mánadagur 23. januar 2006síða 19
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 16 – 23. januar 2006
19
kostað mær dýrt, heldur ungi
maðurin.
Fongslaður og
avrúsaður
Men ein dagin bleiv ungi
føroyingurin tikin av donsku
løgregluni við lutfalsliga
stórari nøgd av rúsevnum,
og hann bleiv dømdur fleiri
ára fongsulsrevsing.
– Tað var bjargingin hjá
mær. Bleiv eg ikki tikin,
varð eg deyður í dag, tað er
vist. Eg kom inn at sita, og
samstundis bleiv eg sendur í
viðgerð fyri mína misnýtslu,
og eg bleiv avrúsaður. Hevði
eg ikki komið inn at sita,
hevði eg í dag verið deyður
av míni misnýtslu, heldur
tann 25 ára gamli, sum í
dag framvegis er í viðgerð
fyri misnýtsluna, hóast hann
hevur verið rúsfríur í langa
tíð.
Hóttur eftir lívinum
Tað var tó ikki bara sum at
siga tað at sita í fongsli í
Danmark hjá tí unga føroy
inginum, tí netverkið hjá
teimum, ið selja rúsevnir,
røkkur eisini inn um
fongsulsrimarnar.
– Tá ið eg bleiv tikin,
hevði eg rúsevnir fyri
nógvar túsund krónur uppi
á mær, sum ein pushari átti.
Rúsevnini legði løgreglan
sjálvsagt hald á. Hetta gjørdi,
at meðan eg sat inni, kom
ein annar fangi til mín og
segði, at um eg ikki rindaði
pusharanum fyri rúsevnini,
so kom eg at gjalda fyri tað
við lívinum. Eg royndi at
greiða frá, at eg hevði ikki
pengarnar, og at løgreglan
hevði tikið evnini, men tað
løgdu teir einki í – eg hevði
bara at gjalda. Tað fekk eg
ikki gjørt, og tí noyddist eg
at verða serstakliga ansin
restina av tíðini, ið eg sat
inni í Danmark, greiðir ungi
maðurin frá.
Ræðist fólk
Tann 25 ára gamli føroying
urin, sum í løtuni situr síðstu
mánaðirnar av fongsuldóm
inum í Føroyum, skal í næst
um út í samfelagið aftur,
men tað er ikki nakað, sum
hann sjálvur metur seg verða
kláran til.
–
Misnýtslan
hevur
oyðilagt meg á nógvar
mátar, og millum annað
er sjálvsvirðingin hjá mær
fullkomiliga burtur. Eg
havi einki til yvirs fyri mær
sjálvum, og fyri at siga tað
akkurát, sum tað er, so ræðist
eg at koma út millum fólk,
sigur hann.
Somuleiðis er hann bang
in fyri aftur at fella fyri freist
ingini við rúsevnum, og hann
hevur tí í samráð við fakfólk
gjørt av, at tá ið hann verður
leyslatin, fer hann beina
leið á viðgerðarstovnin
Heilbrigdið á Velbastað, har
hann skal venja seg við at
verða rúsfríur og ein partur
av samfelagnum.
– Tað fer ivaleyst at
taka rúma tíð, áðrenn eg
aftur verði klárur at verða
ein vanligur partur av
samfelagnum, men eg fari
at gera mítt besta, hóast
rúsevnini hava merkt meg
fyri lívið, sigur 25 ára gamli
føroyingurin.
Í eini roynd at fyribyrgja
at onnur ung koma út í somu
støðu sum hann, ferðast
tann ungi maðurin í løtuni
út á fólkaskúlar í Føroyum,
har hann saman við einum
ráðgeva frá Heilbrigdinum
og einum umboði fyri
løgregluna greiðir frá
vandanum við rúsevnum.
– Eg vóni, at eg á tann
hátt kann forða fyri, at onnur
koma út á eitt síðuspor,
soleiðis sum eg gjørdi, sigur
hann at enda.
Í løtuni ferðast
Poul Jákup
Thomsen, ráðgevi
á Heilbrigdinum,
Jens Jensen,
løgreglumaður og
ein fyrrverandi
rúsevnismisnýtari
út á fólkaskúlar í
Føroyum, har teir
greiða frá, hvussu
vandamikið eitt lív
við rúsevnum er.
Kunning
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tað eru Fyribyrgingarráðið,
løgreglan og Lions Club,
ið hava tikið stig til átakið,
sum partvís er fingið í lag,
tí at tað hevur víst seg, at
rúsevnismisnýtsla er ein
vaksandi trupulleiki her
á landi. Jens Jensen, løg
reglumaður, greiðir frá, at
fyrr var tað næstan bara
hash, ið føroyskir rúsevnis
misnýtarar brúktu. Men hesi
seinnu árini eru rúsevnini
blivin alsamt sterkari.
Avleiðingarnar
eru ræðuligar
– Í dag er tað eingin
trupulleiki at fáa fatur á
bæði amfetamin og ecstacy
í Føroyum, meðan tað er
heldur truplari at fáa fatur
á eitt nú kokain, sum tó
finst her á landi, sigur Jens
Jensen.
Poul Jákup Thomsen,
sum í sínum dagliga yrki
fæst við misnýtarar, tekur
undir við Jens Jensen.
– Vit síggja fleiri og fleiri
misnýtarar, sum doyggja
av misnýtsluni, og tí er
tað ógvuliga umráðandi at
fara út á skúlar at greiða
frá, hvussu vandamikil
rúsevnini eru. Millum ung
verður rúsevnisumhvørvið
ofta fatað sum ein spennandi
og lokkandi verð, og tí er
tað alneyðugt, at vit fara út
og greiða teimum frá um
tann kalda veruleikan, sigur
Poul Jákup Thomsen.
Hann hevur í sínum
arbeiði sæð nógvar lagnur,
ið eru farnar í skeljasor av
misnýtslu, og hann dylur
ikki fyri, at hjá teimum, sum
eru komin út í misnýtsluna,
er tað ógvuliga trupult at
koma á rættkjøl aftur.
– Misnýtarin missir alt
tað, sum eitur sjálvsvirðing,
sjálvsálit, likamliga væl
veru, vinir, kærleika og
annað, ið vit onnur meta gev
ur dagligdegnum innihald.
Tað er umráðandi, at vit úti
á skúlnum greiða næming
unum frá slíkum, um eg
so má siga, praktiskum
upplýsinum, sigur Poul
Jákup Thomsen.
Stórur áhugi
Teir tríggir, ið fara út at
greiða frá rúsevnum og
misnýtslu, siga, at tað er
sera stórur áhugi fyri at
fáa teir út á skúlarnar at
greiða frá.
– Vit hava fingið nógvar
áheitanir og hava verið
á nógvum skúlum. Sum
útgangsstøði verður sagt,
at vit fara út at tosa við tey,
sum ganga í 8. flokki, tí tá
verður mett, at næmingarnir
eru búnir til slíkt, men tað
vísir seg mangan, at tað
eisini koma næmingar úr
øðrum flokkum at lurta,
siga teir. Í sambandi við
vitjanirnar úti á skúlunum,
eru bíløgd nøkur armbond
við tekstinum nei takk, ið
teir fara at býta út til næm
ingarnar í hesum sambandi,
men tey eru tó ikki komin
enn, greiða teir tríggir frá.
Tó halda teir eisini, at
tað fyribyrgjandi arbeiði
kundi við, at man kunnað
foreldur at børnum í 4.
flokki, har man kundi tosað
við foreldrini um, hvussu
stóran týdning tað er at hava
gott samskifti við síni børn,
soleiðis at man kann fylgja
við í lívinum hjá teimum.
– Samskifti við børnini
kann verða ein ógvuliga
týðandi partur, tá ið tað
snýr seg um at forða fyri, at
tey koma út á eitt síðuspor,
siga teir tríggir.
Enn er ikki greitt, hvussu
leingi teir tríggir fara at
ferðast kring landið, men
soleiðis sum áhugin, bendir
alt á, at tað verður eina løtu
afturat.
– Vit royna at lýsa
tann kalda veruleikan
Saman við einum fyrrverandi misnýtara ferðast Jens Jensen frá løgregluni og Poul Jákup
Thomsen frá Heilbrigdinum út á skúlar kring landið, har teir greiða frá kalda veruleikanum
um rúsevnismisnýtslu og avleiðingarnar av henni.
Mynd: Álvur Haraldsen
– Eg livdi bara av rúsevnum. Eg
át kanska eina hálvan sandwich
um vikuna og drakk tvær fløskur
av kakaomjólk. Annars livdi
eg bara í einum ævigum rúsi,
og kroppurin hjá mær bleiv
spakuliga uppetin
”
– Misnýtslan hevur oyðilagt
meg á nógvar mátar, og millum
annað er sjálvsvirðingin hjá mær
fullkomiliga burtur. Eg havi einki
til yvirs fyri mær sjálvum, og fyri
at siga tað akkurát, sum tað er, so
ræðist eg at koma út millum fólk
”
eg deyður