Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-20, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. januar 2006síða 43

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 15 - 20. januar 2006 43 Sosialráðgevi til barnaverndartænastuna í Norðoyggjum Í samband við at ein av okkara sosialráðgevum ferð í barnsburðarfarloyvi, er eitt starv á Sosialu Deild í Klaksvík leyst at søkja til setan skjótast gjørligt. Um barnaverndartænastuna í Norðyggjum: Barnaverndartænastan í Norðoyggjum fevnir um Svínoyar, Fugloyar, Kunoyar og Klaksvíkar kommunu. Umsitingarliga er barnaverndartænastan ein eind undir Sosialu deild í Klaksvíkar kommunu. Uppgávan hjá barnaverndartænastuni er at tryggja børnum, ið liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, neyðuga hjálp og umsorgan. Á Sosialu deild starvast, umframt leiðarin, tveir sosialráðgevar, ein barnaansingarsamskipari/stuðulsráðgevi, ein dagrøktarleiðari, eitt skrivstovufólk og ein skrivstovunæmingur. Starvið: Tú kemur, í tøttum samstarvi við sosialdeildarleiðaran og starvsfólk á deildini, at taka tær av einum spennandi og fjøltáttaðum øki við málsviðgerð, ráðgeving og øðrum uppgávum sum Barnaverndarumsitingin tekur sær av. Arbeiðsuppgávan umfatar m.a.: • at fyrireika mál til nevndarviðgerð • at ráðgeva og vegleiða barna- og ungdómsfamiljum við serligum tørvi • at ráðgeva barnaverdarnevndini í barnaverndarlógini • at seta í verk og fylgja upp fyriskipanir • at virka sum samskipari í málum har fleiri myndugleikar eru við • at samstarva tvørfakliga • at arbeiða fyribyrgjandi í samstarvi við fakpersónar og stovnar á barna- og ungdómsøkinum Vit leita eftir starvsfelaga, ið: • er útbúgvin sosialráðgevi • hevur royndir sum málsviðgeri ella aðrar viðkomandi royndir • hevur áhuga og evnir at arbeiða við barna og ungdómsfamiljum við serligum tørvi • megnar at vera nágreiniligur og samstundis hava nógvar bóltar í luftini • megnar at seta seg inn í støðuna hjá familjum, og hjálpa teimum út frá hesum • hevur gott yvirlit og dugir væl at orða seg Vit bjóða tær: • Eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingum • Góðar samstarvsfelagar • Supervisión Setanarviðurskifti: Starvið, sum er fulltíðarstarv, verður sett skjótast gjørligt sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og Starvsmannafelagið Fleiri upplýsingar Fáast við at venda sær til Jancy Biskopstø Klein, sosialdeildarleiðara ella Tonju Ziskason, sosialráðgeva á telefon 410000. Søk starvið Við at senda okkum eina umsókn í seinasta lagi hósdagin tann 2. februar 2006. Umsóknin skal sendast til: Klaksvíkar Kommunu Nólsoyar Pállsgøta Postboks 2 · 700 Klaksvík Tlf. 410000 · Fax. 410001 Fíggjarleiðari til Bláa Kross Føroya Er tað tær vit bíða eftir? Nú fíggjarleiðarin eftir 10 ár, hevur valt at royna nýggjar leiðir, er hetta kanska júst tín møguleiki! Í øllum førum er eitt spennandi og avbjóðandi starv sum fíggjarleiðari hjá Bláa Krossi Føroya leyst til tín at søkja. Starvið: Í hesum starvi hevur tú ábyrgdina av øllum fíggjarviðurskiftum í felagsskapinum. Virksemi er nógv økt síðstu árini og krevur hetta tí, at tú ert før/ur fyri at hava nógvar bóltar í luftini samstundis, uttan at missa yvirlitið. Sum fíggjarleiðari kemur tú m.a. at hava ábyrgdina av: • Leggja fíggjarætlan fyri allar arbeiðsgreinar saman við leiðarunum • Regluliga kunnað um fíggjarstøðu hjá ymisku arbeiðsgreinum og út frá hesum ráðgeva • Skipað fyri innanhýsis fíggjarstýring og dagføra hesar í mun til inntøkur og útreiðslur • Skriva umsóknir og verða við til inntøkufremjandi tiltøk • Ábyrgd av samskiftinum við myndugleikar o.a. viðkomandi samstarvsfelagar innan fíggjarøki • Skrivari í landsnevndini • Verða við í leiðslubólki saman við øðrum leiðarum í felgasskapinum Førleikar/eginleikar: • tú ert útbúgvin HD, HA ella hevur líknandi hægri útbúgving og/ella royndir á økinum • tú hevur áhuga og innlivingarevni í nýggj tiltøk • tú ert álitisvekjandi og álítandi • tú ert fyrikomandi og hevur samstarvsvilja • tú hevur evni at arbeiða sjálvstøðugt • tú hevur kunnleika til vanlig telduforrit • tú vilt arbeiða samsvarandi blákrosshugsjónini Løn/setanartreytir: Starvið er eitt fulltíðarstarv við skiftandi arbeiðstíðum. Lønin verður ásett smb. avtalu. Meiri fæst at vitað um starvið við at venda sær til Jaspur Langgaard á tlf. 470 700 Umsókn saman við prógvum, viðmælum v.m. skal verða okkum í hendi í seinasta lagið mánadagin 30. januar 2006 Blái Krossur Føroya Jaspur Langgaard, aðalskrivari Heiðavegur 6 620 Runavík Blái Krossur Føroya hevur smb. §2 í viðtøkum felagsins til endamáls: - at hjálpa menniskjum, ið eru illa stødd av rúsdrekkaávum - at fyribyrgja, at fólk misnýta rúsdrekka og onnur rúsandi evni - at virka fyri eini rúsfríari lívsáskoðan og rúsfríum umhvørvi - at boða gleðiboðskapin um Guðs kærleika til menniskju