mánadagur 23. januar 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 16 – 23. januar 2006
Símun H. Jensen. Bert tú
við navnið? Eru tit gamlir
skipsfelagar? Hava tit nakað
útistandandi? Hava tit kanska,
á tíðarinnar havi, skammfílað
hvønnannan somikið, at
sárini ikki lekjast aftur? Ein
av redaktørunum á bløðunum
er í hinum endanum. Ein vika
er farin á tíðarhespuna síðani,
og satt at siga skilti eg ikki
petti av orsøkini til hesar
spurningarnar. Kendist ikki
við navnið, havi ongantíð
á lívsleiðini hitt nakran,
sum bar hetta navnið.
Skilti tó, at talan var um
eina frontala persónliga og
perfida konfrontatión ímóti
mær, pápa mínum og øðrum
navngivnum persónum, all
ir fyrr– og núverandi poli
tikarar. Jákup í Lopra, Bjørn á
Heygum, Jákup Olsen, Jóhan
Dahl og Edmund Joensen.
Blaðstýrarin
staðfesti
eftir rannsókn, at maðurin
var ikki til. Hvørki í Suður
oy, tíansheldur aðrastaðir í
landinum. Símun H. Jensen,
Tvøroyri, stendur skrivað við
hond undir sjálvum tekstinum,
ímeðan brævbjálvin er post
stemplaður í Vági. Man tað
rættara ikki heldur vera, at
dulnevndi eiturormurin býr
onkustaðni harímillum, og
at hann við hesi óintelligentu
fintuni helt seg kunna
ørkymla sínar uppspunnu
fíggindar og redaktørarnar í
blaðheiminum ? Lat okkum
bara kalla eiturormin Símun
H. Jensen fyri SHJ, mest fyri
at lætta um hjá lesaranum,
ivaleyst er hann meinkunn
ugur teimum flestu, í hvussu
er sunnanvert Suðuroyarfjørð,
har hann sjálvur sigur seg at
hava bústað.
Táið redaktørurin hevði
staðfest, at skrivað var undir
dulnevni, legði hann brævið
til viks, og avgjørdi ikki at
seta tað í blaðið. Nú vóru
góð ráð dýr hjá SHJ, hvussu
skuldi hann nú sleppa av
við sínar frustratiónir og
dulnevndu hunddálkanina
av sínum fíggindamyndum?
Annað slysálopið varð gjørt
á Sosialin. Í øllum aktivi
tetinum, á eini strongdari
redaktión fyri dead-line,
vóru Jan og hansara menn
ikki nóg tjekkaðir ta einu løt
una, SHJ eitraði seg ígjøgn
um nálareygað, og fríggja
kvøldið kundu allar Føroyar
kunna seg um ein riðil av
keltringum, sum høvdu
herjað og neyðtikið landið,
og sum framvegis riðu hesum
samfelagnum sum marran.
Fyri løtu síðani slerdi Jan
uppá tráðin og boðaði mær
frá sínum trupulleika, og
at hann ætlaði at koma við
eini treytaleysari umbering
í blaðnum mánakvøldið
komandi. Vit sáttaðust í
friðsemi um málið, íminning
og illstøða fremur onki, og
eg var rættiliga vísur í, at
Jan var drigin upp á tráð av
einum ósaknæmun psykopati
sunnanfyri Hovsegg, løddur
av hatri, stikni og meinfýsni.
Eitt monstur í menniskjalíki.
Hvøljan er tó so resistent og
girðin, eftir eina fjórðingsøld
á sjónum og 8 árum á
politiska pallinum, at onki
bítur á, tó var eg eitt sindur
keddur um, at pápi mín skuldi
verða skammbitin alment á
henda hátt. Hann hevur verið
á arbeiðsmarknaðinum í gott
og væl seksti ár, tey fyrstu
fýrati árini til sjós og síðani
á landi, tey flestu árini í
vinnu hjá sær sjálvum, og
táið hann ongantíð hevur
úttalað seg alment um nakað
sum helst, og er kemiskt
samanskrúvaður soleiðis,
at hann skýggjar at vera
partur av almenna pallinum,
kendist tað svárt, at ein eldri
maður, sum sjeytifimm ára
gamal, framvegis fer til
arbeiðis hvønn dag, oftani
í vikuskiftunum eisini, varð
hongdur á lyktapelarnar og
hunddálkaður fyri alra manna
eygum. Ongin virkin maður
kemur ígjøgnum tríggjar
fjórðingsøldir uttan at gera
mistøk, uttan at renna seg
í onkran óvæntaðan strong
so hissini, men eg veit onki
um, at hann hevur ligið
nøkrum til byrðu og last,
hvørki her ella aðrar staðir.
Eiturormurin SHJ hevur tó
eina tvørgangandi sannføring
um hesi viðurskifti. Og hana
fær man í ráðaloysi bara tikið
til eftirtektar, táið maðurin
ikki hevur mansdirvi at vísa
fram sína misháttu skon.
Hevur ein ikki gjørt dags
ins gerning í 18 ár, livað av
almannaveitingum hóast
fullan kropsligan førleika
og er blacklistaður í øllum
reiðaríum á norðaru hálvu
fyri ódugnaskap, so situr tú í
tínum egna torni og gerst bara
beiskari og tvitnari fyri hvønn
dag sum gongur. Hevur tú so
hartil psykopatiskar tendensir
íbornar, so býðst ikki bøtur.
Til endans verður tú, í
brotum og pørtum, sogin inn
í hetta psykopatiska rúmið,
umgirdur av níðingum, devl
um og einum samfelag, ið
samfelt hevur sett sær fyri
at knúsa teg og bara teg.
Uttan at vita av tí, verður
tú stýrdur av merkiligum
hallucinatiónum, og fært tú
tær tá upp í nevið, gongur
heilt av skriðuni. Systemið
skræðnar, tú gerst vargur í
blindum og skammbítur í
flokk.
Eitt kvøldið, fyri umleið
trimum mánaðum síðani,
ringdi ein maður til mín.
Hann var desperatur og
skít. Gekk berserkaragongd
í hinum endanum, og eg
mundi druknað í ríðun
um av runubløkum og
fúlheitum. Maðurin var
sansaleysur, átøkur einum
kennisemivillingi. Og nú eg
sá dulnevnda lesarabrævið
frá eiturorminum Símun H.
Jensen ella SHJ, varnaðist eg
beinanvegin, at innihaldið í
brævinum er effinett tað
sama, sum hesin dýrandi
fulli maðurin skumpaði
burturúr sær í telefonini
hetta heystkvøldið í fjør.
Og hóast hann er banalur,
so er ein upplýsingur í
brævinum, sum kemur frá
deyðum manni, ið ikki fær
vart seg, sum við rættiligari
vissu sannførdi meg um, at
maðurin í hinum endanum
og greinskrivarin er ein og
sami maður. Hann verður
sjálvandi fyrigivin. Íminning
og hatur fremur onki. Og
hevur hann førkað seg yvir
í eina hugaligari sálarstøðu,
eftir hesi psykopatisku deler
ium tremens herðindini, so
vænti eg, at pápi mín, Bjørn,
2 X Jákup, Jóhan og Edmund
eisini fara at fyrigeva hesum
sálarliga sjúka manni.
Okkurt bendir á, at veru
liga skammlopið handan
skallabeinini kom, táið eg
skrivaði eina viðmerking
til eina grein, sum Jóhan
Dahl hevði í bløðunum
fyri kortum. Nevndi sum
viðfáning orsøkina til, at
Garðamaðurin ikki slapp at
sita í Tinganesi í meira enn
21 dagar. Í Føroya Rætti var
hendan orsøkin uppi og vendi
nú um dagarnar, og sambært
Útvarpinum, var hon reinur
heilaspuni. SHJ hevur so í
síni ormaveru fingið eitt rætti
ligt keltringareiður burturúr
hesum. Um lesarin ikki veit
tað, so er keltringur danskt
orð, og merkir: Bandit og
slyngel.
Bandittarnir, ið nevndir
vera í dulnevnda lesara
brævinum, hava somikið av
mentalum og intellektuellum
førningi, at ongin orsøk er
hjá mær at gera eina roynd
at verja teir fyri huldumanna
álopi. Tað megna teir nógv
betri sjálvir. Bjørn hevði verið
deyður av maktarloysi fyri
nógvum árum síðani, skuldi
hann bara livað av tí, sum vit
hava fingist við í føroyskum
vinnulívi. Hinir hava allir
roynt at fingið okkurt upp
at staðið, og hóast tað hevur
gingið misjavnt á, og teir
politiskt eru mínir diametralu
mótsetningar, so fái eg ikki
annað enn havt virðing
fyri monnum, sum royna
entreprenørleiklutin, slíta seg
úr monotonu 40 tíma vikuni,
og leggja til brots, bæði fyri
egnar og fyri samfelagsins
sakir. Hann, ið verður mest
úthongdur í greinini, er
løgtingsformaðurin Edmund
Joensen, beinleiðis krimi
naliseraður, táið sagt verður,
at hann lívgaði gomlu vinnu
lívskempuna í Vági, Jákup í
Lopra, við einum fiskiloyvi.
So nógvur bruni er í hesi
løðingini, at bara rættar
skipanin kann gera greiði
og skjal á slíkum uppáhaldi.
Dirvisloysingurin og niða
grísurin SHJ, sum ikki tordi
at stríðast við opnari pannu,
mann til mann, valdi so at
skumpa málið yvir á teir
sakleysu redaktørarnar Dan
Klein og Jan Müller.
Vóni, at teir sum sigldu
við mær øll árini, hava lisið
hendan skitna lesturin hjá
Símuni H. Jensen ella SHJ.
Ivaleyst hava teir stuttleikað
sær óført í vikuskiftinum, nú
teir fáa at vita, at teir hava
gingið svangir í íshavinum í
tjúgu ár fyri hálva løn. Hetta
man vera tað nærmasta ein
kemur trælahaldi á norðaru
hálvu. Og slíkum kunna bara
keltringar stjórna. Somikið
kunna vit báðir SHJ verða
samdir um. Ólíka lættari og
makaleysari, at bíða eftir
kekkinum frá Almannastov
uni, so at lívið sum psykopatur
og eitursprænari ótarnað
kann halda fram. Til niður
brótingar fyri teg, tey álopnu
og alt samfelagið. Alt ímeðan
manningin hjá Tobba rennur
uppi í grønlendsku fjøllunum
við skammbyrsu og roynir at
veiða sær eitthvørt til matna,
fyri at halda svongdini frá
dyrnum.
Nú Jan ringdi, fari eg at
takka honum fyri, at hann
vísti sítt stóra sinnið, tók í
egnan barm, sjálvt um hann
var hongdur upp av einum
ókendum huldumanni og
keltringi. Fyrigivin verður
eisini Símun H. Jensen ella
SHJ. Í einum framkomnum
og siviliseraðum samfelag
ber man yvir við og tekur
sær av sálarliga sjúkum fólki,
og til endans fari eg at heilsa
honum, sum kanska hjálpti
SHJ, at skriva lesarabrævið,
– handverkið er ov dygt til at
vera skrivað av einum amatøri.
Venjing dugnar kynstrinum.
Og táið viðkomandi áður
er avdúkaður í andaligari
gardinpimping av slíkum
slagi, og kanska høsnast í
grannalagnum, mega fyri
varnini frameftir takast út
frá nýggja veruleikanum,
sum nú er íkomin.
O nkur heldur kanska, at
hetta ljóðar sum ein para
noidur peruvellingur, og tað
er tað kanska eisini, allíka
væl havi eg eina rímiliga
trygga kenslu av, at eg í
hesi hugleiðingini havi rakt
psykopatiska huldumannin
í solar plexus. Og tað fer
kanska at síggjast, um ráð
snillingurin eisini er særdur,
táið hann kemur fyri ein dag
aftur. Tað spyrst um livst.
Tragikomikkurin verður tó
ikki fullkomin, fyrrenn hesin
feiki og prúði huldumaður,
í øllum sínum veldi, gongur
út úr pollamjørkanum
onkustaðni ímillum Munkin
og Hovsegg.
Stuttligt kundi eisini
verið at vita, um stuðuls
pedagogurin mundi vera
so galantur, at hann tók
brævbjálvan við sær til
Vágs fyri at lætta um stríðið
hjá eiturorminum SHJ? Tað
spyrst valla nakrantíð, og
helst er tað best fyri allar
partar í málinum. Fyri mítt
viðkomandi er dulnevnda
atsóknin úti av verðini
eftir hesa viðmerkingina
og umberingina frá Múller
redaktøri. Spell bara, at prin
sippið hjá Jan, um dulnevnd
lesarabrøv, varð sniðgingið á
ein so lúsutan hátt.
torbjorn@post.olivant.fo
Dulnevndur ormur spýr eld og eitur
løgtingsmaður
Tórbjørn
Jacobsen
Treytaleys
umbering
Í blaðnum fríggjadagin
var ein grein prentað í
Sosialinum, sum ikki
átti at verið prentað.
Blaðleiðslan harmast
um, at hendan greinin
við heitinum »Keltringur
heilsar Keltringi«, varð
prentað í blaðnum, tí hon
er skrivað undir følskum
navni og hevur so grovar
skuldsetingar
móti
persónum, at hon ikki
átti at verið prentað undir
nøkrum umstøðum.
Seinastu níggju árini
hevur Sosialurin ikki
prentað dulnevnd lesara
brøv – júst fyri at sleppa
undan slíkari ómansligari
skriving, sum ofta stendst,
tá fólk ikki vilja og ikki
tora at seta kristna navn
sítt undir lesarabrøv.
Vit verða nú noydd
at skerpa eftirlitið við
innsendum greinum enn
meira.
Vit biða tey, ið av
órøttum vórðu álopin
í lesarabrævinum, um
treytaleysa umbering.
blaðstj.
Úr sosialinum tann 20. januar 2006