Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-23, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. januar 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 16 – 23. januar 2006 15 Tann víðgongdi Hamas-flokkurin er sinnaður at toyggja seg langt fyri at fáa politiska ávirkan aftan á palestinska valið mikudagin. Palestina Árni Joensen: fartekst@mail.dk Eru veljarakanningarnar upp undir palestinska tjóðartingsvalið eftirfarandi, fær tann vanliga so víðgongdi Hamas-flokkurin millum ein triðing og eina helvt av teimum 132 umboðunum. Slagorðið hjá Hamas und­ ir valstríðnum hevur verið ”Broyting og nýskipan”, og í valskrá floksins sæst, at Hamas er til reiðar at víkja frá sínari vanligu støðu­takan. Eitt nú hevur flokk­urin altíð havt sum mál at rudda ísraelska ríkið av kortinum, men í val­skránni eru ábendingar um, at flokkurin er til reiðar at góðtaka eitt ísraelskt ríki við síðuna av einum palestinskum ríki, skrivar norski tíðindamaðurin Per A. Christiansen úr Ramallah á Vestara Áarbakka. Eygleiðarar hava eisini víst á, at fyri bara fáum árum síð­ ani var tað púra óhugsandi, at Hamas fór at stilla upp til eitt tjóðartingsval. Flokkurin vildi ikki vita av Oslo-sátt­ málan­um frá 1993, og tá vildu hvørki PLO ella Ísrael hava nakað við Hamas at gera. Men í dag er støðan ein onnur. Fyrrverandi ísraelski trygdarráðgevin Mali Steinberg sigur við blaðið Haaretz, at sambært valskránni hevur Hamas ásannað, at palestinar vilja hava frið við Ísrael, og palestinski tíðindamaðurin Jafar Sadaka sigur við blaðið Al-Ayyam, at vit fara ikki at kenna Hamas aftur aftan á valið. Ísraelska stjórnin vil ikki vita av Hamas, men í seinastuni hava ábendingar verið um, at leiðandi ísraelsk­ ir politikarar eru ikki so stívrendir í hesum spurning­ in­um longur. Alment er Hamas tó framvegis ein yvirgangs­felagsskapur, og tað er eisini uppfatanin í USA og ES. Men so seint sum seinasta fríggjadag segði Shimon Peres, at Ísrael kann fara til samráðingarborðið saman við Hamas, um felagsskapurin vendir sær frá yvirgangi og letur vápnini frá sær. Sambært ísraelsku myndug­ leikun­um hava atsóknir hjá Hamas kostað umleið 300 ísraelskum ríkisborgarum lívið, síðani felagsskapurin varð stovnaður í 1987. Sleppa rættarmáli Vilja ikki hava brúgv Bin Laden hevur talifrælsi Ford í kreppu Fær altjóða barna­ hjálpar­grunnurin ikki meiri pengar, kann tað kosta nógvum børnum lívið. Hjálp Árni Joensen: fartekst@mail.dk Altjóða barnahjálpar­grunn­ urin hevur tørv á næstan fýra milliardum krónum til at hjálpa neyðstøddum børn­um kring heimin. Í ársfrágreiðingini, sum stovnurin almanna­kunn­ gjørdi í gjár, heitir UNICEF á lond og felagsskapir um at veita hjálp til tað, sum stovnurin kallar ”tær gloymdu vanlukkurnar”. -Neyðhjálpin aftan á flóð­alduna í Suðurasia og jarðskjálvtan í Pakistan fekk nógv umrøðu, sum eisini var rætt, men samstundis eru aðrar vanlukkur at kalla gloymd­ar, sigur norski aðal­ skrivarin í UNICEF, Kjersti Fløgstad, við Aftenposten. Sum dømi nevnir hon, at tørvur er á 2,5 milliardum krónum til Darfur í Sudan. Har hava 3,4 milliónir fólk mist lívsgrundarlagið. Av teimum eru 1,4 millión børn, og 500.000 eru yngri enn fimm ár. Fáa tey ikki hjálp, koma tey ikki undan, sigur Kjersti Fløgstad. Myndugleikarnir í Turka­ landi hava slept ætlanini at draga rithøvundan Orham Pamuk fyri rættin. Ætlanin var at stevna Orham Pamuk, tí hann í einari samrøðu í fjør segði, at turkar høvdu beint fyri ein­ari millión armenum og 30.000 kurdum, men at eingin tordi at taka tað upp á tunguna. Turkisku myndug­leikarnir halda uppá, at talan var ikki um fólka­morð, og at nógvir turkar eisini lótu lív tá. Samrøðan fekk øði í myndugleikarnar í Ankara, og teir hóttu við at draga Orham Pamuk í rættin, men eftir stórt trýst frá ES hava teir gjørt av at sleppa mál­inum. ES gjørdi vart við, at eitt tílíkt rættarmál hevði ikki gagnað turkisku roydnunum at sleppa upp í evropeiska samveldið, tí tað hevði verið brot á tali- og skrivifrælsið. Fleiri túsund fólk á italsku oynni Sisilia gingu sunnu­ dagin mót­mælis­gongu ímóti ætlanini hjá stjórnini í Rom at byggja eina brúgv ímillum megin­landið og oynna. Tað vóru umhvørvis­ vernd­ar­felagsskapir og ymiskir politiskir felags­ skap­ir, sum skipaðu fyri mót­mælisgonguni. Tey vilja vera við, at ein brúgv inn­an av meginlandinum fer at oyðileggja umhvørvið á oynni, serliga fuglalívið. Har­afturat vístu tey á, at økið er jarðskjálvtaøki, og at tað tí ikki er egnað til eina brúgv, sum verður ein av teimum lomgstu av sínum slagi í heiminum. Tey, sum hava gjørt ætlan­ ina, viðganga, at brúgvin fer at órógva náttúruna á oynni, men at tey hava lagt dent á at avmarka avleiðingarnar. Ein nevnd, sum stjórnin setti at kanna fyrimunir og van­sar við einari brúgv, kom til ta niðurstøðu, at tann tiltikna mafian kann fara at gera sær dælt av verkætlanini, sum er mett at kosta einar 30 milliardir krónur. Nevndin segði, at tá talan er um so nógvar pengar, fer mafian at royna at fáa sín part burturav. Um nakrar mánaðir kemur ein bók út í Noregi við 20 røðum, sum yvirgangsleiðarin Osama bin Laden hevur hildið á arabiskum og enskum. Tað hevur vakt ans, at eitt norskt forlag er sinnað at geva bókina út, og at stovnurin Fritt Ord hevur játtað at stuðla útgávuni við 40.000 norskum krónum. Stjórin í forlagnum, Frode Saugestad, sigur við Aftenposten, at bókin gevur eina aðra mynd av Osama bin Laden, enn tey flestu hava. Eitt nú sæst í bókini, at bin Laden leggur stóran dent á familjulívið, sigur hann. Tað er forlagið LSP, sum gevur bókina út, og har halda tey tað heldur ikki vera skeivt at lata norðmenn sleppa at lesa, hvat bin Laden hevur sagt ígjøgnum árini. Forlagið vísir harafturat á, at tali- og skrivifrælsið umfatar eisini Osama bin Laden. Bilverksmiðjan Ford Motor Company hevur gjørt av at koyra 25.000 starvsfólk til hús og at lata fleiri deildir aftur. Tað verður gjørt fyri at venda teirri skeivu fíggjarligu gongdini hjá fyritøkuni, men serfrøðingar siga, at Ford fer framvegis at hava hall í rakstrinum. Ein stórur trupulleiki hjá Ford er, at verksmiðjan hevur mist ein stóran part av marknaðinum. Fyri tíggju árum síðani komu 26,4 prosent av øllum bilum frá Ford, men í dag er hetta talið bara 17,4 prosent. Tey serkønu siga, at bilarnir hjá Ford eru munandi betri nú enn í nítiárunum, men at verksmiðjan kortini ikki hevur megnað at gera teir bilarnar, sum fólk vilja hava. Tað er kortini ikki bara Ford, sum hevur mist fóta­ festið á marknaðinum. Tað sama er galdandi fyri General Motors og Chrysler­ Daimler, sum heldur ikki standa seg í kappingini við bilarnar úr Japan. Serliga Toyota hevur havt stóra framgongd í USA. UTTAN ÚR HEIMI Hóast stuðlarnir hjá Hamas ikki líkjast vanligum politiskum stuðlum, vænta eygleiðarar, at flokkurin verður ein annar aftan á valið mikudagin. Hamas tykist sinnaður at viðurkenna Ísrael UNICEF í penganeyð Osama bin Laden