fríggjadagur 20. januar 2006síða 37
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 15 - 20. januar
37
útreiðslum og øðrum ber til at
taka bæði longri, betri og bíligari
skeið í Føroyum. Við at fáa
framtíðar arbeiðsmegina nærri
knýtta fáa bæði almenn og privat
arbeiðspláss fleiri og betri starv
fólk.
Tá gongd fyrst er komin á
útbúgving og gransking fara eisini
fleiri fak og heilar útbúgvingar
at standa fólki í boði við tað
‘Sameinda Setrið’ og helst eisini
aðra hægri skúlar, tí kapping er
eisini góð teirra millum.
Hetta við útbúgving sum vinnu
er heldur ikki avmarkað til fólk
við ‘fínum útbúgvingum’. Øll
kunnu læra at gera arbeiðið betur,
og tað liggja framleiðsla og vinnur
í at útbúgva tey til tað, um tað so
er frálæra í stóra koyrikortinum,
í teldu, í máli ella í slíkum, sum
gevur umvegis og óbeinleiðis
búskaparligan vøkstur sum list og
ítróttur.
Vit skulu halda fram at útflyta
vitan og útbúgving, men ikki við
at útflyta alla rávørðuna, eins og
vit nú gera.
Tað er fyri at fáa
meiri burturúr
tilfeinginum og fyri at
laga útbúgvingarnar
eftir altjóða støðinum
og krøvunum, at
politiski myndugleikin
nú fer undir at
umskipa bygnaðin av
útbúgvingarstovnunum
og at skipa
útbúgvingarnar av
nýggjum
FRAMTÍÐAR
ÚTBÚGVINGAR
Jóannes Hansen
Áhugin fyri at skipa stovnarnar
av nýggjum, sum hava við víðari
útbúgvingar at gera, og at tillaga
innihaldið, hevur verið stórur
fleiri tey seinastu árini. Tað sæst
eitt nú á, at útbúgving hevur
átt ikki so lítla rúmd í politiska
kjakinum.
ÚBPN álitið greiddi
ÚtBúgvingarPolitikkNevndin
úr hondum í 1999, og fullveldis
landsstýrið skipaði fyri, at álitið,
sum snúði seg um gransking
og útbúgving, var lagt fyri
Løgtingið til aðalorðaskiftis. Í
høvuðsheitum snýr álitið seg
um møguleikarnar at menn
ast og fáa útbúgving og um
at skapa eitt samfelagsligt
vitanarstøði, ið millum annað
kann vera grundarlag undir
skilagóðum avgerðum, sum
tryggja varandi loysnir, verður
sagt á heimasíðuni hjá Menta
málaráðnum.
Tey seinastu árini hevur
útbúgvingarskipanin og víðari
útbúgvingar fleiri ferðir verið
viðgjørt í Løgtinginum. Eitt
nú hava tað tvey tey seinastu
árini verið fimm skrivligir
fyrispurningar um útbúgvingar
til landsstýrismannin í Menta
málum. Annika Olsen hevur
spurt um føroysku luttøkuna
í Bologne tilgongdini, Finnur
Helmsdal hevur spurt um
eftirskúlar í Føroyum og um
pedagogútbúgvingina, Kristina
Háfoss og Heðin D. Poulsen
hava spurt um gransking og
løgfrøði, og Kári P. Højgaard
hevur spurt um hægri útbúgving
í Føroyum.
Ætlanirnar
Á Ólavsøku segði løgmaður, at
hægru útbúgvingarnar eiga at
samskipast undir einum stovni
ella depli.
- Skal slík samskipan gera
fulla nyttu og harumframt vera
í betri samljóði við samfelags
tørvin er neyðugt, at Fróðskap
ursetur Føroya fær nýggjan og
smidligari bygnað, staðfesti
løgmaður.
Útsøgnin hjá løgmanni var
grundað á samgonguskjalið,
og landsstýrismaðurin í
Mentamálum og umsitingin hjá
honum arbeiða við at fyrireika
broytingarnar:
- Tað eru ein innara og ein
uttara orsøk til, at vit eru noydd
at broyta bygnað og innihald í
útbúgvingunum. Útbúgvingar
nar og stovnarnir eru komnir
so við og við. Nú royna vit
at síggja hetta økið sum eina
heild og at finna loysnir, sum
bera við sær, at menniskjaliga
og fíggjarliga orkan verður
betri gagnnýtt, enn hon higartil
hevur verið, og at talan verður
um størri faklig og næmingalig
umhvørvi, enn talan higartil
hevur verið um. Vit rokna eisini
við, at hetta fer at bera betri
fyritreytir fyri gransking við
sær. Hin parturin er at veita
føroyskum útbúgvingum og
føroyskari gransking atgongd
til norðurlendsku og europeisku
granskingargrunnarnar,
sigur Jógvan á Lakjuni,
landsstýrismaður í mentamálum.
Yvirskipaða felags europeiska
málið fyri víðari útbúgvingum
er, at tær skulu skipast í
sokallaða 3+2+3 skipanina. Tað
vil siga, at fyrst skulu trý ár
nýtast til BA lestur, síðani tvey
ár til MA lestur og síðani trý ár
til Ph.D.
Ítøkiligi
framferðarhátturin
1. januar í ár vórðu Fróð
skaparsetrið og Sjúkrarøktar
frøðisskúlin samskipað við
samanlegging fyri eyga. Sjúkra
røktarfrøðiskúlin hevur fingið
nýggja bachelorlóg, og teir
fyrstu sjúkrarøktarfrøðingarnir,
ið eru á bahcleorstigi, verða
lidnir 1. februar 2007. Næsta
stigið ætlast at vera samskipan
og samanlegging av Fróðskapar
setrinum og Føroya Læraraskúla.
Arbeitt verður við at gera nýggja
lóg fyri Læraraskúlan, ið skal
vera á bachelorstigi. Ætlanin
er at leggja stovnarnar saman
eftir at útbúgvingarnar á
bachelorstigi eru komar í gildi.
Næsta stigið verður síðani at
samskipa Fróðskaparsetrið
og hægri útbúgvingarnar á
Handilsskúlanum, Sjómans- og
Maskinmeistaraskúlanum.
Støða verður tikin til eina
møguliga samanlegging
seinni. Spurningurin um
framtíðar tilknýti millum
Granskingardepilin fyri
økismenningargransking og
Fróðskaparsetur Føroya verður
eisini viðgjørdur. Hesin spurn
ingurin kann í fyrstu atløgu
verða loystur við eini avtalu
millum ánarin av verkætlanin,
leiðsluna og Fróðskaparsetrið.
Nevndin
Í hesum døgum er
landsstýrismaðurin í
mentamálum við at seta eina
nevnd at arbeiða skjótt við
einum lógaruppskoti fyri ein
føroyskan lærdan háskúla.
Lógaruppskotið skal serliga
viðgera endamálið, javnvágina
millum gransking og útbúgving,
heimildina fyri smidligum
útbúgvingarhættum, og leiðslu
og bygnað.
Ætlanin er, at nevndin skal
senda uppskotið til hoyringar
hjá øllum avvarðandi pørtum,
og samstundis at kalla til
fundar at umrøða uppskotið við
hoyringspartarnar við tí fyri
eyga, at gera endaligt uppskot
aftaná hoyringsfundin.
Í nevndini, sum lands
stýrismaðurin er við at
seta, skulu vera umboð
fyri Fróðskaparsetrið,
Sjúkraføktarfrøðisskúlan,
Læraraskúlan og við umboði
fyri Mentamálaráðið.
búgving
nntøka enn útreiðsla, heldur Kári á Rógvi
Útbúgvingin er týdningarmikil partur at visión 2015, og Jógvan á Lakjuni,
landsstýrismaður í mentamálum, eigur uppgávuna at standa á odda fyri
ætlanunum
Allar útbúgvingarnar undir sama hatt