Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-23, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. januar 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 16 – 23. januar 2006 11 Fyrsti tjóðskaparflokkur føroyinga 100 ár Opið bræv til landsstýrismannin í vinnumálum, Bjarna Djurholm Tann 1. januar 2006 kom løg­tingslóg nr. 137 frá 13. desember 2005 um at veita stuðul til íløgur á infra­kervið á útoygg jum í gildi. Henda lóg er framhald av løg­ tings­ lóg nr. 50 frá 10. apríl 2003 um at veita stuðul til infrakervið á útoygg jum, ið sam­bært egnum innihaldi fór úr gildi við árslok. Fyrst av øllum vil Tórs­ havn­ar kommuna gera vart við, at kommunan á ongan hátt tekur undir við framdu lógarbroytingini. Harumframt er fram­ferðar­ hátt­urin í hesum máli ikki nøktandi, tí kommunan, ið lógar­broytingin beinleiðis við­víkur, ikki er tikin við uppá ráð. Hetta er at vísa lítla virðing fyri teirri serligu støðu, kommunurnar eru í, umframt at hetta má metast at vera rættiliga óheppin háttur at fyrireika nýgg jar lógir. Gásadalur og Nólsoy eru ikki longur nevndar í lógini. Sambært viðmerkingunum til lógaruppskotið verður mett, at Gásadalur og Nóls­ oy ikki eru útoygg jar sam­ bært lógaruppskotinum, t.e. útoygg jar, sum ligg ja av­síðis við avmarkaðum ferða­sambandi og tænastum til borgaran. Ein avleiðing av lógini, ið kom í gildi 1. januar 2006, er sostatt, at kommunurnar, ið varða av Gásadali og Nólsoy ikki longur kunnu søkja um stuðul til íløgur á infrakervið á hesum støðum. Hóast hetta er lógaruppskotið hvørki sent kommununum ella kommunufeløgunum til ummælis. Kommunurnar eru heldur ikki kunnaðar um broytingarnar, ið lógin hevur við sær. Í almennu við­merking­ un­um til lógaruppskotið stend­ur, at avleiðingarnar av uppskotinum fyri kommun­ ur­nar eru, at útoygg jar, sum ligg ja avsíðis og hava av­markað ferðasamband og avmarkaðar tænastur til borgar­an, kunna søkja um stuð­ul til íløgur í infrakervið. Hó­ast ávísar kommunur ikki longur kunnu søkja henda stuðul, er hetta ikki upp­lýst sum ein avleiðing av lógar­ upp­skotinum. Tórshavnar kommuna hev­ur m.a. heft seg við, at eftir lógini frá 2003 kom Kals­oygg in bara undir lóg­ ina, tá tað ræður um íløg­ur í samskiftiskervið, men nú arbeiðið at gera sam­ferðslu­ havn­ina á Syðradali varð lið­ugt í 2005, er Kalsoygg in fevnd av lógini á jøvnum føti við aðrar sokallaðar útoygg jar. Ilt at sígg a nakran prinsip­ iellan mun á Nólsoynni og Kalsoynni, tí báðar ligg ja nakað frá størru oygg jum ella meginøki. Verður hugt at ferðasambandi og tæn­astum til borgarar, ið búgva á hesum oygg jum, ber somuleiðis illa til at siga, at onnur oygg in ligg ur meira avsíðis, hevur meira avmarkað ferðasamband ella færri tænastur til borgaran, tí á fjarstøðu til meginøkið og títtleika á ferðasambandi er at kalla eingin munur. Ein­asti munurin er, at onn­ur oygg in hoyrir til høvuðs­­staðarkommununa, með­an annar parturin av Kals­oynni hoyrir til Klaks­ vík­ar kommunu, og hin er sjálvstøðug kommuna. Tórs­ havnar kommuna undrast tí á gjørdu broytingarnar. Sum nevnt tekur Tórs­havn­ ar kommuna ikki undir við framdu lógarbroytingini, tá henda ikki viðger sam­ bæriligar oygg jar líka. Tí verð­ur staðiliga heitt á Vinnu­málaráðið um at taka málið upp aftur og saman við kommununum viðgera spurn­ingin um, hvørjar oygg jar skulu koma undir lógina og ikki. Tórshavnar kommuna vón­ ar at enda, at framtíðar lógar­ broyt­ingar ikki verða framdar yvir høvdið á kommununum eins og í hesum máli, men at Vinnumálaráðið sjálvsagt send­ir kommun unum ella kommunufeløgunum lógar­ upp­skot til ummælis, tá hesi hava avleið ingar fyri kommunurnar. Umframt at kommunan gong­ur út frá, at henda manna­gongdin ikki kemur fyri aftur, verður við hesum heitt á tygum um at taka málið uppaftur og saman við kommun­unum at viðgera spurn­ingin um, hvørjar oygg jar skulu koma undir lógina og ikki. Tórshavnar kommuna er altíð til reiðar at koma á fund um málið. (Avrit av hesum brævi er eisini sent løgtingslimunum í Suðurstreymoy og fjøl­ miðlunum). hedin@torshavn.fo Um ikki kommunur vilja leggja saman frívilliga, eigur at verða lóggivið. Tað var ein av ósemjunum okkara millum, meðan eg sat sum landsstýrismaður, sigur Jógvan við Keldu m. a.: Í dag verður so gott sum øll umisiting av føroyska sam­felagnum framd í og úr høvuðsstaði okkara. Tórshavnar kommuna um­situr part av egnari kommunu, men er før fyri meiri enn hon nú ger, tí stødd­in er har. Landsumsitingin umsitur stór­an part av Tórshavnar Kommunu, meðan lands­ um­sitingin samstundis um­sitir nógv størsta partin av kommununum úti um í land­inum, sum eru so smáar, at tær ikki eru førar fyri at um­sita, tá umræður veruligan gev­andi kommunalpolitikk. Tosað verður um, at alt verð­ur sentralt stýrt út frá høvuðs­staðnum. Høvuðs­ or­søk­in til hetta er, at kommunu­politikarar ikki vilja sígg ja umsitingarliga veruleikan í eyguni. Er ætlanin, at henda gong­din skal halda fram, at ongar umsitingar skulu út um høvuðsstaðin, so skulu kommunu– og eisini landspolitikarar bert lata standa til. So slepst undan støðutakanum. Men rætt er tað ikki. Suðuroyggin roynir í løtuni Tað er ikki nóg mikið ídag, at ein kommuna bert hev­ ur førleika at umsita m. a. kloakkir, vegagerðir, nakr­ ar útstykkingar, nú eisini barna­ansingarøkið, og á fólka­skúlaøkinum bert um­sitingar av bygningum. Sein­asta skotið á bulinum ein vanskabningur av barna­verndarøkinum, har kommun­ur ikki sjálvar ráða, men limir úr ymsu kommununum hava fingið síni umboð í økinum. – Hetta er ikki verulig kommun­al um– og fyrisiting. Dømi eru eisini um, at hetta kann gerast ein hurluvasti við einum fjákutum vali av samstørvum. Vit kunnu fegnast um arbeiði Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri nú ger, fyri at fáa Suðuroynna savn­aða í eina kommunu. – Hetta er møguleikin – ja ein­ asti møguleiki – hjá Suður­ oynni at yvirliva. Kommunurnar mugu »ganga plankan út«! Einasti møguleiki Visión 2015 skal innibera størri og færri kommunur, sum er einasti møguleiki fyri at fáa umsitingar úti um í landinum. Tað tykist, sum bæði for­ maður Javnaðar– og Fólka­ floksins eru ímóti at legg ja trýst á kommunurnar fyri samanlegg ing. Hetta hevur møguliga sín uppruna í geografiska plássinum, teir búgva í. Einki endamál er at tosa um eina visión 2015, um ikki stigini verða tikin nú, so henda visión kann gerast veruleiki. Sum nú er, gerst hetta ikki annað enn innihaldsleyst prát, sum politiska skipanin framhaldandi kann fóðra og møuliga hugtaka føroyska fjølmiðlaheimin við. Einasti møguleiki fyri at økini veruliga kunnu mennast er størri um­­siting­ ar­ligar eindir við størri kommun­um. So koma eisini onnur mál við tíðini út á økini. Stuðul til infrakervið í útoyggjum borgarstjóri Heðin Mortensen Einasti menningararmøguleiki er størri kommunur løgtingsmaður Jógvan við Keldu Sambært ensku orðabókini “Oxford Advanced Learners Diction­ary” er “ein myta”: “Some­thing that many people be­live but that does not exist or is false”. Á føroyskum: “Nakað sum nógv fólk trúgva, men sum ikki er til ella er skeivt”. Í bókini “Mellem færøsk og dansk politik 1917- 1920”, sum m.o. danski søgu­ frøðingurin Vagn Wåhlin hevur skrivað, verð­ ur føroysk søga nevnd sum full av “mytedannelse”. Bók­in viðurkennir, at tað ávís tíðarskeið kann vera neyðugt hjá eini tjóð at hava hetjumyndir og ein­táttaðar áskoðanir á søgu­ ligar hendingar og fyri­brigdi. Sambært Vagn Wåhlin er heldur einki óvan­ligt í, at ein tjóð skapar sær søguligar hetjumyndir. Vandin ligg ur ikki í hesum, men harafturímóti er søgu­ liga vandamikið, tá nøkur menn­iskju verða skýrd at vera minni verd, bert tí, at tey vístu sokallaðu hetjun­ um mótstøðu. Eisini er vanda­mikið, at “… efter en vis periode kan sådanne opfattel­ser blive fastlåste som en myte og dermed lukke af for nødvendige diskus­sioner….” Við at nýta søguna at náa ávís­um politiskum málum kemur ein tjóð í nakrar trupul­leikar, sum vit kenna alt ov væl her á landi. Tað er tá vit byrja at bólka okkum í pro– og anti-tjóðskaparligar føroyingar. Er tað nakað sum vísir seg at vera sera átrokandi hjá politikarum sum heild, ikki bert í Føroyum, men eis­ini aðrastaðni, so er tað at arbeiða hart fyri at seta politisk mótstøðufólk í bás t.v.s at vit gera alt fyri at læsa og binda hvønn annan niður, soleiðis at mótstøðufólkini verða har, sum vit meta og siga, at tey skulu verða. Hetta eru vit vitni til so at siga hvønn dag frá tingsins røðarapalli. Orsøkin til at vit gera hetta er í veruleikanum tann, at vit sum politikarar eru bangin fyri, at aðrir politiskir flokkar gerast í so naskir eftir okkara hugskotum ella hugsjónum, tí tað kann kosta atkvøður og vald. Vit skapa eina breiða tjóð­ skaparsemju um eitt nú eina nýgg ja stjórnarskipanarlóg við at lurta og síðani grund­ geva, og ikki við at nýta alla okkara orku til at útgreina okkara fatan av, hvussu aðrir flokkar altíð hava verið. Søgan er ikki svørt og hvít, men er heldur ein saman­seting av ymiskum fjøl­táttaðum veruleikum. Føroyska søgan eru í alt ov stóran mun skrivað í svørtum og hvítum, og er tí við til at staðfesta mytuna um, at partar av Føroya fólki ikki torir at taka ábyrgd, ella at partur av Føroya fólki vil verða húskallur hjá Danmark. Hetta eru setningar og ákær­ir sum vit sleingja um okkum uttan at hugsað um, at meira orku og tíð vit brúka til at skapa mytur um hvønn annan, minni tíð brúka vit til veruligan politikk, sum hevur til endamáls at skapa búskaparvøkstur. Grundlegg jandi spurn­ ing­urin, vit øll eiga at seta er: Hvat fyri samfelag vil eg liva og virka í? Hvussu eri eg, við mínari hugsan og mínum atburði, við til ávika­vist at stuðla og forða hesum samfelag í at gerast veruleiki? Stórur partur av føroyskari søgu­ skriving er anti danskur. Skriv­ingin metir ofta ein føroy­ing í mun til Danmark ístað­in fyri at meta útfrá um­heiminum øllum sum hann er. Hinvegin kunnu vit eisini staðfesta, at tjóð­ veldisrørðslan hevur dugað betur at sloppið sær fram­ at við teirra útgávu av føroyskari søguskriving. Tann 18. august 1906 boð­ aðu 13 av 22 tinglimum frá í Dimmalætting, at teir høvdu skipað seg í ein politiskan flokk á tingi, ið nevndi seg ”sambandsmenn”. 12 av hesum tinglimunum vóru fólkavaldir, meðan tann trettandi var prósturin Fríð­ rikur Petersen, sum eisini gjørd­ist fyrsti formaður Sam­bandsfloksins. Tað var hann, sum í 1902 helt fyrstu prædiku á føroyskum í eini føroyskari kirkju. Fyri ein stóran part hevur Sam­bandsflokkurin verður ein hóvligur flokkur, men við tí stóra verkinum, sum flokssøgan, ið verður út­givin í summar er, vil Sam­bandsflokkurin koma til orðanna og siga sína egnu søgu, og vónandi fáa fólk eitt sindur størri innlit í, hvussu trupult tað er at meta gamlar tíðir út frá degnum í dag. menneske­liv på et direkte forkert grundlag og med et meget spinkelt flertal. Den debat synes jeg at det danske Folke­ting og det danske folke­styre burde tage op. Det kan ikke være rigtigt, at hverken en krig eller en fortsættelse af besættelsen af Irak kan bygg es på så spin­kelt et demokratisk grund­lag. Der burde være en mindretalsbeskyttelse eller et eller andet, der gjorde, at så fatale fejl ikke gentages. Vi hører argumenterne her i dag, hvor det vel egentlig er et argument, hvor man på den ene side bruger jungleloven og den stærkes ret, den stærke har altid ret, mens andre, mindretallet, prøver at argu­ mentere ud fra saglige, demokratiske, humanitære spørgsmål. Og det er jo en debat, der ikke fører nogen vegne. Hvis man går ind for den stærkes ret, hvis man går ind for jungleloven, ja, så er vel egentlig en debat i Folketinget ikke mulig. Så taler man ud fra helt for­skellige grundlag, og så kommer man ikke videre i den sag. Sambandsflokkurin Kaj Leo Johannesen