mánadagur 23. januar 2006síða 4
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 16 - 23. januar 2006
ÍSLAND
Ring á telefon nr. 345960 ella 545970
ella skriva á teldupost cargo@sbwcargo.com
...Skjótasta flutningstænasta á Norðuratlantshavi !
FØROYAR
HETLAND
NOREG
DANMARK
Vit hava fingið veingir
SBW Express bjóðar dygdargóða flogfrakt
tænastu til ein kappingarføran prís.
SBW Express bjóðar dygdargóða flogfrakt
tænastu til ein kappingarføran prís.
Tekniskt brek
umborð á Norrønu
gjørdi seinnapartin
leygardagin at
Norrøna legði at aðra
bryggju enn hina
vanligu í havnini í
Hanstholm. Ferðafólk
og farmur vóru
seinkaði.
Ferðavinna
Rókur Jákupsson Jacobsen
rokur@sosialurin.fo
Norrøna hevði trupulleikar
við tí eini skrúvuni og
hetta gjørdi tað torført
at stýra skipinum. Ein
týskur serfrøðingur kom
sunnumorgunin at hyggja
uppá
skrúvuna.
Hann
staðfesti skjótt feilin, og nú
eru lutirnir skiftir. Sostatt
er Norønna klár at taka
siglingina upp aftur.
Thomas Magnusen, stjóri
á Smyril Line harmast um
seinkingina.
– Nú hava vit mist eitt døgn,
og tað er harmiligt,sigur
hann. Vit rokna við, at
Norønna er aftur í Havn
týsmorgun klokkan 04, men
vit kunnu ikki siga tað við
vissu, tí at vit ikki eru heilt
greið yvir, hvussu veðrið fer
at skikka sær, sigur hann við
Sosialin.
Nøgdur týskari
Ein skuldi trú, at ferðafólk
ilskaðist av seinkingini hjá
Norrønu, men ein týskari
skrivar á eini heimasíðu,
at hann var ovfarin av
blíðskapinum, sum hann og
konan hittu umborð.
Eitt týskt par hevur júst
verið í Føroyum, og ferðin
heim aftur gjørdist drúgvari
enn tey høvdu roknað við.
Men hetta bilti onki. Mattias
og kona hansara vóru ovfarin
av blíðskapinum umborð
á skipinum. Hann skrivar
nakað soleiðis: ”Eftir at
vit høvdu fingið kaffi og
køkur seinnapartin, vóru
vit boðin til eina ovurstóra
buffet. Her kundu vit eta so
nógv sum vit orkaðu. Og
alt hetta var ókeypis”, sigur
Mattias. Hóast teknisk brek
og illveður, heldur hann at
Smyril Line gjørdu alt tey
kundu, fyri at ferðafólkini
skuldu hava tað gott umborð.
Hetta er hann takksamur
fyri.
Mattias skrivar eisini at
hann og konan eru sera glað
fyri ferðina í Føroyum. “Vit
vóru í Føroyum í 4 dagar,
og har var fantastiskt. Onki
land hevur nakrantíð ávirkað
okkum so ógvisligt, sum
hesar oyggjar hava”.
Tey sum vilja lesa alla
frágreiðingina á týskum
kunnu klikkja seg inn á:
http://forum.faroe-islands.
de/phpBB2/viewtopic.
php?p=886
Tekniskt brek seinkar Norrønu
Norrøna hevði tekniskt brek á skrúvuni í vikuskiftinum.