fríggjadagur 20. januar 2006síða 36
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 15 - 20. januar
Føroyingar hava í
mong ár sæð útbúgving
sum eina útreiðslu,
men gongdin vísir, at
tað ivaleyst er bæði
rættari og lættari
at meta útbúgving
sum vinnu, íløgu og
mentan alt um eina leið,
verður staðfest í hesi
hugvekjandi analysuni,
sum tískil sær útbúgv
ing frá øðrum sjónar
horni, enn tað hevur
verið vanligt at gjørt tað
í Føroyum
TINGHELLUANALYSA
Eftir mínum tykki er fremsta
útflutningsvøra føroyinga, í øllum
førum eftir fisk og úrdráttir, vitan
og útbúgving. Vit eru annars vand
upp til at síggja fiskivinnuna
sum ta alráðandi vinnuna, serliga
innan útflutning, har frímerki eitt
sindur forhánisliga verða søgd at
vera á øðrum plássi.
Men um statistikkurin varð
øðrvísi settur upp, so høvdu
vit sæð, at vit útflyta ótrúliga
nógva vitan og útbúgving. Far á
flogvøllin í Vágum, har eru altíð
føroyingar ávegis í útlond við
síni vitan. Sjómenn við royndum,
ið reiðarar aðrastaðni eftirspyrja.
Skiparar og maskinmenn okkara
eru enntá formliga útbúnir í
Føroyum á skúlum, sum mugu
sigast at vera í heimsklassa,
tí kandidatar frá hesum læru
stovnum føra og reka skip á flest
øllum heimsin høvum.
Sjómonnum við lið standa
oljufólk, lærarar, granskarar
og onnur, ið kenna seg heima í
Føroyum, men sum av ymsum
orsøkum arbeiða uttanfyri
Føroyar størri og minni part
av árinum. Men í Vágum sært
tú eisini øll tey hundratals
lesandi á veg av landinum
eftir lokið miðnám. Vanliga
sær føroyingurin tey sum eina
útreiðslu, ið tíbetur sleppur sær
burtur. At útbúgva búskaparkøn
ella læknar er jú stór útreiðsla,
tað er nóg tungt, at tey øll skulu
liva av fiskivinnuni, um tey
koma heim aftur. Tí er gott, at
vit sleppa undan at brúka pengar
uppá tey undir lesnaði.
Henda vanliga fatanin er
tíverri skeiv. Við teimum mið
námsútbúnu fara eisini øll
tey arbeiðspláss, allur tann
umsetningur, øll tey børn og øll
familjubond, alt tað arbeiði og
frítíðarvirksemi, alt tað lív og
virksemi, ið er at finna kring fólk
undir útbúgving. Alt hetta útflyta
vit heldur enn at halda tað sum
mest hjá okkum sjálvum. Lykilin
til bæði búskapar- og fólkavøkstur
verður útfluttur, tí vit halda at
útbúgving er útreiðsla. Men
útbúgving er ikki bara útreiðsla,
útbúgving er útflutningur,
búskapur og menning.
Hví dámar okkum so illa skúlar?
Hugsa tær, at fólk sóu tað
sum sína súru plikt at møta
á graslíkisvøllinum, umboða
bygdina í teirri triviellu granna
uppgerðini, har ákoðarin klappar
eitt sindur fjarður í eygunum við
ymsum bókligum í tonkunum,
og so skjótt dysturin er av, fellur
prátið á nýggju íløgutilboðini
ella seinasta fróðskaparritið. Ikki
sannlíkt, tí hví skuldu fólk spælt
ella hugt at fótbólti, um tey ikki
tímdu og veruliga høvdu áhuga
fyri honum?
Men hví eru tað so mong,
sum eru útbúgvin ella undir
útbúgving, men eru fullkomiliga
uttan bókligan áhuga? Hví halda
ikki allir føroyskir juristar tað
føroyska lógarritið (“er eitt
føroyskt lógarrit?” – spyr lesarin
nú), ella hví eru so fá av teimum
við hægri útbúgving limir í
Fróðskaparfelagnum (er eitt...?),
ella hví er so lætt at manna bát
ella bindiklubb, men so ótrúliga
strævið at manna pallborð?
Tað byrjar longu í barnskúla
num, sjálvt hjá okkum, ið hava
útbúgvin foreldur, er spurn
ingurin frá næstrarfólki altíð:
“strævið at ganga í skúla, ha?”
Gott at fáa feriu – slappa av?”
Nei, taðveivist at var tað ikki
strævið at ganga í føroyskan
fólka- ella miðnámsskúla. Ferian
var heldur tað øvugta, kjansurin
at sleppa at gera okkurt, fáa
arbeiði, ið kravdi nakað, ella
fáast við sjógv, fjøll ella ítrótt, alt
eftir hugi, evnum og umstøðum.
Sum eg fáist við ymsikt
bókligt arbeiði síggi eg, hvussu
nógv eg kundi havt lært um
føroyskt mál, skrivilag og arbeiðs
hátt. Sjálvandi áttu vit at farið
frá læraraútbúgvingini, ið ger
fólkaskúlalærarar til eitt slag
av millumteknikarum, ið skulu
kunna undirvísa í barnaskúla av
tí gamla slagnum, har øll børnini
í bygdini sótu í somu stovu, og
lærarin undirvísti í øllum fakum.
Eg veit hetta av egnum royndum;
hevði føroysktlærara við exam.
art. prógvi, men sjálvt um hann
formliga og veruliga soleiðis
var betur fyri í føroyskum, valdi
skúlaleiðslan at seta hann at
hava okkum í kunning. Tíbetur
eydnaðist tó mær nóg ofta at fáa
kunningina at snúgva seg um
setningsbygnað og málsøgu, til
at eg fekk so toluliga skúling í
føroyskum.
Men hví er tað so, tá vit vita,
at kappingin er hørð, at betri
útbúgving gevur betri løn, at
bókligur kunnleiki kemur fólki
til góðar í so mongum av lívsins
viðurskiftum, at vit meta tað
bókliga so lágt? Hví verða børn
happaði fyri at vera “nørdar,” tá
vit vita, at sannlíkindi eru nógv
størri fyri, at tann við áhuga fyri
tónleiki, evning ella fótbólti fer
at standa við brostnum dreymum
um miðjan aldur, meðan tann við
bókligum prógvum, serliga nóg
almennum ella akademiskum
prógvum, kann skifta frá einum
spennandi arbeiði í annað?
Umframt at hugna sær við list,
ítrótti ella traðarlívi!?
Var nakað skil á, so dugdu vit
at hava stavikappingar, spurn
arkappingar og stílakappingar til
tess at geva næmingum fatan av tí
einfalda veruleika, at útbúgving
og kunnleika føra vinning við
sær. Samstundis áttu vit at tryggja
okkum, at tey við listarligum
gávum fáa greiða fatan av, at
eisini tey mennast av at útbúgva
seg. Fótbóltspælarin hevur gott
av útbúgving, so hann kann velja
at gerast venjari við árunum
ella velja at gera okkurt annað.
Tann, ið vil vera skipari, hevur
somuleiðis gott av at hava nøkur
alment mennandi fak, ið gera
hann betur føran fyri at átaka sær
onnur størv enn júst at føra skip.
Sameinda Setrið
Í hesum døgum tykist arbeiði
vera farið í gongd at sameina
hægru skúlarnar í Føroyum.
Hetta er fyri neyðini. Bæði tí tað
átti at givið okkum meira fyri
pengarnar at havt færri skipanir,
ið gera tað sama, men eisini tí
fólk so fáa øðrvísi fatan av hægri
útbúgving í Føroyum.
Hægri útbúgving er heiðurligur
og ríkandi vinnuvegur. Sjó
mansskúlalærarin livir ikki av
fiskivinnuni meira enn fiski
vinnan livir av honum. At læra
onnur at skilja, brúka ella gera
ymiskt er minst líka so fram
leiðandi sum at draga ella skera
fisk. Tann, ið lærir onnur, fram
leiður og selur vitan og útbúgving.
Tí er tað so spell, at vit nokta
okkum sjálvi øll tey arbeiðspláss
– væl lønt arbeiðspláss – sum
fara av landinum við teimum
miðnámslærdu. At tað í sjálvum
sær er gott at fara av landinum
at síggja seg um er nakað annað.
Tað eigur sjálvsagt at føra við sær,
at føroysk lesandi fara í mangar
ymsar ættir í ávís tíðarskeið, men
tað er ikki haldbar orsøk til at
meginparturin av føroyskum les
andi ungdómi er júst í Danmark
5-10 av bestu árum sínum.
Vit kunnu uttan stórvegis
trupulleikar gera útbúgving til
vinnu beinanvegin.
Fyri tað fyrsta: skipanir sum
NordPlus gera, at vit kunnu
bjóða út fak í Føroyum, sum
verða góðskrivað í Danmark.
Tey, ið lesa búskap ella tøkni í
Kjøbinhavn, kunnu saktans taka
nøkur av fakum sínum og skriva
høvuðsuppgávuna í Føroyum
og hava føroyskar lærarar og
gera tað í samstarvi við føroysk
vinnuvirki – og framvegis fáa tað
danska prógvið útskrivað.
Fyri tað annað: slík fak kunnu
eisini bjóðast føroyingum, ið eru
lidnir. Eftir- og víðariútbúgving
er eins týðandi og tann drúgva
formliga útbúgvingin. Vit
hava longu grundskeið í lóg á
Fróðskaparsetrinum sum dømi
um fak, ið bæði er fyri lesandi
á ‘bachelor’ og lidnar kandidatar.
Fyri báðar málbólkarnar verður
útbúgvingin meiri spennandi.
Fyri tað triðja: hetta er sjálv
fíggjandi. Búskapurin av at
fleiri fólk flyta til Føroya at
lesa og undirvísa, tey skapa
eftirspurning, gjalda skatt og
taka tátt í øllum hugsandi sam
felagslívi. Samstundis spara
bæði tað almenna og vinnan
stórar beinleiðis útreiðslur. Fyri
tað sama sum einstakt skeið
uppá 1-3 dagar kostar við ferða
Næsta høvuðsvinnan verður útb
Kári á
rógvi
Tey mongu, sum eru útbúgvin ella sum eru undir útbúgving og sum ferðast um flogvøllin í Vágum, eiga heldur at síggjast sum in