Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-23, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. januar 2006síða 21

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 16 - 23. januar 2006 21 Nr. 16 • mánadagur • 26. januar 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo Jákup á Borg var framúr væl nøgdur við kappingina, sum hann sjálvur var stigtakari til Innandura FM Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo – Hetta riggaði ótrúliga væl. Alt gekk upp á stás, og sum eg skilti á spælarunum bæði undan og eftir kappingina, so vóru teir sera fegnir um hetta tiltakið. Tað skerst ikki burtur, at Jákup á Borg var sera væl nøgdur, tá FM-kappingin í innandura fótbólti var av leygardagin. Sjálvur var Jákup maðurin, sum tók stig til kappingina, og tí var hann - sum vera man – spentur uppá, hvussu hetta fór at rigga. Bæði viðvíkjandi undirtøku millum feløgini, og millum spælararnar annars. – Har høvdu 14 av 18 feløgum boðað frá luttøku, og tað kann eg bara vera nøgdur um. Tað stóð heldur ikki á at fáa dómarar til kapp­ingina, og yvir høvur haldi eg, at trupulleikarnir vóru mest sum eingir, hóast tað sjálvandi er eitt baks at fáa eitt slíkt tiltak lagt til rættis. Verður endurtikið Onkur helt undir kappingini, at tað vildi verið upplagt, um eitt slíkt átakt varð gjørt enn meira skipað. Eitt nú við at hava eina røð av trim­um ella kanska fýra slíkum kappingum, og at tað at enda varð skipað fyri finaluumfarið, har ein føroyameistari varð funnin. Sjálvur tykist Jákup eisini halda, at hetta er eitt gott hugskot, men hann leggur afturat, at tað týdningarmikið, at hetta tá verður gjørt á rættan hátt. – Eg ivist í øllum førum ikki í, at hetta verður gjørt aftur. Eg havi spakuliga spurt meg fyri, hvussu er við hallartímum til ein leygardag komandi vet­ur, og vónandi ber til at sam­ skipa alt í so máta. Og tað kundi sjálvandi ver­ ið stuttligt, um talan so gjørdist um fleiri kappingar, sum so endaðu við einum finaluumfari. Tó skal ansast eftir, at hetta ikki verður gjørt alt for seriøst, um eg kann siga tað so. Sjálvandi skulu kappingarnar takast í álvara, men hinvegin mugu spælarar eisini fáa hvíld millum kappingarárini, og tí er umráðandi, at talan ikki verður um fótbólt í eitt koyr 12 mánaðir um árið. Og áðrenn hann sleppur heilt, biður Jákup eisini lata heilsa til teirra, sum gjørdu kappingina møguliga. Fyrst og fremst sponsorum, men eisini teimum, sum í aðrar mátar hjálptu honum í uppgávuni. – Føroya Banki og Føroya Bjór skulu sjálvandi hava stóra tøkk. Tað haldi eg eisini, at speakarin hjá mær, Tróndur Vatnhamar, skal hava. Og so eiga Eiler, Petur og Oddmar eisini stóra tøkk fyri teirra beinasemi, tá eg heitti á teir um at døma, sigur Jákup á Borg at enda. Onkur helt skemtandi fyri, at tað var »Par­ ris-effektin« og «visi­­ón 2009«, sum lon­gu nú gera um seg. Hvussu var og ikki, so eydnaðist KÍ leygardagin at vinna óalmenna FM-heitið í innandura fótbólti Innandura FM Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Spenningurin og inten­sit­et­ urin var stórur, tá óalmenna FM-kappingin í innandura fótbólti. 14 fótbóltsfeløg úr øllum landinum høvdu teknað til kappingina, sum Jákup á Borg hevði tikið stig til, og um døgurðaleitið varð lagt til brots við bólka­spælinum. Favorittarnir fullu at enda Bólkarnir vórðu skipaðir so­leiðis, at øll liðini sum mini­mum fingu tríggjar dystir. Í teimum bólkunum, har fýra lið vóru, varð spælt einaferð móti hvørjum øðr­ um, meðan bólkarnir við trimum liðum í hvørjum spældu dupult-umfar. Síðani varð kappingin skip­að í tveimum fjórðings­ finalubólkum, har EB/ Streymur, KÍ, HB og B71 vunnu seg víðari. Tað stóð skjótt greitt, at hálvfinalurnar gjørdust nakað væl meira varisligar, enn restin av kappingini hevði verið. EB/Streymur megnaði tó at vinna 1-0 á HB, og tá KÍ basti B71 2-1, stóð greitt, hvør skuldi spæla finaluna. Flestu mundu rokna EB/­­ Streym sum favorittar. Lið­ið hevði stóran part av kapp­ ingini sýnt framúr hegni til innandura-spælið. Við Hans Paula Samuelsen og Bárði Olsen hevði lið­ið eisini tveir av bestu spæl­arunum í kappingini. Og ikki minst, so høvdu teir í fjórðingsfinalubólkinum vunni­ð tryggan 3-0 sigur á KÍ. Klaksvíkingarnir vildu tað tó øðrvísi. Einamest, so tóktust teir vera betri fyri til finaluna, har EB/Streymur av ótta fyri mistøkum mest sum einki kreativt skapti. Klaksvíkingar hinvegin hildu fast um sítt konsept í spæl­ inum. Við stuttum og neyvum sendingum, varð bólturin hildin í egnari røð, inn til onkur møguleiki beyðst, og bara ein minutt fyri floytuna eydnaðist Er­­lingi Fles at senda ein slíkan í kassan. Tann munin megn­aði EB/Streymur ongan tíð at vinna aftur, og so kundu klaksvíkingar taka ímóti kekk­inum á 15.000 kr., sum Føroya Banki hevði latið vinnandi felagnum. Ein kekkur, sum er ætlaður at nýta til ungdómsarbeiðið hjá felagnum. Í dystinum um bronsuna vann B71 brotssparkskapping á HB. Steyp til teir bestu Eftir kappingina fingu spæl­­ ararnir so eisini loyvi til at taka sær av løttum. Í HB-húsinum varð búgvið borð, soleiðis at spælararnir kundu fáa nakað av orku aftur í kroppin, og seinni um kvøldið varð so skip­að fyri fótbóltsdansi á ítrótt­ar­caféini, Cippo. Áðrenn spælararnir sluppu oman í Miðbýin, skuldu tó tvey steyp afturat finna sín eigara. Besti málskjúttin skuldi kjósast, og her stað­festu hagtølini, at tveir spæl­arar vóru javnir. Sjúrður Jac­obsen hevði skotið fýra mál í teimum seks dystunum, sum NSÍ spældi, og hann stóð leingi til at vinna gylta skógvin, men Erling Fles vildi tað tó øðrvísi. Tá mest stóð á hjá KÍ, snaraði hann lissurnar heilt at ristini, og við báðum málunum í hálvfinaluni og við avgerandi málinum í finaluni vann hann seg eisini upp á fýra mál. So í so máta gjørdist kappingin eitt steyp dýrari, enn fyrireikararnir ætlaðu. Eisini skuldi besti spælarin í kappingini kjósast, og varð hetta gjørt av einum mini- paneli, sum hevði fylgt við í kappingini. Her vóru nakrir um boðið, men semja varð tó um, at Hans Pauli Samuelsen hjá EB/Streymi hevði verið framúr. Og tað mundu tað nú ikki vera so nógv, sum vóru ósamd í. KÍ er føroyameistari Vinnandi KÍ-liðið. Standandi frá vinstru: Heðin á Lakjuni, Hjalgrím Elttør, Erling Fles, Høgni Madsen og Meinhardt Joensen. Húkandi eru tað Tórður Lervig, Kristoffur Jakobsen, Fríðin Ziskason og Atli Danielsen. Mynd: Álvur Haraldsen Hans Pauli Samuelsen varð kosin besti spælarin í kappingini. Her er hann ávegis besta møguleikanum hjá EB/Streymi í finaluni, men skotið tók í stólparótina Mynd: Álvur Haraldse Hetta verður endurtikið Fyrireikingin var kanska strævin. Men tá kappingin stóð á skránni, gekk alt upp á stás, og tí var tað ein væl nøgdur Jákup á Borg, sum leygardagin kundi eftirmeta kappingina Mynd: Álvur