mánadagur 23. januar 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 16 – 23. januar 2006
9
Tvey tey fyrstu hálini
hjá risatrolaranum
Atlantic Navigator
hendan túrin vóru
óføra góð
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Seinasta mikukvøld mynst
raði manningin á Atlantic
Navigator á øðrum sinni, og
stevnt varð suður á Írlands-
leiðina, har skipini plaga at
fáa svartkjaft hesa tíðina av
árinum.
Stór hál
Sosialurin hevur skilt, at
tvey tey fyrstu hálini hjá
skipinum hendan túrin vóru
óføra góð.
Vit hava frætt, at fyrsta
tóvið vardi bert í einar
45 minuttir, og tá ið teir
hálaðu, vóru eini 190 tons
av svartkjafti í.
Næsta hálið hjá skipinum
var eisini óføra gott; tá
fingu teir 160 tons.
Hetta bendir á, at byrjanin
hjá skipi og manning hevur
verið góð hendan túrin.
Á seinasta túri var Brandur
Nólsoy skipari, og í samrøðu
við Sosialin mikudagin, tá ið
tey mynstraðu, segði hann,
at útbúnaðurin umborð nú
vísir seg at rigga væl.
- Nú vantar okkum bert
rávøru, legði hann aftrat.
Spenningur
Skipari hendan túrin er Lion
Petersen, og hann segði
eisini í samrøðu hendan
dagin, at spenningurin er
stórur, nú svartkjaftaskipini
koma út í bestu vertíð.
Í mun til Næraberg, hevur
Atlantic Navigator eina
nógv størri framleiðsluorku,
og nú útbúnaðurin vísir seg
at rigga, sum hann skal, er
spenningurin stórur.
Veðrið spælir nógv inn,
hvussu svartkjaftafiski
skapurin roynist, men alt
bendir í hvussu er á, at
Atlantic Navigator hendan
túrin hevur fingið eina
lovandi byrjan.
- Vit leggja okkum
eftir at hava so góðan
fisk sum gjørligt, og
tað gevur ein betri
prís á marknaðinum,
sigur Jóhannes Olsen,
sum nú rekur trý
línuskip, Eysturoying,
Sigmund og
Morgunstjørnuna
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Seinastu árini hevur felagið,
P/F Eysturoy á Toftum,
keypt tríggjar línubátar. Av
hesum varð seinasti báturin,
sum var Morgunstjørnan,
keyptur um ársskiftið.
Felagið keypti fyrst Eystur
oying og síðan Sigmund
fyri stívliga tveimum árum
síðan.
Tað er Jóhannes Olsen,
sum eigur 2/3 í felagnum,
P/F Eysturoy, meðan P/F
Snodd eigur seinasta triðing
in.
Á skrivstovuni hjá P/F
Eysturoy, sum leigar hølir
í bygninginum hjá P/F
Snodd, eru reiðarin sjálvur
og Sanna Solmunde, skriv
stovukvinna.
Jóhannes tekur sær av
søluni av fiskinum, sum
línuskipini veiða, og í hesum
sambandi hevur hann neyvt
samstarv við Fiskamarknað
Føroya.
P/F Snodd hevur eisini havt
landing, skiljing og pakking
av fiski í bygninginum á
havnalagnum, men í dag er
tað felagið, Sp/f Rainbow
Seafood, ið leigar høli og
maskinur til skiljing og
pakking av fiski, sum felagið
keypir.
Gongur hampiligt
Jóhannes Olsen sigur, at
raksturin hjá línuskipunum
hevur gingið hampiliga væl,
og hann sigur seg trúgva upp
á, at henda vinna eigur eina
framtíð.
- Vit leggja okkum eftir
at hava so góðan fisk sum
gjørligt, og tað gevur ein
betri prís á marknaðinum.
Umborð á hvørjum av
línubátunum hjá felagnum
eru 14 mans.
- Vit hava bert hesar
tríggjar manningarnar, men
tað er vanligt, at einir 2-3
mans eru tøkir til avloysing
til hvørt av hesum skipum,
soleiðis at fasta manningin
fær frítúrar eftir tørvi, sigur
hann.
Sosialurin fer seinni í
vikuni at skifta orð við
Jóhannes Olsen um aðrar
ætlanir, sum felagið hevur.
Góð byrjan hjá Atlantic Navigator
Tað sær lovandi út hjá Atlantic Navigator, nú skipið er komið
á fiskileið í bestu vertíð
Mynd: Anna V. Ellingsgaard
P/F Eysturoy sær ljóst upp á línuveiðina
Sigmundur er eitt av teimum trimum línuskipunum, sum P/F Eysturoy nú eigur
Mynd: Vilmund Jacobsen
Úr hesum bygningi á havnalagnum á Toftum rekur Jóhannes Olsen sítt reiðaravirksemi
Mynd: Vilmund Jacobsen
lum í Saltangará
Arne Højgaard, sum í
fleiri ár starvaðist hjá
Tryggingarfelagnum
Føroyar, ynskir núverandi
starvsfólkunum tillukku við
hølunum
Mynd: Vilmund Jacobsen
Borgarstjórin í Runavíkar
kommunu, Rodmundur
Nielsen, ynskir leiðaranum,
Niels Juul Akraberg, tillukku
við nýggju hølunum
Mynd: Vilmund Jacobsen