fríggjadagur 20. januar 2006síða 42
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42
Nr. 15 - 20. januar 2006
Lærarar til HT, SIT og
Yrkisútbúgvingar
Sóknast
verður
eftir
undirvísarum
til
lærugreinirnar:
• Handverkslæra innan timbur- og snikkarayrki.
Førleiki sveinabræv.
• Stødd-, alis- og evnafrøði á B-, C- og E-stigi.
Førleiki, t.d. verkfrøðingur.
Málkunnleiki í føroyskum og enskum er ein
fyrimunur.
Lutvís er talan um tvørfakliga undirvísing og
samstarv í toymi.
Setanartreytir eru eftir sáttmála í millum FTL og
Fíggjarmálaráðið.
Tikið verður við starvinum frá 1. mars ella so
skjótt, sum tilber.
Skrivlig umsókn við prógvum skal sendast
skúlanum innan 4. februar.
Àhugað kunnu venda sær til Rúna Heinesen,
skúlastjóra.
Tekniski Skúlin í Klaksvík
Postboks 20 · 700 Klaksvík
Tekniski Skúlin í Klaksvík er sjálvognarstovnur og vinnuskúli.
À skúlanum eru miðnámsútbúgvingarnar, HT og SIT, og
skúlagongd fyri handverkslærlingum innan el-, maskin- og
timburyrki.
Aðalmál skúlans er, at vera kendur fyri eitt gott skúlaumhvørvi
og fakliga og námsfrøðigliga menning
Starvsfólk til A2
Á Landssjúkrahúsinum eru 4 tíðaravmarkaði størv
sum ljósmóðir og eitt tíðaravmarkað starv sum
sjúkrarøktarfrøðingur, leys til setan skjótast til ber
fram til 30. apríl 2006.
A2 bleiv í september 2005 løgd saman við ljós-
møðraskipanini og umfatar nú viðgongutíð-, føðing
og barsilstíð, umframt eina neonatala eind. Deildin er
spennandi við nógvun avbjóðingum, tvørfakligum
samstarvi, undirvísing og skipaða innleiðsluætlan. Á
deildini eru royndir og virknir starvsfelagir.
Størvini eru hesi:
• eitt starv á starvsbrøki 0,75, sum ljósmóðir
• eitt starv á starvsbrøki 0,7, sum ljósmóðir
• tvey størv á starvsbrøki 0,5, sum ljósmóðir
• eitt starv á starvsbrøki 0,5 sum
sjúkrarøktarfrøðingur
Løn- og setanarviðurskifti smb. sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og Ljósmøðrafelag Føroya og mill-
um Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkra-
røktarfrøðingar.
Førleikakrøv:
• prógv og góðkenning sum ljósmóðir/sjúkrarøktar-
frøðingur
• starvsroyndir innan viðgongu-, føðing
og barsilstíð
• fleksibul og positiv
• góð samstarvsevni
• hug til tvørfakligt samstarv
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær
til Anniku Hoydal, virkandi deildarleiðara, telefon
304500, lok. 5301, mail anho@lsh.fo Rannvá D.
Christiansen, virkandi ljósmøðrafakligur leiðari,
lokal 5303 og Kristinu Poulsen, virkandi sjúkrarøktar-
fakligur leiðari, lokal 5002.
Umsóknarfreistin er 3. februar 2006 kl. 12.00.
Tað er umsøkjarans ábyrgd, at umsóknin er á Lønar-og
starvsfólkadeildini áðrenn freistin er úti.
Skrivlig umsókn merkt ”umsókn til starv” við avrit
av prógvum, autorisatión, CV, viðmælum o.t. skulu
sendast til
Landssjúkrahúsið
Lønar- og Starvsfólkadeildin
FO 100 Tórshavn
Á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum www.lsh.fo sæst meira um
størv við at klikkja á leinkjuna ”starvsfólk”
Landssjúkrahúsið
Fo 100 Tórshavn
Varaleiðari til barna-
garðin á Gásamýri
Leirvíkar kommuna søkir eftir varaleiðara til
barnagarðin at byrja 1. februar 2006 ella eftir nærri
avtalu.
Arbeiðið er 35 tímar um vikuna og umsøkjarin skal
hav anámsfrøðiliga útbúgving.
Í barnagarðinum á gásamýri eru 32 børn í aldrinum
3-6 ár og í frítíðaransingini eru 24 børn, sum ganga
í 1. og 2. flokki.
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagog-
felag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til
kommunuskrivstovuna tlf. 443006.
Umsókn við avritum av prógvum og møguligum
ummælum skal vera kommununi í hendi í seinasta
lagi mánadagin 30. janaur 2006.
Leirvíkar Kommuna
Postboks 42
520 Leirvík
Avloysari fyri
dagrøktara
Dagrøktarskipanin í Leirvíkar kommunu søkir eftir
avloysara fyri dagrøktara í farloyvi í eitt ár at byrja
tann 1. mars 2006.
Vit ynskja at tú:
• Hevur góðar umstøður at hava børn bæði inni og
uttanfyri
• Tekur ábyrgd og kanst arbeiða sjálvstøðugt
• Vísir virðing fyri børnum, foreldrum og
starvsfeløgum
• Ert álítandi og hevur góð samstarvsevni
• Ert tolin og vísir umsorgan
• Hevur hegni og áhuga í at menna børnini
• Dugir at síggja møguleikar í staðin fyri forðingar.
Í dagrøktarskipanini starvast 8 dagrøktarar og ein
leiðari. Talið av børnum í dagrøktini er 40.
Ein fastan dag um vikuna eru 3 dagrøktarar
saman við børnum í spælistovuni og 1,5 tíma um
vikuna eru allir dagrøktarnir ísenn við børnunum í
fimleikarhøllini.
Arbeiðstíðin er ímillum kl. 7.30-17.15. Lønin er
millum FA og FKA.
Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til
tlf. 443251 og tosa við Marion Leifsdóttir, dagrøkt-
arleiðara.
Skrivlig umsókn skal vera okkum í hendi í seinasta
lagi 31. januar 2006.
Vinarliga send umsókn tygara til
Leirvíkar Kommuna
Dagrøktarskipanin
Postboks 42
520 Leirvík
Umboðsmannaval
Sambært grein 28 í høvuðssamtyktini verður lýst til
val 18. februar 2006.
Veljast skulu umboð fyri umdømini Skipanes,
Søldarfjørður og Glyvrar.
Uppskot til umboð skulu skrivliga vera sjúkrakass-
anum í hendi í seinasta lagi 4. feb. 2006.
Nes Sóknar Sjúkrakassi
FO-620 Runavík