mánadagur 23. januar 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 16 – 23. januar 2006
7
Enn eru nøkur
atgongumerki eftir til
frálíka Gallakvøldið
við góðum mati og
framúrskarandi
tónleiki á Hotel
Føroyum.
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Nú
eina
viku
undan
Planet Awards eru 150
atgongumerki eftir til hetta
stórsligna tiltak. Við fram
førslum við bólkum sum
200, Marius, Yggdrasil við
Kára Sverrisyni, Channe
Nussbaum Trio, Brandi K.
Jacobsen, Petsi Tvørfoss,
200, Terja Rasmussen
umframt Frændum, ið
spæla til dans aftan á, at
Planetirnar eru avgreiddar,
er longu greitt, at hetta fer
at verða ein av ársins størstu
tónleikaupplivingum. Men
enn er eitt stórt tónleikanavn,
ið ikki er avdúkað.
Simon Kvamm kemur
Á Planet Awards verða
heiðurslønir handaðar til tað
besta innan føroyskan tónleik,
umframt
heiðurslønina
til besta útlendska bólk.
Allir útlendsku bólkarnir,
sum eru í uppskoti til hesa
Planet, eru bodnir við, tað
liggur tíanverri ikki fyri hjá
Tim Christensen og James
Blunt at koma, men Simon
Kvamm úr Nephew kemur.
Enn hava hvørki Madonna
ella Green Day meldða
avboð. Tað er eisini greitt,
Jepser Binzer úr D.A.D. fer
at handa eina Planet. Bæði
Jesper og Simon gleða seg so
nógv til tiltakið, at teir koma
heilt til Føroyar í hesum
ørindum. Um tú ikki hevur
tryggjað tær atgongumerki
enn, so er um at skunda
sær, meðan nøkur eru eftir.
Atgongumerkini fáast í
forsølu í Teleshop, á Hotel
Føroyum og í Miðlahúsinum
í Vágsbotni, kostnaður er
275 kr. fyri alt tiltakið.
Hvat er Galla?
Nógv fólk ringja okkum
og spyrja, hvat tey skulu
fara í. Galla konseptið á
tiltakinum er fyrst og fremst
gjørt fyri at fólk skulu
pynta seg. Hetta nýtist ikki
at vera í dýrum nýggjum
klæðum sniðgivnum til
hetta tiltakið, sjálvt um
tað eisini er ok, Men talan
kann gott vera vanlig pen
klæðir, ella kanska okkurt
heilt annarleiðis, spennandi
vakurt ella sermerkt. Í vikuni
fara vit í Sosialinum, at vísa
nøkur dømi um hvussu hetta
kann gerast.
Stílfullir karmar
Við fyrimyndum úr tiltøkum
uttanlanda, er talan um eitt
stílfult tiltak. Karmarnir,
ið Hotel Føroyar veitur,
eru frálíkir, og íroknað í
atgongumerkið er matur
og vælkomudrykkur. Talan
verður um góðan lættan
hotel mat, ið framúrskarandi
góði køkurin á Hotel
Føroyum stendur fyri. 18 ára
aldursmark er á tiltakinum.
Planet Awards byrja kl. 21.00
og væntandi fer Frændur á
pallin at spæla til dans kl.
01.00.
Eitt uppiborið
herðaklapp
Føroyskur tónleikur hevur
ment seg sera nógv seinastu
árini, og hann hevur
uppiborið at verða heiðraður.
Hetta er ein roynd at geva
hesum ídnaði, ið gevur
føroyingum so nógv, eitt væl
uppiborið herðaklapp.
Enn kann atkvøðast
Enn ber til at atkvøða um hvør
skal vinna heiðurslønirnar.
Hetta verður gjørt við SMS
boðum. Hvørt SMS boð telur
sum ein lutaseðil um frálíkar
vinningar, sum ferð fyri tvey
við Atlantic Airways, eina
Samsung E-730 fartelefon
og eitt árshald av Sosialinum.
Øll við fartelefonhaldi hjá
Føroya Tele kunnu atkvøða
við at senda eini SMS boð til
1441. Atkvøðast kann bert
einaferð fyri hvønn flokk.
Kostnaðurin fyri hvørja
atkvøðu er 5,- kr + vanligt
SMS gjald. Seinasta freist
at atkvøða er hóskvøldið á
miðnátt.
Petsi Tvørfoss fer at syngja
nøkur løg á Planet Awards,
hon er harumframt í uppskoti
til planetina fyri bestu
songkvinnu.
150 atgongumerki eftir
til Planet Awards