Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. januar 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 16 - 23. januar 2006 Undir hesi yvirskrift fer stjórin í vinnuframahúsinum í Herning økinum, Torben Hendriksen, at greiða frá, hvussu eitt øki í Danmark, sum einaferð misti túsundtals arbeiðspláss í klædnaídnaðinum, fyrireikar seg ítøkiliga til framtíðina Tíðindaskriv Tað, sum hendi í hesu serliga áhugaverdu søgu er, at í øllum Herning økinum og har um leiðir flutti so gott sum allir tann fyrr so stóri klædnaídnaðurin út til fjareystur – og hetta hendi eftir einans 10 árum! Hóast tað, er tað eydnast væl at fóta sær aftur við 6000 nýggjum, hægri løntum arbeiðsplássum, sum eru komin í staðin fyri gomlu seymi arbeiðini í klædnaídnaðinum. Eisini fer Torben Hendriksen at greiða frá tí sera virkna íverksetarahúsinum við ikki færri enn 20 íverksetaraskrivstovum, sum í nærmastu framtíð verður bygt út fyri knappar 50 milliónir kr. Í teirri støðu, sum Klaksvíkin er í, í løtuni, eiga vit at fylgja væl við í eitt nú gongdini í Herning økinum, tí eisini vit standa yvirfyri umfatandi broytingartíðum. – Um stutta tíð letur Norðoyatunnilin upp, og Klaksvíkin broytist í einum frá útjaðara til sentrum! Sum vinnulívið so ofta sjálvt vísir á, so er ein rívandi útviklingur uttan um okkum, har kappingin um ráfiskin ger seg galdandi. Tað rakar sjálvandi Føroya størstu fiskaríhavn serliga hart. Í báðum førum stendur Klaksvíkin beinleiðis í skotlinjuni. Tí mugu hesar broytingartíðir takast í størsta álvara, tí um vit vilja tað ella ikki, so seta broytingarnar dagsskránna. Soleiðis siga Rani Nolsøe á Menningardeildini hjá Klaksvíkar Kommunu og Jógvan við Keldu, sum er formaður í Vinnulívsráðnum í Klaksvík. Menningardeildin hjá Klaksvíkar kommunu og Vinnulívsráðið í Klaksvík bjóða umboðum fyri vinnulívið, skúlum og øðrum stovunum og annars almenninginum til fundar á Tekniska skúla í kvøld, mánakvøldið 23. januar frá kl. 19:00 til 20:30. Verkstovan í nýhugsan gjørdist ein sansingarferð gjøgnum orð, smakk, luktir, kenslur og tónleik, tá mótsetningar av øllum hugsandi slag hittust í Sjónleikarahúsinum í Havn í vikuskiftinum Verkstova Anna V. Ellingsgaard Myndir: Álvur Haraldsen Longu í forhøllini í Sjónleikarahúsinum frí- ggjadagin var týðiligt, at verkstovan næstu dagarnar var øðrvísi enn aðrar. Sum atgongumerki fingu teir 65 luttakararnir hvør sítt par av skóleistum, sum kvinnur á Tilhaldinum í Tórsgøtu høvdu bundið. So næstu løtu sóust politikarar, vinnulívsfólk, limir í búskaparáðnum og øll hini átaka sær rættiliga óvanligar leiklutir í alskyns litføgrum skóleistum við strípum og duskum. Heilt upp undir iljarnar Verkstovan byrjaði við eini sansaligari uppdagingarferð gjøgnum sjónleikarahúsið. Byrjað var í klædnagoymsluni millum alskyns leikbúnar, parykkar og annað, har Gulla Øregaard, stigtakari, bjóðaði vælkomin. Síðani fingu øll boð um at lata seg úr skónum og í skóleistarnar, so sansaliga ferðin kundi kennast heilt upp undir iljarnar gjøgnum trolið, sum Anna Sofía á Egilstrøð snildisliga hevði klætt gólvið við. Við heitari sjókolátu og bollum byrjaði nú eisini kulinariska ferðin á skeiðnum, sum Oddvør Skarðhamar stóð fyri, og sum helt fram við ymsum øðrvísi i rættum restina av verkstovudøgunum. Leygarkvøldið gjørdst so tónleikurin eisini partur av sansingarferðini, tá Ólavur Højgaard spældi saman við einum nýggjum bólki á Innovatiónscaféini. Aftaná var so fari aftir til tónleikaligu røturnar, tá farið varð uppá gólv við Birgiri Djurhuus og Heina Mortensen sum skiparum. Mótsetningar hittast Millum forvitnisligu innsløgini hesar dagarnar vóru fýra fyrilestrar, sum allir snúðu seg um nýhugsan, um enn á sera ymiskan hátt. At fyrlestrahaldararnir vóru bæði vinnulívsfólk og listafólk var ikki av tilvild, sigur Gulla Øregaard, stigtakari, sum við skeiðnum millum annað vildi vísa á, at nýhugsan ikki avmarkar seg til eitt nú ávís listarlig øki, men uppstendir í samspælinum millum øki, vit vanliga ikki seta í samband við hvørt annað. –Um vinnulívið til dømis ikki fer út um síni vanligu mørk at leita sær íblástur, doyr tað, tí so hendir heldur ongin nýskapan. À sama hátt við mentanarøkinum. Tað er, tá ymiskir mátar at hugsa renna saman, at nýhugsan uppstendur og nýtt forvitni verður skapt, sigur Gulla, sum var ómetaliga væl nøgd við hesar báðar dagarnar. Verkstovan í nýhugsan var eisini ætlað sum tað fyrsta í eini røð av øðrvísi tiltøkum í Sjónleikarahúsinum. Við hesum vónar Gulla saman við nevndini í húsinum at sjónleikarahúsið kann gerast eitt mentanarligt vakstrarhús, har øll góð hugskot sleppa at seta sín dám á virksemið. Verkstova: Ein nýskapandi sansingarferð Sansingarferðin í lukti og smakki byrjaði við heitum kakao í ovurstórum koppum. Tað var Oddvør Skarðhamar, sum stóð fyri øðrvísi kulinariskum upplivingunum á verkstovuni Hesa vikuna er missiónsvika í Meinig heitshúsinum í Havn. Møtir eru hvørt kvøld við nógvum talarum og kórum Missiónsvikan byrjaði í gjár og heldur fram til sunnudagin 29. januar 2006. Møtir eru hvørt kvøld, og vera nógvir góðir talarar og nógv góð kór at hoyra, m .a. VOX og hevur nýggja Ungdómskórið í Meinigheitshúsinum frum­ framførðslu hós-kvøldið. Til hesi møtir koma vanliga fleiri hundrað fólk, og bjóðar Meinigheitshúsið øllum havnarborgarum o. ø. at vera hjartaliga vælkomin til møtini. Missiónsvika í Meinig- heitshúsinum í Havn í døgunum 22. januar til 29. januar 2006 n Mánad. 23. jan. Kl. 20.00 Møti – Talari: Torleif Johannesen. Sangur: KFUM kórið, Klaksvík. n Týsd. 24. jan. Kl. 20.00 Møti – Talari: Hanus Simonsen. Sangur: Kristiliga Sang- kórið. n Mikud. 25. jan. Kl. 20.00 Møti – Talari: Sverri Steinhólm. Sangur: Meinigheits- kórið. n Hósd. 26. jan. Kl. 20.00 Møti – Talari: Reimund Langgaard. Sangur: Ungdómskórið. Innsavnan til ungdóms- arbeiði. n Fríggjad. 27. jan. Kl. 20.00 Møti – Talari: Ingolf Johannesen. Sangur: Gratia. Innsavnan til Heima- missiónina. n Leygard. 28. jan. Kl. 10.00 Bíbliutími og morgundrekka. Kl. 20.00 Møti – Talari: Regin Høgnesen. Sangur: Streingjakórið, Tvøroyri/Porkeri. Innsavnan til útimissión. n Sunnud. 29. jan. Kl. 14.00 Sunnudags- skúli. Sangur: Gentukórið. Kl. 18.00 Møti – Talari: Regin Høgnesen. Sangur: VOX. Bønarløta er hvørt kvøld ein hálvan tíma áðrenn møtið byrjar. Barnaansing er hvørt kvøld. Bjóðað verður til forbøn og samtalu. Drekka verður aftan á møtini. Bókaborð verður mánadag til leygardag. Missiónsvika í Havn »Hvørjum skulu vit liva av í framtíðini?« Listagrafiskur verkstaður letur upp í Søldarfirði í morgin Hóast tað ikki er gerandiskostur, so letur ein listgrafiskur verkstaður upp í Søldarfirði, týsdagin 24. januar kl. 17. Tað er tann 35 ára gamli listamaðurin Oggi Lamhauge, sum letur hendan verkstaðin upp í heimbygd síni LIST Verkstaðurin heldur til í gamla handlinum hjá Lenu og Sámal Jákup Lamhauge í Søldarfirði. Verkstaðurin, sum er góðar 60 fermetrar til støddar, er útgjørdur við litografiskari pressu og koparprentspressu. Eisini er eitt stórt alrúm, sum kann verða nýtt til framsýningar og undirvísingarhøli v. m. Hølini kennast rúmlig, ljós og høgt er til lofta. Verkstaðurin er við høvuðsvegin í Søldarfirði, og liggur væl fyri, tá hugsað verður um væntandi infrastrukurellu menningina komandi árini. Oggi hevur annars verið virkin á listarliga økinum, her á landið og útlendis, síðan hann gjørdist liðugur við útbúgving sína sum listgrafikari við lærda háskúlan í Íslandi, árið 1997. Kendasta verk hansara er helst altartalvan í Hattarvíkar kirkju, sum varð latin kirkjuni í 2001. Oggi skal vera við á framsýning í Ráðhúsinum í Keypmannahavn í mars mánaði og sýna fram saman við øðrum í Müllers pakkhúsi, mentanarnáttina 2006. Oggi hevur eisini gjørt hópin av serprentum fyri stovnar og virki og undirvíst bæði børnum, ungum, vaksnum og menningartarnaðum í tekning, máling og grafikki.