Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-20, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. januar 2006síða 38

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 15 - 20. januar Skúlin lærir ikki næmingarnar at skriva fyri at skriva, men heldur er málið at læra næmingarnar at skriva sum akademiska fyrireiking, verður sagt í hesi klummuni TINGHELLUKLUMMAN Meinhard Jensen Partur av míni uppliving sum skúlafólk hevur verið, at skjótt er at kenna seg fremmandan í skúla. Eg havi lítlan áhuga í pedagogikki og havi bara undirvíst í trý ár og tori tí ikki at siga, hvat hesir tankar hava við veruleikan at gera. Mín meting er, at samfelagið er ov stovnsgjørt, og at skúlin eisini er ov stovnsligur. Hann er allýstur av myndugleikum og áhugabólkum og fær illa skapt seg sjálvan. Nú skulu vit ansa eftir, hvat vit siga, men eg leggi ikki í at greina tað betur. Tað er eitt grundsjónarmið, at tilveran er best, tá hon er minst møguliga stovnslig. Tá fær tað verið persónligari, og virksemið sprettur úr fólkinum á staðnum heldur enn úr kontórfólki og politikarum og valdsmiðdeplum. Tá eg var 20, varnaðist eg, at til bar at skriva góðan tekst, og at tað kundi vera stuttligt og hugaligt, og at tað kundi vera alt annað enn fyrisøgn og stílur og uppgáva. Tá gjørdist skúlin aftur og av nýggjum fremmandur. Í barnaskúla skrivaðu vit fyrisøgn og so onkran stíl í sjeynda. Tað rann mær ikki til hugs at skriva nakað sjálvur, fyrr enn eg var fjúrtan, tí eg hevði ikki sæð fólk skriva. Næstu árini skrivaðu vit stíl uttan fatan av, hvat stílur er. Stílar eru bara til í skúlanum, og tá tú lærir at skriva stíl, veitst tú illa, hvat tað er, sum tú lærir. Mín varhugi hevur leingi verið, at stílur er ætlaður sum akademisk fyrireiking. Næmingar læra at greina og umrøða, byrja og enda, og viðgera og stava. Men tað er so nógv, sum næmingar ikki læra, og sum teir ikki skulu læra. Tey, sum halda fram á skúlaleið, hava brúk fyri at duga uppgávuskriving, og mong skriva uppgávur alt arbeiðslívið. Men at skriva essay og noyðast at bróta reglurnar, tá tær eru lærdar – skalt tú nytta nakað – tað lærir eingin. Eingin lærir at skriva yrkingar ella stuttsøgur, og eingin lærir at skriva skaldsøgur. Eingin lærir at skriva ævisøgur ella bygdarsøgur, og eingin lærir at skriva søgu. Tí at seinni í lívinum fara fólk í hægri skúlar at skriva uppgávur, og tey loysa uppgávur og skriva frásagnir til arbeiðis. Onnur skriva lesarabrøv. Men bara nøkur fá fáast við skriving sum listagrein. Skúlin skal lúka næmingar burtur, sum duga at skriva. Byrja í 1. flokki, sera óformelt. Finn næmingar, sum duga, og vel teir frá, sum frá líður. Ikki taka teir úr flokkinum, men gev teimum serfrálæru. Í skúla ella aðrastaðni. Tað er nógv, eitt skrivandi fólk noyðist at duga og vita. Til dømis vita føroyskir yrkjarar ikki nóg væl, at tað ber ikki til at yrkja væl uttan at duga túsund yrkingar uttanat og vita eina rúgvu um yrking. Byrjar skrivilívið, tá tú ert 20, koma barnasjúkur, tá tú ert 25. Og tað er lívið ov stutt til. Og: Tað, sum tú skrivar, tá tú ert 25, kanst tú ikki skriva, tá tú ert 35. Tí fer nógv fyri skeytið, tí at føroyingar læra so seint at skriva, at teir duga ikki at skriva, fyrr enn teir eru for gamlir til at skriva sum ungir føroyingar. Vinnuhúsið hevur tikið áheitanina frá politiska myndugleikanum í álvara og við áhuga­ verdari frágreiðing givið sítt íkast til, hvussu framtíðar útbúgving og gransking skal leggjast til rættis og skipast í framtíðini. Kronikkin í tinghelluni hesa ferð er tilmælið hjá Vinnuhúsinum, sum teir hava um framtíðar útbúgving í Føroyum. TINGHELLUKRONIKKIN Vinnuhúsið – brot úr frágreiðingini um útbúgving og gransking Mælt verður til, at so fáir fólkaskúlar sum til ber vera í Føroyum. Serliga frá sætta flokki, skulu skúlarnir vera fáir, meðan smáu bygdaskúlarnir kunnu varðveitast til at húsa fyrsta til fimta flokk. Mælt verður til, at miðal­ karakterir fyri allar fólka­skúl­ar í Føroyum vera almanna­kunn­ gjørdir fyri at geva skúlunum eina tilskundan um betran. Mælt verður til, at allir fólka­ skúlalærarar, sum undirvísa frá sætta flokki og hægri, skulu hava kandidatútbúgving. Tí eig­­ur lærararútbúgvingin at verða longd við einum ári, so prógvið verður eitt kandi­dat­ prógv, sum eisini rúmar leiðslu­ før­leika, soleiðis at lærarar kunnu brúkast aðrastaðni á arbeiðsmarknaðinum. Mælt verður til, at KT verð­­ur tvungin lærugrein á lærara­skúlan­ um, soleiðis at lærarar hava høgan førleika innan KST-nýtslu. Mælt verður til, at lærarar, sum eru í starvi í dag, skulu sum treyt taka eftirútbúgving á læraraskúlanum fyri at fáa status sum kandidatar. Í hesari eftirútbúgving skal KT-førleikin hjá hesum lærarum mennast. Mælt verður til, at leiðslan á fólka- og miðnámsskúlunum verður myndað við fólki, sum hava leiðsluførleika frá hægri lærustovni. Mælt verður til, at kravt verð­ ur, at øll undirvísing fer fram elektroniskt frá áttanda flokki, har hvør næmingur skal hava far­teldu, og skúlin skal hava tráð­leyst net, har allar uppgávur vera gjørdar elektroniskt og av­leveraðar elektroniskt. Alt undir­ vísingartilfar umframt lærubøkur skal vera elektroniskt. Øll skulu í áttanda flokki læra blindskrift. Mælt verður til, at bæði almenn­ar og privatar fyritøkur kunnu veita sínum starvsfólkum fría farteldu og breiðband og internetnýtslu heima við hús, uttan at starvsfólkini verða skattað av hesum. Mælt verður til, at miðjað verð­ur ímóti, at allir tannáringar eftir loknan fólkaskúla fara á miðnámsskúla ella í læru. Sam­ stundis skal viftan av møgu­leik­um hjá ungum vera so breið, at tað eisini verður møguligt hjá teimum minni bókligu næm­ingunum at nema sær eina útbúgving. Mælt verður til, at øll lærlinga­ prógv og miðnámsprógv skulu geva atgongd til hægri lestur. Mælt verður til, at miðnáms­ skúlar skulu miðsavnast soleiðis, at útboðið av greinum verður so fjølbroytt sum til ber, og góðskan á skúlanum verður so høg sum til ber. Mælt verður til, at tveir miðnámsskúlar vera - ein á Kambs­dali og ein í Marknagili í Tórshavn. Mælt verður til at útbyggja fysisku karmarnar fyri hesar miðnámsskúlar soleiðis, at teir nøkta tørvin á útbúgvingum. Mælt verður til, at eittans miðnámsprógv skal vera, har næmingar kunnu velja sær ser­ greinir eftir tørvi. Miðnámsskúlar skulu eftir­ kann­ast, og mælt verður til at samanbera góðskuna av mið­náms­ skúlunum í Føroyum við skúlar í øðrum londum. Mælt verður til, at íverksetara­ menning verður tvungin partur av undirvísingini á miðnámsskúlum. Mælt verður til, at allir mið­náms­­­skúlanæmingar fáa útbúgvingarstuðul. Mælt verður til, at næmingar eftir loknað miðnámsútbúgving, skulu eggjast at fara á víðari lestur beinanvegin við øktum stuðli fyrsta ári og avdráttarfríum láni, um næmingurin fer beina­ nvegin og megnar at gjøgnumføra útbúgv­ingina normeraða tíð. Hetta fyri at fáa miðalaldurin nið­ ur á teimum lesandi og at minka um talið á lesandi, sum fáa sær eitt hvíldarár ímillum miðnám og hægri lestur. Mælt verður til, at allir føroyskir borgarar eldri enn 35 ár, sum ikki hava hægri útbúgving enn fólka- og miðnámsskúla, fáa bjóða almennan stuðul til at fara á miðnámsskúla ella á hægri skúla. Miðnámsútbúgvingin fyri hesar næmingar kann gerast smidligari og meira beinrakin soleiðis, at tey kunnu koma skjótari ígjøgnum miðnámið. Mælt verður til, at allar hægri útbúgvingar í Føroyum vera skipaðar sum bachelor og master útbúgvingar, og at møguligar blindgøtur verða lúkaðar úr skipanini. Mælt verður til, at maritimu útbúgvingarnar verða skipaðar sum bachelor- og kanditatútbúgvingar, har leiðsluførleiki verður knýttur afturat undirvísingini, soleiðis at hesir næmingar eftir lokið prógv kunnu brúkast breitt í samfelagnum. Mæla til færri skúlar, smidligari bygnað og meiri tøknfrøði Skrivingin í skúlanum gongur út upp á at fyrireika til hægri lestur og ikki at skriva fyri at skriva Vinnan hevur tikið áheitanina frá politiska myndugleikanum um at geva sítt íkast til orðaskiftið um útbúgving og gransking í álvara. Tey hava fyri stuttum kunngjørt frágreiðing við ítøkiligum tilmælum. Frágreiðingin finst á heimasíðuni industry.fo, og tilmælið um útbúgving verður prentað her Skúlin lúkar tey burtur sum duga at skriva