerast
ein mjúkur koddi av trygd. Tú
sleppur undan at hugsa. Legg
teg bara afturá. Koddin fær
kanska títt vit og títt kritiska
skil at kódna, men tað er kenst
ógvuliga hugaligt. Hetta er
sjálvandi ikki galdandi fyri tær
40 milliónirnar av borgarum,
sum liva undir fátækramarkinum
og tær 2 milliónirnar av monnum
og kvinnum, sum verða hildin
fangar í tí stóra gulag av fanga
húsum um alt landið.
USA leggur einki í ”lágorku
samanbrestir” longur. Tað
sær onga meining longur í at
avmarka seg ella ganga sniðgøtur.
Tað leggur kortini á borðið uttan
mannamun. Tað leggur líka í ST,
altjóða lóg ella aðrar hugsanir,
slíkt verður virt sum máttloysi og
hildið at vera óviðkomandi. Og
so hevur tað sitt egna jarmandi
smálamb í hafti aftanfyri seg,
tað neyðarsliga og dølska
Stórabretland.
Hvat er hent okkara moralska
viðkvæmi? Hava vit nakrantíð
havt tað? Hevur tað nakað
samband við eitt orð, sum
næstan ikki verður brúkt longur
– samvitsku? Eina samvitsku,
sum ikki bara hevur at gera við
okkara egnu gerðir, men eisini
við okkara felags ábyrgd av
gerðum hjá øðrum? Er alt hetta
deytt? Hugsið um Gauntánamo.
Fleiri hundrað fólk í varðhaldi í
meira enn trý ár uttan at ákæra
er reist ímóti teimum, uttan
at tey koma fyri rættin og fáa
løgfrøðiliga verju, lokað inni í
óásetta tíð. Henda púra lógleysa
skipanin verður hildin uppi
ímóti øllum ásetingum í Geneve
sáttmálanum. Tað verður ikki
bara tolt, men neyvan tikið
upp á tungu í tí, sum kallast
”alheimssamfelagið”. Henda
brotsliga valdsgerðin er sett
í verk av einum landi, sum
kallar seg ”leiðara av tí frælsa
heiminum”. Hugsa vit um
tey, sum eru í Guantánamo?
Hvat siga fjølmiðlarnir um tey?
Onkuntíð sæst ein lítil stubbi
tilvildarliga á síðu 6 í onkrum
blaði. Tey eru slept upp á fjall í
einum ongamannalandi, haðani
tey kanska ongantíð koma aftur.
Í løtuni eru nógv teirra farin í
hungursverkfall og verða nú
tvingsilsfóðrað, teirra millum eru
bretskir statsborgarar. Einki putl
og fjas er við hesum fóðringum.
Einki sissandi ella doyvandi.
Bara ein slanga stungin upp í
nøsina og niður í hálsin. Tú spýrt
blóð. Hetta er píning. Hvat hevur
bretski uttanríkismálaráðharrin
sagt um hetta? Einki. Hvat hevur
bretski forsætismálaráðharrin
sagt um hetta? Einki. Hví ikki?
Tí USA hevur sagt: at finnast at
okkara framferð í Guantánamo er
ein óvinarlig gerð. Annaðhvørt
eru tit við okkum ella ímóti
okkum. So Blair heldur munn.
Innrásin í Irak var ein yvir
gangsgerð, eitt skommleyst dømi
um statsyvirgang, sum vísti
eina fullkomiliga vanvirðing
fyri altjóða lógum. Innrásin var
eitt sjálvráðið hernaðarátak sett
í verk við eini røð av lygnum
oman á lygnum og við umfatandi
villleiðing av fjølmiðlunum
og harvið av almenninginum.
Eitt átak, sum skuldi útbyggja
amerikanst hernaðarligt og
búskaparligt eftirlit í Miðeystri,
og sum – tá ið allar aðrar
grundgevingar høvdu víst seg
at vera ósannar – varð lýst
sum ein frígering. Ein ótrúligt
uppáhald hjá eini hernaðarmegi,
ið hevur ábyrgdina av at drepa
og løsta túsundir og túsundir av
sakleysum fólkum.
Vit hava ført píning, tyssi
bumbur, reinsað uran, óteljandi
tilvildarlig dráp, neyð, mann
minking og deyða til irakska
fólki og kalla tað ”at geva
Miðeystur frælsi og fólkaræði”.
Hvussu nógv fólk mást tú
drepa fyri at gera teg skikkaðan
at verða skírdur hópdrápsmaður
og krígsbrotsmaður? Eitthundrað
túsund? Tað mátti verið iva
leyst, hevði eg hildið. Tí hevði
tað verið rætt, at Bush og Blair
vórðu settir fyri altjóða kríg
brotsmannadómstólin. Men Bush
hevur dugað væl. Hann hevur
ikki viðurkent dómstólin. Tí
hevur hann ávarað um, at verður
nakar amerikanskur hermaður
ella politikkari førdur fram fyri
dómara har, so sendir hann sínar
marinarar. Men Blair hevur
undirskrivað sáttmálan og kann tí
verða rættarsøktur.
Deyði hevur í hesum sambandi
ongan týdning. Bæði Bush
og Blair seta deyðan til viks.
Í minsta lagi 100.000 irakar
vórðu dripnir av amerikanskum
bumbum og rakettum, áðrenn
irakiski uppreisturin tók seg upp.
Hesi fólkini hava ongan týdning.
Teirra deyði er ikki til. Tey eru
tóm. Tey verða ikki so frægt
sum skrásett at vera deyð. ”Vit
fáast ikki við at telja lík,” segði
amerikanski herovastin Tommy
Franks.
Tíðliga í innrásini varð ein
mynd á framsíðuni av einum
bretskum blaði, sum vísti Tony
Blair mussa ein irakiskan smá
drong á kjálkan. ”Ein takksamur
drongur,” segði yvirskriftin.
Nakrar fáar dagar eftir var ein
søga og ein mynd longri inni í
blaðnum, sum vísti ein annan
fýra ára gamlan smádrong, hesin
við ongum armum. Hansara
familja varð sprongd í luftina
av einari rakett. Hann var tann
einasti, ið slapp undan við
lívinum. ”Nær fái eg armarnar
aftur? spurdi hann. Søgan varð
slept. Tony Blair tók ikki henda
dreingin upp í føvningin, hvørki
hann ella nakað annað illa løstað
barn, tíansheldur nakað bløðandi
lík. Blóð er skitið. Tað dálkar
skjúrtuna og slipsið, tá ið tú skal
flyta fram eina álvarsliga røðu í
sjónvarpinum. Teir 2000 deyðu
amerikanarnir eru til ampa. Teir
verða førdir heim til síni í myrkri.
Jarðarferðir eru ikki ágangandi.
Har er eingin vandi. Tey løstaðu
rotna í sínum seingjum, summi
restina av lívinum.
USA hevur nú 702 hernaðar
støðir um allan heimin í 132
londum við Svøríki sum einum
heiðurligum undantaki. Vit vita
ikki heilt, hvussu amerikanarnir
komu seg hagar, men nú eru teir
har.
USA eigur 8000 virknar
kjarnorkuspreingiløðingar.
Tvey túsund eru settar til, til
reiðar at verða skotnar út innan
fyri eitt korter. Tað mennir
nýggj kjarnorkuvápn, kallað
bumbuskýlisbrótarar. Bretar,
sum altíð vilja samstarva, ætla
at skifta út teirra egnu Trident
kjarnorkuløðingar. Hvørjum eru
tær ætlaðar? Osama bin Laden?
Tær? Mær? Joe Dokes? Kina?
París? Hvør veit? Tað, sum
vit vita, er at hesin barnsligi
ørskapur – at eiga og kunna
hótta við kjarnorkuvápnum – er
hjartað sjálvt í amerikanskari
politiskari hugsan. Vit skulu
minnast á, at USA er í varandi
hernaðarstøðu og vísir eingi
tekin um at slaka og taka sær av
løttum.
Nógv túsund, um ikki milliónir,
av fólki í USA sjálvum eru hørm,
vamlast við og skammast um tað,
sum stjórn teirra ger, men sum
støðan er, eru tey eingin savnað
politisk megi – ikki enn. Men
stúranin, ótryggleikin og óttin,
sum vit síggja vaksa dag um dag
í USA fer neyvan at minka.
Eg veit, at Bush, forseti, hevur
nógvar ógvuliga dugnaligar
røðuskrivarar, men eg hevði
havt hug at bjóðað meg fram
sjálvur. Eg skjóti upp hesa stuttu
røðu, sum hann kundi hildið í
sjónvarpi fyri allari tjóðini. Síggi
hann fyri mær tignarligan, við
væl greiddum hári, álvarsligan,
dámligan, hjartaligan, ofta
lokkandi, stundum við einum
beiskum brosi, merkiliga
dragandi, ein maður hjá monnum.
”Guð er góður. Guð er stórur.
Guð er góður. Mín guður er
góður. Guðurin hjá bin Laden er
óndur. Hansara guður er óndur.
Guðurin hjá Saddam var óndur
guður, men hann hevði ongan
guð. Hann var eitt illmenni. Vit
eru ikki illmenni. Vit høgga
ikki høvdið av fólki. Vit trúgva
upp á frælsi. Tað ger Guð eisini.
Eg eri einki illmenni. Eg eri
demokratiskt valdi leiðarin í
einum frælsiselskandi fólkaræði.
Vit fara virðiliga við teimum,
sum verða sett í elektriska stólin.
Vit fara virðiliga við teimum,
sum fáa deyðssproytuna. Vit
eru ein stór tjóð. Eg eri eingin
einaræðisharri. Hann er. Eg
eri einki ómenni. Hann er. Og
hann er. Allir eru ómenni. Eg
havi moralskan myndugleika.
Síggja tit henda nevan? Hetta er
mín moralski myndugleiki. Og
gloymið tað ikki.”
Lívið hjá einum rithøvundi er
eitt ógvuliga erkvisið, næstan
nakið virksemi. Tað eiga vit ikki
at gráta um. Høvundurin ger
sítt val og sleppur ikki undan tí.
Men tað er rætt at siga, at hann
er opin fyri øllum ættum, og
summar ættir eru kaldar. Tú ert
einsamallur og vágar nógv. Tú
finnur einki skjól, onga verju
– uttan so at tú lýgur – og gert tú
tað, hevur tú sjálvandi bygt tína
egnu verju, og ert – kundi verið
sagt – vorðin politikari.
Eg trúgvi, at ímóti øllum líkind
um er ein óræddur, óvikandi og
avgjørdur mentanarligur vilji
sum samfelagsborgari at finna
veruliga sannleikan í okkara lívi
ein umráðandi skylda, ið liggur
á okkum øllum. Hon er eitt
krav. Er ikki hesin viljin partur
av okkara politisku hugsjónum,
hava vit onga vón um at kunna
vinna aftur tað, sum er so nær
við at gleppa okkum av hondum
– mannasømd og mannasómi.
ghoydal@post.olivant.fo
© The Nobel Foundation 2005
eftir sannleikanum
Lívið hjá einum rithøvundi er eitt ógvuliga erkvisið, næstan
nakið virksemi. Tað eiga vit ikki at gráta um. Høvundurin
ger sítt val og sleppur ikki undan tí. Men tað er rætt at siga,
at hann er opin fyri øllum ættum, og summar ættir eru
kaldar. Tú ert einsamallur og vágar nógv. Tú finnur einki
skjól, onga verju – uttan so at tú lýgur – og gert tú tað,
hevur tú sjálvandi bygt tína egnu verju, og ert – kundi verið
sagt – vorðin politikari.
”
Innrásin í Irak var ein yvirgangsgerð, eitt skommleyst dømi
um statsyvirgang, sum vísti eina fullkomiliga vanvirðing
fyri altjóða lógum. Innrásin var eitt sjálvráðið hernaðarátak
sett í verk við eini røð av lygnum oman á lygnum og
við umfatandi villleiðing av fjølmiðlunum og harvið av
almenninginum.
”