mánadagur 23. januar 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 16 - 23. januar 2006
5
Broytingar mugu
gerast í SEV fyri at
tryggja, at vit ikki
aftur koma í eina
støðu sum hesa,
sigur Kim Durhuus,
sum er valdur til
stýrisformann
SEV
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Hetta kann ikki halda
fram.
Kim
Durhuus,
sum
nú er valdur til nýggjan
stýrisformann í SEV, sigur,
at fløjkan, sum nú er í
elfelagnum, er eitt prógv
um, at tað viðurskiftini í
SEV mugu takast upp til
viðgerðar av nýggjum.
Hann hugsar serliga um
reglugerðina fyri felags
skapin.
– Reglugerðin hjá SEV
er nýggj, men støðan, sum
vit hava verið í seinastu
dagarnar, vísir, hvussu
umráðandi tað er hon verður
tikin upp til viðgerðar av
nýggjum. Sostatt er tað
neyðugt at endurskoða
reglugerðina og at nágreina
ymisk viðurskifti í henni.
Tað, sum er hent hesar
seinastu dagarnar, er, at
stýrið hevur skipað seg
av nýggjum og at stjórin
hevur fingið ætlanarskriv
um uppsøgn.
Men minnilutin í stýrin
um góðtekur ikki hesa
avgerð og hevur tí skotið
hana inn fyri umboðsráðið.
– Tað er rætt, at minnilutin
hevur
møguleikan
at
skjóta avgerðir inn fyri
umboðsráðið. Men tað er
anlt annað enn vist um
minnilutin hevur heimild
at skjóta eina avgerð sum
hesa inn fyri umboðsráðið.
Kim
Durhuus
sigur,
at tá ið minnilutin fekk
hesa
heimildina
at
skjóta avgerðir inn fyri
umboðsráðið, var tað ikki
meiningin, at allar avgerðir
skuldi kunna skjótast inn
fyri umboðsráðið.
– Tað var ikki ætlanin,
at vanligar avgerðir, sum
mugu
sigast
at
hoyra
undir daglidagin, skuldi
kunna skjótast inn fyri
umboðsráðið.
Hann sigur, at ætlanin
við hesi heimildini var,
at tók ósemja seg upp um
stórar avgerðir, sum bundu
SEV fíggjarliga, skuldi
minnilutin hava ta verju, at
hann kundi sjóta avgerðina
inn fyri umboðsráðið.
Tað var ikki ætlanin at
umboðsráðið skuldi órógv
ast við einum máli um at
skipa stýrið.
Tí er tað í hansara huga
heimi als ongin ivi um, at
tað er hann, sum er stýr
isformaður í SEV, tí tað
stendur í reglugerðini, at
stýrið skipar seg sjálvt.
Tað stendur eisini, at tað er
stýrið, sum setir stjóran og
sum loysir hann úr starvi.
Tað er løgfrøðingurin hjá
teimum samdur í.
Aðrir løgfrøðingar halda
hinvegin, at tá ið málið
verður skotið inn fyri
umboðsráðið, koma ongar
broytingar at henda, fyrr
enn umboðsráðið hevur tal
að.
– Bara tað, at løgfrøðing
ar eru ósamdir um eitt
mál, sum hetta, er prógv
um, at tað er neyðugt at
endurskoðað reglugerðina
og at gera hana greiðari, so
at vit ikki einferð afturat
enda í eini støðu, sum
hesari, sigur Kim Durhuus.
– Hetta er eitt mál, sum
umboðsnevndi má taka upp
í næstum. Í hesum sambandi
má gerast greitt, hvørjar
avgerðir i stýrinum, kunnu
kærast fyri umboðsnevnd
ini og hvørjar kunnu ikki.
Samstundis hevur Lands
stýrið boðað frá eini nýggj
ari elveitingarlóg og eisini í
tí sambandinum er neyðugt
at endurskoð SEV.
Akkurat hvar tað skal
bera í sær, veit hann ikki
enn, men SEV má lagast
til lógarverkið og so veldst
um, hvussu broytingarnar
verða.
Hann vil kortini ikki siga
nakað um orsøkina til, at
meirilutin í stýrinum vil
hava stjóran frá.
– Hann hevur nú fingið
eitt ætlanarskriv og tað
eigur at ganga sína gongd
í friði og náðum, sigur Kim
Durhuus.
Nú er arbeiðið byrjað
at skráseta øll almenn
støð í Føroyum
fyri at vita, hvussu
atkomulig tey eru hjá
brekaðum
Atkoma
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Leygardagin
byrjaði
arbeiðið hjá Meginfelag
Teirra Brekaðu í Føroyum,
MBF, at skráseta øll almenn
og og hálvalmenn støð í
Føroyum.
Endamálið er at vita,
hvussu atkomulig tey eru
hjá brekaðum.
Tað er Leila Solmunde,
forkvinna í MBF, sum sjálv
ferðast landið runt at kanna
tey ymsu støðini.
Skrásetingin byrjaði í
Suðuroy leygardagin og
hildið verður fram í Føroya
syðstu oyggj alla vikuna.
Síðani verður farið runt
landið, til alt landið er
kannað.
Talan er um kirkjur,
samkomuhús,
bygdar
hús, ítróttarhallir, post
hús,
bankar,
skúlar
kommunuskrivstovur
og slík, støð, sum verða
kannað.
Hugt verður bæði eftir,
hvussu atkomulig støðini
eru hjá brekaðum. Men
kannað verður eisini eftir,
hvussu umstøðurnar hjá
blindum og deyvum eru,
eitt nú við teleslyngum
o.s.fr.
Allir hesir upplúysingar
skulu síðani skrásetast í
eini handbók, so at brekað
altíð kunnu vita, hvussu
umstøðurnar eru í teimum
ymsum
bygdunum
og
býunum kring landið.
Kann brúkast av
báðum pørtum
Leila Solmunde leggur dent
á, at talan er ikki um eina
atfinning ímóti kommunum
ella øðrum myndugleikum.
– Endamálið er at lýsa
støðuna sum hin er og
at geva brekaðum eina
handbók, so tey vita,
hvussu umstøðurnar eru
kring landið.
Men hetta kann eisini
verða eitt hent amboð
hjá kommunum, lands
myndugleikum,
ítróttar
feløgum og felagsskapum
av ymsum slagi.
– Taka tey eisini hesa
handbókina til sín og brúka
hana sum eina vegleiðing
í eini roynd at bøta um
umstøðurnar, hevði nógv
verið vunnið, sigur leila
Solmunde.
Eftir tí, hon higartil
hevur sæð í Suðuroy, er
støðan tann sama her, sum
aðrastaðni í landinum.
Og tað merkir, at tað eru
nógv støð, har tað ikki er
atkomandi hjá brekaðum.
Forkvinnan í MBF sigur,
at tað fer at kosta einar
100.000 krónur at gera
handbókina.
Í hesum sambandi hava
tey søkt kommunurnar um
at stuðla tiltakinum.
Lata allar kommunur sín
part, er talan um góðar tvær
krónur fyri hvørt fólki.
Hetta hevur Hvalbiar
bygdaráð roknað út. Tað
viðgjørdi umsóknina fyrr í
vikuni og gjørdi av at játta
2000 krónur, sum er parturin
hjá Hvalbiar Kommunu
eftir fólkatalinum og so er
nakað lagt afturat fyri at fáa
eitt runt tal.
SEV má endavendast
Støðan, sum SEV er í nú, er prógv um, at felagsskapurin má endurskoðast, tí hetta má ikki henda aftur, sigur KimDurhuus, sum
nú er valdur til stýrisformann í SEV
Rundferðin
byrjaði í Suðuroy
Hertil og ikki longur. Tá ið Leila Solmunde leygardagin fór undir
arbeiðið at skráseta øll almenn støð í Føroyum, byrjaði hon í
Sandvík. Og hon mátti beinanvegin ásanna, at í Kirkju hevði
hon ikki kunnað farið. Her situr hon við kirkjutrappurnar og
sleppur ikki longur