mánadagur 23. januar 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 16 - 23. januar 2006
Mánadagin
23.
januar
2006 hevur Hansa Hansen
í Saltangará arbeitt á
flakavirkinum hjá Føroya
Fiskavirking (fyrrverandi
Lynfrost), í Runavík í 25 ár.
Hansa er ættað úr Rituvík
og hevur búð í Saltangará í
mong ár. Hon hevur arbeitt
á flakavirkinum síðan
1981, so hon hevur arbeitt
saman við nógvum fólki og
undir ymiskum eigarum og
leiðslum. Hon hevur eisini
roynt tær flestu av teimum
ymisku funktiónunum á
virkinum. Fyri nøkrum
árum síðan varð hon flutt úr
flakahøllini, og tekur hon
sær í dag av reingerðingini
av skrivstovum v.m á virk
inum.
Tá flakavirkið Lynfrost átti
skip, hevði Hansa ábyrgdina
av árligu høvuðsreingerðini
av hesum skipum, og øðrum
skipum ið høvdu Runavík
sum heimahavn. Hon er røsk
og arbeiðssom og dugur væl
at skipa fyri.
Hansa er fødd 9. september
1950,
dóttir
Súsonnu
(Sannu) og Hans Lamhauge
í Rituvík. Hon er næstyngst
av 6 systkjum.
Hansa er gift við Jóhannus
Hansen, sum eisini hevur
arbeitt leingi á sama
arbeiðsplássi, hann hevur
verið hjá Timburhandlinum
í Runavík í skjótt 40 ár. Tey
eiga fýra 4 døtur, Sólvá, sum
býr á Skála, Erla og Hildur,
sum búgva í Saltangará, og
Jónvør, sum býr í Runavík.
Ommu- og abbabørnini eru
8 í tali.
Hansa er ein góð omma,
sum ommubørnini eru sera
góð við, og teimum dáma væl
at vitja ommuna og abban.
Hansa er heldur ikki bangin
fyri at geva eina hjálpandi
hond, tá ið á stendur hjá
børnum og ommubørnum.
Hansa Hansen, Saltangará:
25 ára starvsdag hjá Føroya Fiskavirking
Tøkk
Hjartaliga takk fyri vísta samkenslu, tá kæra kona mín,
mamma, vermamma, omma og langomma okkara
Jona Michelsen
andaðist og varð jarðað.
Vegna familjuna
Ólavur og børnini
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu,
tá ið okkara elskaða mamma, vermamma, omma
og langomma
Tina Olsen
Tvøroyri
andaðist og varð jarðað.
Tøkk til starvsfólkið á heimarøktini,
suðuroyar sjúkrahúsið, ellis- og røktarheiminum.
Tøkk til sóknarpestin, kirkjutænarar, sangarar
og tykkum, sum hjálptu til við ervinum, fyri blómur
og kransar og gávur til blindastovnin og øll, sum vóru
og fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað.
Hjartaliga tøkk øll somul við ynskjum um eitt av
Harranum signað nýggjár.
Sunrid, Erolf og Berghild
Hans Jacob Justesen
17. aug. 1912 - 3. des. 2005
in memoriam
Í gamla skúlanum á Bug
eg fyrstu ferð hann hitti,
hann hyggin var og hevði hug
til alt, sum lyndið lyfti.
Hann gløggur var í orð og tal,
var vitur við tí vísa,
so røða hans víst altíð væl
var okkum verd at hýsa.
Hann gáddi gjølla hugans gerð
um mangt, sum vísir skriva
um himnaheim og vøklu verð,
har lív várt verður livað.
Hann vandin um hvørt orð sítt var,
at fjøld hann skilja skuldi,
um bersøgin hann boð oss bar,
hann bros á brá ei huldi.
Vit kendu hann sum fróðarmann,
sum rík oss menti minni,
tá fjálgur hansar fótur fann
til oss í stovu inni.
Vit hugleiddu um eitt og alt,
um heim og himmiríki,
og hvussu ymiskt verður valt
hjá oss í mannalíki.
Nú fann hann um tann evsta flúr,
har frægir fedrar fóru,
at durva ævinleikans dúr,
har døtur burt hann bóru.
Um árini, tey runnu út,
hann ungur var í sinni,
tí kenna vit í stovu sút,
nú bert hann er várt minni.
Og tó vit kenna tað enn, sum
tá onkur klinku nemur,
og gestur setur fót innum,
at Justesen, hann kemur.
Ja, so tað er í okkar verð,
at summi seta varðar,
at vísa oss hvar leiðin ber,
sum betri er enn aðrar.
Hans Jacob, tú ein varði var,
sum veg um víddir vísti,
hvar fótur steig, hvar byrur bar,
tú leið um lón oss lýsti.
Um høgt tú upp í árum rakk,
tú átti mátt at mæla,
tí siga vit á Bugi takk,
nú tagnað er tín tala.
P
26. november 2005 tók
Martin Kúrberg á Eiði prógv
sum rúsevnisviðgeri á
„Institut for uddannelse
i Misbrugsbehandling &
Psykoterapi“ í Kolding.
Talan er um eina 3 ára
útbúgvingin, sum er bygd
á eitt grundskeið, sum hann
hevði tikið áðrenn.
Martin er 38 ára gamal og
hevur seinastu fimm árini
arbeitt á Blákrossheiminum
í Havn
Martin Kúrberg, Eiði:
Prógv sum rúsevnisviðgeri
Dagurin í morgin
24. januar. Timoteus, deyður umleið ár 68. Vinmaður og
fylgisveinur hjá Paulusi ápostli, sum skrivaði honum tvey
brøv. Eftir fornkirkjuligari frásøgu var hann eftir deyða
Páls biskupur í Efesus, men toldi blóðvitnisdeyðan undir
Nero keisara eins og ápostulin. Grikst navn ið merkir:
tann sum óttast Guð.