Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-23, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. januar 2006síða 18

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 16 – 23. januar 2006 Tað var um reppið, at ein nú 25 ára gamal maður úr eini miðalstórari føroyskari bygd, doyði av síni rús­ evnis­misnýtslu fyri nøkrum árum síðani. Men tá ið maðurin var longst úti í misnýtsluni, bleiv hann tikin av løgregluni fyri sølu av rúsevnum, og tað bjargaði lívinum hjá honum Rúsevnismisnýtsla Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Hann líkist øllum øðrum ung­um føroyskum monnum, hesin 25 ára gamli maðurin, sum vit hitta ein regnvátan seinnapart í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Um tú ikki visti betur, hevði tú aldrin gitt, at talan var um ein mann, sum fyri fáum árum síðani livdi á lívsins egg . Brúkti fyri 20.000 krónur um vikuna Sum hjá so mongum øðrum misnýtarum byrjaði mis­ nýtsla hjá tí 25 ára gamla, sum tá var búsitandi í einum minni býi í Danmark, við einari einkultari pípu av hash. Men so líðandi vaks mis­ nýtslan, og evnini, ið hann nýtti, gjørdust harðari. – Tað byrjaði ógvuliga ósekt, men tað vant skjótt upp á seg. Eg fekk fótin inn um í hasum umhvørvinum, og so gekk tað bara ein veg. Eg fór frá hash til amfetamin og ecstacy, og tá ið eg var longst úti, brúkti eg fyri umleið 20.000 krónir um vikuna í rúsevnum, greiðir ungi maðurin frá. Fyri at fígg ja ovurhonds stóru nýtsluna av rús­evn­ um, gjørdist tann ungi føroying­urin meiri og meiri kriminellur, og hann bleiv blandaður upp í søluna av amfetamin og ecstacy í býnum, sum hann tá búði í. – Eg noyddist at skaffa mær pengar, so at eg kundi keypa rúsevnir. Eg gjørdist tí eitt nú sendiboð hjá teimum stóru pusharunum í býnum. Tað vil siga, at eg flutti rúsevnini frá seljara til keypara, og tað fekk eg so pengar afturfyri, greiðir hann frá. Ungi maðurin legg ur afturat, at hann eitt skifti seldi rúsevnir fyri yvir 100.000 krónur um mánaðin. Hvørki át og drakk Stóra nýtslan av rúsevnum setti síni eyðkenni á støðuna hjá tí unga manninum, sum gjørdist alsamt verri fyri likamliga. – Eg livdi bara av rús­ evn­­um. Eg át kanska eina hálvan sandwich um vikuna og drakk tvær fløskur av kakao­mjólk. Annars livdi eg bara í einum ævigum rúsi, og kroppurin hjá mær bleiv spakuliga uppetin, sigur hann. Sum dømi um vánaligu likamligu støðuna, nevnir ungi maðurin, at hann eitt skifti vigaði einans 59 kilo í mun til tey gott og væl 80 kiloini, ið hann vigar í dag, nú hann er rúsfríur. Lívið við rúsevnum og krim­ ina­liteti hevði eisini sínar av­leið­ingar fyri sambandið við vinir og familju hjá tí unga manninum. – Eg útnyttaði familjuna hjá mær fyri at fáa pengar til rúsevnir, og mínir gomlu og sannu vinir fullu frá, tí eg bara kom saman við fólki úr rúsevnisumhvørvinum. Misnýtslan hjá mær kostaði mær nógvar góðar vinir, og eg havi eisini oyðilagt sam­bandið við ein stóran part av familjuni hjá mær á henda hátt, so tað hevur Fyrrverandi rúsevnismisnýtari: – Bleiv eg ikki tikin, varð 25 ára gamli maðurin hyggur út gjøgnum vindeyga og eygleiðir gerandisdagin uttanfyri. Skjótt verður hann latin leysur eftir drúgva tíð handan rimar, og tað er ikki sørt, at hann stúrir fyri at fara út millum fólk aftur. Mynd: Álvur Haraldsen – Eg fór frá hash til amfetamin og ecstacy, og tá ið eg var longst úti, brúkti eg fyri umleið 20.000 krónir um vikuna í rúsevnum ” – Bleiv eg ikki tikin, varð eg deyður í dag, tað er vist. Eg kom inn at sita, og samstundis bleiv eg sendur í viðgerð fyri mína misnýtslu, og eg bleiv avrúsaður. Hevði eg ikki komið inn at sita, hevði eg í dag verið deyður av míni misnýtslu ”