mánadagur 23. januar 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 16 - 23. januar 2006
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Andreas
Vilhelm
Kruse, vanliga nevnd
ur Villi, ættaður av
Eiði,
búðsitandi
í
Sørvági, andaðist á
Landssjúkrahúsinum
fríggjadagin 20. januar
83 ára gamal. Bønarhald
verður í kapellinum á
Landssjúkrahúsinum í
dag 23. januar kl. 17.
Jarðarferðin verður úr
Sørvágs kirkju týsdagin
24. januar kl. 14. Tey,
ið vilja minnast Villa,
kunna lata eina gávu til
Ellisheimið í Miðvági.
Richard
Thomsen
úr Havn, ættaður úr
Sumba, andaðist leyg
ardagin 21. januar á
Landssjúkrahúsinum
73 ára gamal. Kistan
fer úr Landssjúkra
húskapellinum týsdagin
24. januar kl. 18.
Jarðarferðin
verður
úr
Vesturkirkjuni
mikudagin 25. januar
kl. 13. Sungið verður úr
Sálmabókini.
Sofus
Rubeksen
úr
Havn
andaðist
fríggjadagin 20. januar
á Lágargarði 62 ára
gamal. Kistan fer av
Lágargarði mánadagin
kl. 17. Jarðarferðin
verður úr Dómkirkjuni
týsdagin kl. 13. Tey, ið
vilja minnast Sofus,
kunna lata Lágargarði
eina gávu, konta í
peningastovninum.
Andlát og jarðarferðir
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum at mamma okkara
Johanna Horn
andaðist á Ellisheimi í Skagen, sunnudagin
22. januar 2006, 98 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Vági og verður lýst seinni.
Familjunnar vegna
Páll, Kári og Turið v/ familjum
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at okkara kæri
pápi, abbi og beiggi
Sofus A. W. Rubeksen
úr Havn
andaðist á Lágargarði fríggjadagin 20. januar,
62 ára gamal.
Kistan fer av Lágargarði mánadagin kl. 17.00.
Jarðarferðin verður úr Dómkirkjuni týsdagin kl. 13.00.
Familjunnar vegna
Jan, Maibritt og Annika
Tey, ið vilja minnast Sofus, kunnu lata Lágargarði eina gávu,
konto í peningastovninum
Í morgin, týsdagin 24. januar,
verður Óli Petersen á Skála
70 ár. Óli hevur mongu tey
seinastu árini verið med
arbeiðari á Sosialinum, og
føðingardagin verður mót
tøka í Miðlahúsinum.
70 ára føðingardagsbarnið
er ættaður úr Klaksvík. For
eldrini vóru Fanny fødd Han
sen og Hans Dávid Petersen.
Fanny var fødd 28. mars í
1908, og hon andaðist 18.
januar í 2002. Hans Dávid
var føddur 25. mai í 1905, og
hann andaðist 9. september
í 1973.
Hans Dávid var ættaður úr
Vági. Hann lærdi til lærara,
og frá 1938 var hann lærari í
Klaksvík. Fanny var ættað av
Biskupsstøð í Klaksvík. Hon
var í mong ár frammarlaga í
Klaksvíkar Húsmøðrafelag,
sum eisini tá var ógvuliga
virkið.
Fanny og Hans Dávid
búðu nógvu tey fyrstu árini
í barnaheimi hennara á
Biskupsstøð. Í 1958 bygdu
tey ovarlaga á Ziskatrøð. Tey
fingu tveir synir. Tann yngri
er Herman, sum er føddur í
1939 og sum býr í Kolding.
Óli sigldi eitt sindur
við Sjúrðarbergi, sum Kaj
Johannesen og Martin Siv
ertsen førdu. Góðu evnini at
tekna bóru við sær, at hann
fekk starv á teknistovuni hjá
Klaksvíkar Kommunu, sum tá
helt til í Innistovu og seinni á
loftinum í gamla skúlanum.
Fyrrapartin av seksti árunum
fór Óli til Randers at útbúgva
seg til tekniskan teknara.
Heimaftur komin fekk hann
starv á Skála Skipasmiðju.
Har var hann inntil í 1989,
og síðani tá hevur hann prýtt
baksíðuna á Sosialinum.
Óli hevur loyst nógvar
aðrar tekniuppgávur. Eitt
nú hevur hann teknað nógv
fyri Føroya Skúlabókagrunn
og Bókadeild Føroya Lær
arafelags. Í Klaksvík prýddi
hann Hugnalig jól og yrking
arsavn hjá Bernhardi Brim,
hann hevur teknað grinda
vísuna, og so var hann eisini
ein teirra, sum teknaði fyri
Robert Joensen. Eitt nú átti
hann tekningarnar í At glaða
og brenna vita.
Tað var í sambandi við bøk
urnar hjá Roberti Joensen,
at Óli kom í sambandi við
Susanne Barding, sum
hann giftist við 20. apríl
í 1979. Susanne, sum nú
arbeiðir í studentaskúlanum
á Kambsdali og á Landsmið
støðini fyri undirvísingar
amboð, umsetti onkrar av
bókunum hjá Roberti, og í
tí sambandinum heitti hon
á Óla um at seta sín dám á
bøkurnar.
Óli var frammanundan gift
ur við Hjørdis Jacobsen, og tey
eiga dóttrina Fanny. Hon er gift
Kára Mikkelsen av Toftum, og
tey búgva í Keypmannahavn.
Óli eigur tvey abbabørn - Óli
og Heidi.
Óli er framúr við blýant
inum. Tí ivast eingin í. At
karikaturtekningarnar hjá
honum eru so populerar
kemst eisini av, at Óli er so
fantastiska góður eygleiðari
og analytikari. Hetta hava
fleiri skilagóðir persónar
úttalað seg um, eitt nú í
Skemt 2005, sum kom út
undan jólum, og sum tað
varð gjørt serliga nógv
burturúr í sambandi við 70
ára føðingardagin hjá Óla.
Tað var í 1957, at almenn
ingurin fyrstu ferð varnaðist,
at Óli Petersen hevði serligar
gávur sum karikaturteknari.
Til Norðoyastevnuna hetta
summarið, varð Rukku
lakkin fyrstu ferð givin út.
Onkur steðgur var, men
satiriska heftið hjá klaks
víkingum var trúfastur
norðoyastevnugestur inntil
fyrst í áttati árunum. Tað
vóru Bernhard Brim, Ville
Sørensen og Poul N. Kjølbro,
sum saman við øðrum góð
um klaksvíkingum tóku
stig til Rukkulakkan. Poul
N. Kjølbro ella Nølle, sum
hann varð nevndur, átti nógv
ar tekningar tey fyrru árini.
Men boð vórðu longu undan
fyrstu útgávuni eftir Óla hjá
Hans Dávidi, sum hann varð
nevndur, og nógvu tey seinnu
árini átti Óli mest sum allar
tekningarnar.
Tá ið Rukkulakkin av
fyrstan tíð sá dagsins ljós,
arbeiddi Óli hjá Klaksvíkar
kommunu. Harvið bar hon
um til á orkesturplássi at
fylgja við í, hvussu tað varð
arbeitt, tá ið Klaksvíkin vaks
so nógv, sum hon ongantíð
hevði gjørt frammanundan
ella hevur gjørt síðani.
Ikki øll vóru eins fegin
um at síggja seg sjálvi í
Rukkulakkanum. Men tað
vóru tey, sum so at siga settu
eina æru í hetta. Óli hevur
onkuntíð sjálvur sagt frá, at
Óla Jákup Jacobsen ella Óla
Jákup millum Garðarnar,
sum hann varð nevndur, var
formaður í teknisku nevnd
tá. Harvið arbeiddi hann
nógv saman við Óla, og hann
plagdi at spyrja Óla, um hann
nú hevði arbeitt ov lítið, um
tað okkurt árið fall soleiðis,
at hann ikki fann seg sjálvan
í norðoyastevnuteitinum.
Eitt skifti fyri næstan fjøruti
árum síðani teknaði Óli á
baksíðuni á Dimmalætting.
Hesum gavst hann tó skjótt
við, og síðani 1989 hevur
hann prýtt baksíðuna á
okkara blaði. Talan er um
nógvar hundrað tekningar,
sum umframt í blaðnum
eisini eru varðveittar í Skemt
bókunum.
Eingin keðir seg, sum er í
hóslag við Óla. Hann fylgir
væl við í samfelagsgongdini,
hann hevur gott minni, hann
dugir væl at gera niðurstøður,
og hann er meistarligur
frásøgumaður, sum krydrar
við skemti og speisemi - ikki
minst sjálvspeisemi. Vit heilsa
Óla á 70 ára degnum, vit takka
fyri gott samstarv, og vit vóna,
at tað framvegis fer at vera
soleiðis, at tekningarnar hjá
Óla P fara at vera við til at
mynda Sosialin.
70 ára føðingardagin
verður almenn móttøka
í Miðlahúsinum millum
klokkan 15 og 18, og vit vóna,
at tað vera mong, sum fara
at nýta hetta høvið at heilsa
upp á og heiðra starvsfelaga
okkara.
SOSIALURIN
Óli Petersen 70 ár
Andreas Vilhelm Kruse
vanliga nevndur Villi
ættaður av Eiði, búsitandi í Sørvági, andaðist á
Landssjúkrahúsinum fríggjadagin 20. januar,
83 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Sørvági kirkju týsdagin
24. januar kl. 14.00.
Tey, ið vilja minnast Villa, kunnu lata eina gávu til Ellisheimið í Miðvági.
Tøkk
Hjartans tøkk til tykkum, sum gleddu okkum
á diamantbrúdleypsdegnum 6. januar. Tøkk
fyri gávur, blómur og heilsanir.
Tykkum øllum ynskist eitt av Harranum
signað nýggjár.
Bestu heilsanir
Annimalla og Leivur