mánadagur 23. januar 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 16 – 23. januar 2006
– Best at gerast gamal so líð
– Mær dámar sera væl at lesa. Alt hetta við at ganga túrar, tað hevur aldrin verið nakað serligt fyri meg. Eg brúki nógvar tímar til lesing, sigur Símun Waag Høgnesen, sum her situr við bókini hjá
soni sínum Birgir Waag Høgnesen “Teir tóku kjansin”
Mynd: Snorri Brend
Hóast klaksvíking
urin Símun Waag
Høgnesen táttar í tey
80, so er trupult at fáa
eyga á árini.
– Tað er faktist stutt
síðani at eg viðgekk
fyri mær sjálvum,
at eg ikki havi somu
kreftir í dag sum áður,
sigur hann.
Hann býr í egnum
húsum, men hann og
konan hava søkt um
at sleppa inn á felags
íbúð hjá kommununi.
Eldri føroyingur
Snorri Brend
Vágsgeil, Klaksvík: – Mær
dámar sera væl at lesa. Eg
lesi næstan alt, sum eg kann
fáa fatur á – bløðini, bøkur
og annað.
– Tað hugni eg mær so
við! Ja, eg kann gott brúka
fleiri tímar til lesing.
At Símun talar satt, er
køksborðið fullgott boð
um. Í eini lítlari rúgvu á
borðinum liggja nakrar
útgávur av teim nýggjastu
føroysku dagbløðunum, við
lokalblaðnum Norðlýsinum
ovast. Ein er væl ikki
klaksvíkingur fyri einki!
Tað er týðiligt, at Símun
ynskir at fylgja við í tí,
sum rørir seg í føroyska
samfelagum. Og so er
líkamikið um aldur hansara
er vorðin rættiliga høgur.
– Spyr meg ikki um aldur.
Eg kann bara siga, at eg eri
væl ávegis til 80. Men so
vil eg eisini skunda mær at
leggja aftrat, at aldurin er ikki
nakað sum eg soleiðis gangi
og hugsi um til dagligt.
– Eg havi faktist ikki fyrr
enn nú í seinastuni heft meg
við at eg var vorðin gamal.
Tað vóru knøini, ið søgdu
mær frá hesum!, sigur hann
og smílist.
Lagnum á Símuni bilar
einki. Hann er andsfrískur,
virksamur og fær gerandis
dagin at hanga saman,
hóast konan í løtuni er til
umlætting á røktarheiminum
í Klaksvík.
40 ár til koyrikort
Vit hava avtalað eina tíð til
hesa samrøðuna – umleið kl.
13:15.
Í telefonini hevur hann sagt
mær vegin niðan í Vágsgeil
nr. 10. Og tað gongur væl,
hóast eg ikki havi verið á
hesum kantum áður.
Tað kann kanska undra, at
ein bilur stendur í túninum
hjá einum manni, sum er
komin so høgt til aldurs. Men
fyri Símun hava júst bilarnir
– ella rættari: bilførararnir
– verið hansara livibreyð
størsta partin av lívinum.
Saman við soninum
Manna hevur hann sjálvur
í nógv ár – omanfyri 40 ár
– givið frálæru í teori og
koyring til klaksvíkingar og
norðoyingar, bæði tá talan
var um persónbil, lastbil og
motorsúkklu.
– Hvussu nógv fólk hava
tikið koyrikort hjá mær hesi
árini? Noy, tað havi eg ikki
ánilsi av. Eg havi ongatíð
talt.
– Men okkurt árið minnist
eg at eini 150 tóku koyrikort
hjá mær, og okkurt annað
árið eini 100. Men talið?
Tað veit eg ikki.
Símun og elsti sonurin
Manne skipaðu tað so, at
hesin seinni tók sær serliga
av teimum, sum skuldu taka
tað stóra koyrikortið, meðan
Símun tók sær í serligan
mun av hinum.
Sjálvur dámar Símuni væl
at koyra bil, og er tí rættiliga
ofta biltúrar saman við