mánadagur 23. januar 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 16 – 23. januar 2006
Fríggjadagin skipaði
Tryggingarfelagið
Føroyar fyri móttøku
í Saltangará, nú
hølini hjá felagnum
á Skálafjørðinum
eru umbygd og
nútímansgjørd, bæði
innan og uttan
Móttøka
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Væl av fólki var til
móttøkuna, sum varð hildin
við góðum pinnamati og
leskandi.
Deildarleiðarin, Niels
Juul Akraberg og tey 10
starvsfólkini, hann hevur á
deildini, høvdu úr at gera við
at taka í hondina á fólki, sum
ynsktu teimum tillukku við
hølunum.
Undir
móttøkuni
spældi Jóannes S. Hansen
friðarligan og vælljómandi
tónleik á klaver, og seinni
spældu eisini Monika
Stauss Joensen og Dánjál
Eysturstein nøkur verk á
violin og klaver.
Tilsamans settu tey trý ein
hugnaligan dám á móttøkuna,
har fólk komu á gátt at ynskja
tryggingarfólkunum tillukku
við nýggju og snotuligu
hølunum.
Hølini, har Tryggingar
felagið Føroyar eftirhondini
hevur húsast í fleiri ár,
liggja væl fyri miðskeiðis
í ”hjartanum” í Runavíkar
kommunu, men nú helt
felagið, at tíðin var komin
til byggja hølini um, so tey
gerast meira kunda-vinar
lig.
Gáva til Bláa Kross
Við móttøkuna greiddi
stjórin í Tryggingarfelagnum
Føroyar, Gunnar í Liða,
frá teimum broytingum
og umbyggingum, ið eru
gjørdar, og hann legði
dent á, at stigini eru tikin
fyri framhaldandi at tæna
viðskiftafólkunum.
Hann helt, at Tryggingar
felagið Føroyar hevur allar
fyritreytir fyri at veita
viðskiftafólki eina holla
tænastu.
Gunnar í Liða segði,
at felagið hevur avgjørt
at veita Bláa Krossi eina
peningagávu til tað arbeiði,
sum felagsskapurin ger.
Tað var leiðarin á Bláa
Krossi, Jaspur Langgaard,
ið tók ímóti kekkinum, sum
var upp á 20.000 krónur.
Saman við starvsfólkum
sínum fegnaðist hann um
gávuna, sum hann segði, at
felagsskapurin fer at nýta til
fyribyrgjandi arbeiði.
Leiðarin á Bláa
Krossi, Jaspur
Langgaard, segði,
at gávan, sum
felagsskapurin
hevur fingið frá
Tryggingarfelagnum
Føroyar, fer til
fyribyrgjandi arbeiði
Gáva
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í takkarrøðu síni, segði Jasp
ur Langgaard, leiðari á Bláa
Krossi, at viðurkenningin,
sum
Tryggingarfelagið
Føroyar hevur givið felags
skapinum, er fløv0andi.
- Ja, ein slík viðurkenning
fløvar mangan meira, enn
fólk geva sær far um. Hetta
er við til at stimbra alt arbeiði
í felagsskapinum.
Hann segði seg fegnast
um, at fólk síggja tað arbeiði,
sum felagsskapurin ger – og
seta prís upp á tað.
- Virksemið hjá Bláa Krossi
er ikki ólíkt virkseminum
hjá Tryggingarfelagnum.
Endamálið hjá báðum er
at hjálpa teimum, sum eru
komin illa fyri. Skaðin kann
vera komin brádliga – og
skaðin kann hava arbeitt seg
upp gjøgnum eina tíð.
Jaspur vísti á, at meðan
Tryggingarfelagið
í
stóran mun arbeiðir við
materiellum
skaðum,
arbeiðir Blái Krossur mest
við menniskjansligum og
sálarligum skaðum.
- Men tær royndir, sum
vit hava gjørt okkum síðstu
árini, er, at besta hjálpin
er so vítt sum gjørligt at
fyribyrgja, at skaðin hendir.
Hetta kann sjálvandi gerast
upp á nógvar mátar, bæði við
stórum og smáum tingum.
Hann segði, at Blái Krossur
fer at nýta gávuna, sum
Tryggingarfelagið hevur
givið felagsskapinum, til
fyribyrgjandi arbeiði.
At enda ynskti Jaspur
Langgaard
hjartaliga
tillukku við nýggju hølunum
og takkaði fyri tað samstarv,
sum felagsskapurin hevur
við felagið.
- Tit hava megnað at hildið fast
um persónligu ”kontaktina”
við viðskiftafólkini, og tað
vil eg takka tykkum fyri,
segði Blá Kross-leiðarin.
Gávan fer til fyribyrgjandi arbeiði
Jaspur Langgaard, leiðari fyri Bláa Krossi, saman við einum av sínum starvsfeløgum, Tórhild
Bjarkhamar. Felagsskapurin er fegin um viðurkenningina, sum Tryggingarfelagið hevur sýnt við
peningagávuni
Mynd: Vilmund Jacobsen
Tryggingarfelagið í umbygdum høl
Bygningurin er klæddur av nýggjum, og innan eru
umbyggingar gjørdar sum gera hølini meira kunda-vinarlig
Mynd: Vilmund Jacobsen
Stjórin í Tryggingarfelagnum
Føroyar, Gunnar í Liða,
hevur handað Bláa Kross-
leiðaranum, Jaspuri
Langgaard, kekkin
Mynd: Vilmund Jacobsen