Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-23, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. januar 2006síða 17

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 16 – 23. januar 2006 17 konuni á ymiskum støðum í Norðoyggjum. – Okkum dámar sera væl at koyra norður í Haraldsund. Har treffir ein altíð onkran, sum man kennir, sigur Símun. Frikadellur til døgurða Tað er bæði reint og hugna­ ligt inni í køkinum hjá Símuni henda hósdagin í farnu viku. Døgurðin er etin og alt er ruddað av, men á borðinum stend­ur ein óbrúktur tallerkur. Mundi hann vera til konuna? Nei, tað er hann ikki, tí hon er sum longu nevnt til umlætting. Hesin tallerkurin var ætlaður einum abbasoni, sum skuldi koma til døgurða í dag. – Hann arbeiðir hjá IRF, men helst er okkurt komið í vegin, og tí kom hann ikki í dag. – Tað vóru annars so deiligar frikadellir á skránni í dag! Hesar góðu frikadellurnar vóru annars ein gáva til húskið: Kona Símun arbeiddi nógv ár á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, og har hevur hon nógvar vinir enn. Ein av hesum fyrrverandi starvs­felagunum stakk henda eina dagin í farnu viku inn á gólvið fyri at hitta konuna. Tá hon ikki var heima, kundi hon eins væl geva húsbóndanum tað, sum hon hevði tikið við sær sum eina gávu til húsfólkið – hesar góðu frikadellurnar. – Tað er alt so nemt í dag. Vit fingu ein mikroovn á jólum 2004. Tað er so sera einfalt: Tað er bara at smekka frikadellurnar inn har, so eru tær klárar at seta á borðið fáar minuttir seinni. Í dag mátti hann kortini njóta tær einsamallur, men kaffimunnin aftaná drakk hann so saman við ein­um umboði fyri tíðinda­ tænastuna. Gamal so líðandi Tað er trupult at meta um aldurin á Símuni hjá ein­ um, sum ikki kennir hann frammanundan. Men hetta við aldri og aldurdómi er ikki eitt, sum Símun hevur skonkt serliga nógvar tankar. – Jú, jú, aldurin, hann havi eg. Og so kanst tú sjálvandi spyrja aftaná, hvussu tað er at vera ein eldri maður í Føroyum. Hvørjar tankar eg havi gjørt mær um tað at verða gamal her í Klaksvík? Hmm, ein góður spurningur! – Eg haldi, at eg lýsi hetta bara við eini hending, sum eg minnist frá fyrr av: Sum ungir vóru Símun og sonur Olaf Olsen (Olaf á Stongunum) nógv saman. Olaf var ein virkin, klókur og vísur maður. Ein dagin spurdi Símun hann henda sama spurningin sum omanfyri: – “Tygum, Olaf. Hvussu er tað at gerast gamal?” Tú, tað løgna var, at Olaf, hann hevði svarið parat beinanvegin. Einki við at ivast í nøkrum! – Hann segði tá hesi klóku orðini, sum hava fest seg í mítt minni: – Tað at verða gamal – um ein verður tað so líðandi, so er tað ikki so galið. – Hesi orðini havi eg síð­ ani gjørt til míni egnu. Og eg taki tey ofta fram, tá eg tosi við onnur um aldur og ár. Aldurin kemur ikki einsa­ mall­ur. Hann hevur altíð okkurt við sær! Á heysin Símun og konan fluttu inn í hesi húsini á Vágsgeil í 1952 – í roynd og veru á norðoyastevnu fyri 54 árum síðani. – Eg veit ikki um tú legði merki til tað. Men tað vóru ongar trappur inn í húsini. At tað bleiv soleiðis, tað hevur sína sjáldsomu orsøk, skal eg siga tær. Og so byrjar Símun at siga frá tíðini fyrst í fimmti- árunum, tá hann á vári 1950 byrjaði at grava út, í eini stórari broytingartíð fyri føroyska samfelagið. Hann fekk slætta økið við góðari hjálp frá góðum monnum, m.a. einum av beiggjum sínum. Tá hetta var liðugt fóru teir undir at stoypa fyri tí, sum skuldi gerast kjallarin. Húsini stóðu púra fyri seg, burtur frá aðrari bygging. Úr staðnum kundi hann síggja heilt norður í Haraldsund og oman á vánna og longur. So útsýninum bilaði einki. Men tá tríggir formar vóru komnir upp, fekk ein stórpolitisk hending í Føroyum eisini ávirkan á henda unga virkisfúsa klaks­víkingin, sum var í ferð við at seta føtur undir egið borð: Sjóvinnubankin fór á heysin! Hesi árini var Símun burtur­av til skips, og við hesi týdningarmiklu ávirkan á alt tað føroyska samfelagið var ikki altíð eins lætt at fáa avrokningina nóg skjótt. Hetta hevði stóra ávirkan á ein slíkan fiskivinnubý sum Klaksvík, og tað rakti sum vera man eisini tann unga Símun. Hetta var so avgjørt nakað sum hevði ávirkan á hansara ætlanir. Hann var um at missa mótið um at fáa húsini upp eftir tíðarætlanini, sum hann sjálvur hevði sett upp. Broytti meining – Eg minnist, at eg ein dagin sat og hugdi eftir tí arbeiðinum, sum vit høvdu gjørt. Grundin var nærum liðug, og tað manglaði fakt­ isk bara ein einstakur formur í, so var kjallarin liðugur. – Eg var fult greiður um, at bygdi eg longur upp, so fór tað at gerast nógv dýrari. Men hvat skuldi eg gera? Eg ynskti mær eini góð og rúmlig hús! Símun var í iva hesa tíðina, og spurdi seg tí fyri mangastaðni um hvat hann nú skuldi gera. Ein dagin kom aftur ein skilamaður hon­um til hjálpar – hesa ferð lærarin Sámal Petersen, sum hevði eina trøð nærhendis. Hann kom í prát við Símun, og hesin spurdi so Sámal, hvat rættast mundi vera at gera í hesum førinum. – Tá svaraði Sámal mær so klókliga aftur: – Símun, tað ber til at broyta meining! Hann hugsaði nógv yvir tað, og tók so avgerð um at broyta: Hann vildi stoypa ein form aftrat, soleiðis at hann kundi fáa tak yvir høvdið. Og soleiðis bleiv tað til eini hús uttan kjallara. – Eg vildi allíkavæl hava ein kjallara. Og nakað seinni fór eg so at høgga hann út. Ja, tað var næstan ikki dagur, at eg ikki hevði høgt eina til tvær trillibørur, áðrenn eg fór í song um kvøldið. Hellir á bæði Her bygdu tey upp eitt heim við fimm dreingjum, sum nú allir eru búsettir á ymiskum støðum kring landið. Tá Símun hugsar um hetta heimið, sum hann sjálvur bygdi og hevur búð so leingi í, so er tað við gleði og takksemi fyri hesi mongu árini. – Vit hava verið sera fegin um hesi húsini, og vit høvdu ætlað okkum at verða búgvandi her altíð. Tað ynskja vit framvegis, men hinvegin, sum eg segði í áðni, aldurin kemur ikki einsamallur. Eitt slíkt heim, tað hevur eitt virði fyri tey bæði, – eingin ivi um tað. Men hin­vegin, so eru trappur í húsinum, og tað ger tað trup­ult at brúka øll rúmini í húsinum. – So, ja, eg veit ikki rætti­ liga, hvat eg skal siga. Tað er faktiskt rættiliga stutt síðani, at eg varð noyddur at viðganga hetta, at eg ikki havi somu kreftir í dag sum áður. Eg merki serliga hetta á knøunum. – Tja. Ein íbúð hevði kanska verið eitt gott hug­ skot. Ein íbúð, har vit ráddu okkum sjálvum — tað hevði mær dámað best. Hjúnini bæði hava søkt um at sleppa inn á ein slík­ an felags bústað. Sum er, standa tey á bíðilista, – men um tey vóru komin til hesa støðutakanina nakað fyrri, so vóru tey kanska komin inn nú. – Men so hinvegin, sært tú. Tað ber illa til at broyta lívsins gongd, so eg .... Hann steðgar á eina góða løtu. Hyggur út gjøgnum køksvindeygað. Tað er týðiligt at hesa løtuna koma nógv minnir fram fyri hann um hesi 54 árini í Vágsgeil. – Eg veit ikki. Tað ideella og tað besta, tað hevði hóast alt verið at verið verandi her í Vágsgeil. Ein íbúð, – tað hevði so bara verið tað næstbesta! ðandi Hósdagur 19. januar 2006 Kl. 9:00: Símun Waag Høgnesen vaknar og fer síðani á føtur Kl. 9:50: Ta fyrstu løt­ una av degnum riggaði hann seg til, ger sær ein drekka­munn, og setir seg síðani at lurta eftir morgunlestri og útvarpi kl. 10. – Tú veit, hvussu tað er. Ein vil altíð hoyra veðrið. Frá kl. 10 til 12: Tele­ fon­in var vorðin í ólagi, og nú skuldi tað fáast í rættlag. Símun tók telefonina við sær, fór í bilin og koyrdi oman á Telefonstøðina. Hann hevði gloymt garanti-bevísið eftir og mátti so niðan eftir tí aft­ur. Hetta lá, har tað skuldi og løtu seinni var hann aftur á støðini. Her skulu teir nú kanna tele­ fonina. Soleiðis gekk hesin fyrraparturin. Kl. 12:00: Tíðin er komin at rigga døgurðan til – frikadellur. Kl. 13:15: Eitt umboð fyri tíðindatænastuna kemur á vitjan. Kl.14:30: Símun hevur eina avtalu við ein ungan mann. Teir hava okkurt mál teir skulu práta saman um. Soleiðis gekk fyrra helvt­in av hesum januar­ degnum hjá Símuni. – Aldurin kemur sjáldan einsamallur. Eg havi faktist ikki fyrrenn nú í seinastuni heft meg við at eg var vorðin gamal, sigur Símun. Mynd: Snorri Brend